leygardagur 22. juli 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 139 - 22. juli 2000
gult cyan magenta svart
SÍMUN
V. ARGE
Tankin um at gera eitt úti-
savn í Hoyvík kom fram
longu í 1967 í samband við,
at ætlanir tá vóru frammi
um at flyta Royndarstøðina
úr Hoyvík. Eisini var hetta
endamál havt í huga, tá
garðarnir vóru útskiftir við
tað, at allur bøurin í Hoyvík
varð lagdur aftur at Roynd-
arstøðini, meðan festarin
fekk endurgjald fyri at flyta
niðan á Vatnaskørð. Føroya
Fornminnissavn var tá á-
hugað í at yvirtaka Roynd-
arstøðina sum eina heild, og
longu í 1973 varð ætlan og
uppskot um friðing av Hoy-
víksgarði send landsstýri-
num við stovnan av Hoy-
víksgarði sum útisavni sum
endamál.
Í 1980 skrivar landsanti-
kvarurin til landsstýrið um
at gera av, at Hoyvíksgarður
verður at nýta sum forn-
minnissavn. Hann vísir á
gomlu bygningarnar sum
útisavn og ger samstundis
vart við, at fjósið og løðan
hjá Royndarstøðini eru nýt-
ilig sum arbeiðshøli hjá
starvsfólkunum. Víst verður
á økið sum fríøki so hvørt
sum Hoyvíkshagin verður
útbygdur til størsta býarpart
í Havnini - hetta samb. bý-
arplaninum, har Hoyvíkin
eisini er løgd út sum fríøki.
Eisini skrásetir Fornminn-
issavnið og ger yvirlit yvir
bygningar og møguleikar
fyri at nýta teir til savnsend-
amál. Seinni setir so Forn-
minnissavnið fram ynski
um at byggja nýggja bygn-
ing til framsýningar og ar-
beiðshøli - víst verður í hes-
um sambandi á lendið har
vakstrarhúsið stóð oman
fyri Kúrdal.
Arbeiðsbólkur ger frá-
greiðing og tilmæli til
landsstýrið viðv. framtíðar-
nýtslu av bønum hjá roynd-
arstøðini, og í 1983 sam-
tykkir landsstýrið at taka
undir við hesum tilmæli um,
at Royndarstøðin við hús-
um, bøi og haga verður løgd
undir Føroya Fornminnis-
savn.
Sama ár verður heildar-
ætlan løgd fyri landsstýrið,
har gjørt verður vart við, at
í Hoyvík renna fleiri áhug-
amál
saman:
nevniliga
vernd av týdningarmiklum
siðsøguligum og náttúrulig-
um umhvørvi, útisavn, frí-
lendi og fornminnissavn!
Víst verður á, at øll hesi
áhugamál kunnu verða
tengd saman í eina heild, ið
verður umsitin av Føroya
Fornminnissavni. Aftur her
verður víst á økið við gamla
Vakstrarhúsið sum egnaðan
stað at byggja nýtt forn-
minnissavn.
1. januar 1984 yvirtekur
Føroya Fornminnissavn so
endiliga Royndarstøðina -
ella alla Hoyvíkina innan-
garðs.
Kostnaðarmeting
verður gjørd, og peningur
játtaður, og farið verður í
gongd við at umvæla bygn-
ingarnar hjá Royndarstøðini
til savnsendamál. Á vári
1988 flutti Fornminnissavn-
ið endaliga inn uppi í Hoy-
vík.
Útisavnið
Heima á Garði
Kjarnin
í
útisavninum
Heima á Garði er einahelst
bóndahúsini - tey stásiligu
sethúsini. Vit leggja tó til
merkis, at her eisini eru aðr-
ir bygningar, størri og
smærri, har nøvnini, teir
bera, bera boð um nýtslu
teirra:
Her finst Svalhús, Tarva-
fjósið, Eplahúsið, Fiska-
hjallur, bert fyri at nevna
nakrar. Nakrar av bygn-
ingunum var bert neyðugt
at umvæla, meðan aðrar var
neyðugt at endurreisa frá
grundini so at siga.
Men ikki nóg mikið við
tí - her finst varðveitt alt tað
umhvørvið, ið hoyrdi til og
sermerkti ein føroyskan
garð: túnið ella heimrustin,
har bygningarnir standa,
uttan um húsini er bøurin,
gyrdur av bøgarðinum, og
niðan frá húsunum gongur
geilin, har kríatúrini vórðu
leidd niðan út um bøin, og
har gøtan gongur niðan frá.
Og so hava vit sjálva víkina
og fjøruna. Sostatt finst her
eitt umhvørvi, har tað hevur
borið til at endurskapa ein
føroyskan bóndagarð. Vert
er at undirstrika, at talan
ikki bert er um eini einstøk
hús, ið verða varðveitt, men
um eina heild, og er hetta
sera umráðandi, um hin vitj-
andi skal skilja, hvussu ein
garður sum hesin hevur
virkað.
Varðveiting, rann-
sóknir og restaurering
Restaureringin og umvæl-
ingin av bygningunum er
grundað á stórt forarbeiði,
ið er grundað á bæði søgu-
ligar og fornfrøðiligar hei-
mildir, eins og á frásagnir
frá fólki, her hava livað, og
hava tær verið okkum til
ómetaliga hjálp til at greina
tað truplu byggisøgu, aleina
sethúsini rúma og innrætt-
ingina við.
Arbeiðið hevur verið sera
umfatandi, og talan hevur
verið um eitt ógvuliga breitt
samstarv millum allar deild-
ir og flestu starvsfólk savn-
ins. Kann nevna, at øll gólv-
ini hava veið tikin upp,
lendið undir gólvinum er
skrásett fornfrøðiliga, hvørt
brettið vent og snarað, vind-
eyguni vórðu tikin úr, reins-
að, umvæld og sett í aftur.
Sama er við klædninginum
og tekjuni. Stutt sagt - høv-
uðssjónarmiðið hevur verið,
at alt, ið kundi endurnýtast,
skuldi nýtast aftur, so minst
sum gjørligt av nýggjum er
komið afturat - hetta fyri at
húsini skulu vera so upp-
runalig sum til ber.
Arbeiðið varð sett í verk
Hoyvíksgarður aftur í 20‘ini
Í maimánaði í ár lat upp forvitnisligt útisavn á gamla bóndagarðinum í Hoyvík. Garðurin er rest-
aureraður úr enda í annan, og er nú opin sum savn, ið myndar ein føroyskar bóndagarð í 20‘áru-
num. Á samkomu tann dagin, savnið lat upp, segði Símun V. Arge, settur landsantikvarur nøkur, ið
verða endurgivin niðanfyri:
Hoyvíksgarður er nú opin
sum útisavn, har til ber at
síggja, hvussu ein føroysk-
ur bóndagarður sá út í
tjúgunum
Myndir: Jens Kristian Vang
Við at kaga inn í úthúsini
vil hin vitjandi hava høvi
at síggja tað, ið hesir
bygningar vórðu nýttir til
og tað, ið har varð goymt
av eitt nú føroyskum mati.
Hetta fer kanska at hava
serligan áhuga hjá útlend-
ingum, heldur Símun V:
Arge