Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juli 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 139 - 22. juli 2000 gult cyan magenta svart í 1993, tá farið varð undir sethúsini, og hevur verið ar- beitt eftir miðvísari ætlan ár um ár, alt eftir tí fígging, ið hevur verið tøk. Her eigur at verða nevnt, at savnið fekk eina gávu frá ónavn- givnum gevara upp á 200.000 kr í fyrsta umfari og aftur 50.000 kr í øðrum umfarið - ein gáva, ið kom sera væl við, og sum vit eru sera takksom fyri. Eg vil nevna, at í slíkum arbeiði er sera umráðandi at hava skilagóðar, hegnigar handverkarar, ið tú kann hava fult álit á. Harumframt er neyðugt, at teir eisini skulu vera áhugaðir í at ar- beiða við gomlum bygning- um og húsasmiði. Til alla lukku hava vit verið sera heppin í so máta, og eiga hesir stóran heiður og stóra tøkk uppiborna fyri útint verk. Viljva vísa ein bónda- garð frá 1920-árunum Kring landið finnast fleiri hús og bygningar, ið við teirra innbúgvi lýsa gamla bóndasamfelagð. Í hesum føri hava vit valt at lýsa ein bóndagarð og eini bóndahús frá tíðarskeiðinum í 1920- árunum. At endurskapa eitt heim frá hesum tíðarskeiði hevur ikki verið heilt lætt. Ein meinbogi undir arbeiði okk- ara hevur veirð, at savnið als ikki átti nøktandi lutir, innbúgv, ið kundu lýsa nevnda tíðarskeið. Tí hava vit verið noydd at lænt lutir til framsýningina. Tíbetur hava fólk verið so beina- som, at fleiri hava lænt ella deponerað lutir, sum í dag eru at síggja í húsinum, og tað eru vit teimum sera takksom fyri. Í nøkrum førum hava vit verið so heppin, at vit hava kunnað fingið ella lænt lutir, ið upprunaliga stava frá hús- unum - lutir, ið sostatt hava verið í ættini á garðinum í mong ár. Hetta er við til at seta sín heilt serliga dám á framsýningina, sjálvandi. Við at kaga inn í úthúsini vil hin vitjandi hava høvi at síggja tað, ið hesir bygn- ingar vórðu nýttir til og tað, ið har varð goymt av eitt nú føroyskum mati. Hetta fer kanska at hava serligan á- huga hjá útlendingum. Tær heimildir, sum vit byggja okkara vitan um for- tíðina á - verið tær seg søgu- ligar ella fornfrøðiligar - loyva okkum bert at síggja glottar av einum søguligum veruleika - soleiðis er eisini í hesum føri. Tað tíðarskeið, vit her tosa um, eru tað tó fleiri, ið eru okkara millum, ið enn minnast, og tí enn er verulieki fyri tey - í hvørt fall í minninum. Men vit yngru og fyri ikki at umtala tey yngstu ættarliðini, kenna lítið ella einki til hetta tíðarskeið, og fyri okkum er hetta søga. Hinvegin kann eisini so væl vera, at onkur tykkara metir, at onkrir av lutunum, ið eru at síggja her, eru heldur ungir ella nakað gamlir í mun til nevnda tíðarskeið. Hetta eru vit vitandi um, og neyðugt verður at skifta onkrar av lutunum út, sum frá líður, og savnið fær lutir, ið betur umboða hetta tíðarskeið. Eiga at flagga við Dannebrog Hetta at føra aftur til 20- árini er ikki bara sum at siga tað, tí alt skuldi jú vera so ektað sum gjørligt. Til bóndahúsið hoyrir ein havi, ið skal fáast í stand. Og ett nú hava vit í havanum eina flaggstong. Hon er so at siga burtur í dag, men vit ætlaðu at endurreisaq hana, sjálv- andi. Men her rendu vit okkum í ein heilt serligan trupulleika, tí nú varð so spurningurin, ið nógv varð tosað um, nevniliga: at í 1920-unum varð flaggað við Dannebrog í Hoyvík! Her hava vit rent okkum í ein varðveitingar-etiskan spurning, ið má vigast upp við ein tjóðskaparligan. Tó, tað víst seg, at vit fingu onga flaggstong til dagin, so enn er hesin heldur við- kvæmi spurningurin lagdur á ís, enn so fáa vit høvi at umhugsa hann ímeðan! Eitt eru teir reint fysisku karmarnir og innbúgvið. Men vit hava eisini roynt at fingið fram nakað av tí dám- inum, her einaferð var. M. a. er okkum fortalt, at nakað heilt serligt fyri garðin vóru smákøkurnar, Marin, sum var húsmóðir á garðinum í nevnda tíðarskeiði, bakaði og serveraði fyri fólki, ið komu á gátt - her var serliga talan um kleynur, jødakøkur og tekøkur. Lendið í Hoyvík Sum áður nevnt varð tíðliga víst á, at Hoyvíkin átti at verið eitt framtíðar fríøki. Tað er einki at taka seg aftur í, at væl hevur verið hugsað og fyriskipað, við ikki at lata byggja út her, og at av- gerð landsstýrisins um at lata tey ymisku áhugamál- ini, ið landsantikavrurin í 1983 vísti á, samskipa undir Fornminnissavninum, var røtt. Hetta fer at bera á- vøkstur og verða okkum øll- um at gagni í komandi tíð- um. Hvønn týdning tað hev- ur at hava henda grøna blett- in, sum nú er heilt umgirdur av býarlívinum, liggjandi her í friði, er ikki ringt at fáa eyga á. Her er lætt at koma til hjá fólki, ja, hann liggur so at siga mitt í býnum. Serliga merkist hetta, tá tað fer at vára - ikki einans á djóra- og plantulívinum, men tá koma eisini børnini - barn- agarðar, skúlaflokkar og seinni aftur ferðafólk at vitja, og fyri at nýta hetta umhvørvið - tó so, nøkur eru tey, ið vit, ið her hava fingið tann framíhjárætt at starvast, síggja mest sum alt árið - eitt nú joggarar og so grannarnar, sjálvandi. Vit eiga at hava í huga, at trivn- aður eisini eru mentan! Eis- ini fer savnsvirksemið her at liggja væl fyri í sambandi við framsýningarnar í Brekkutúni. Tó so, enn er ikki rokkið heilt á mál. Tosað hevur ver- ið um eitt sokallað livandi savn, har høvi eisini skal vera at síggja føroysk hús- djór, ið vóru vanlig á einum garði. Hetta arbeiðið hongur saman við einum øðrum ar- beiði, og her hugsi eg um álitið, arbeiðsbókur hevur gjørt viðvíjandi varðveiting av føroyskum húsdjórasløg- um - eitt arbeiði, ið enn ikki er komið heilt undir land. Her kundi leiklutur forn- minnissavnins verið for- midlingin, kunningin, um hesi djórasløg. Hyggja tit tykkum í kring, so síggja tit, at sjálv eru vit longu byrjað at hava høsn, dunnur og gæs á garðinum - til stóra gleði fyri okkum og frægd fyir tey vitjandi. Satt at siga hevði garðurin og umhvørv- ið verið eitt deytt landslag, um ikki hesin fenaður hevði verið. Eisini er eitt nú nýtslan og røktin av bønum tengd at hesum spurningi - her í- restar nógv, til ein endalig loysn er fingin á øllum. Parkeringsviðurskiftini eru tíverri ikki greidd enn, og heldur ikki eru allir bygningarnir endurreistir enn - eitt nú liggur sornhús- ið sum toft, og niðast í Kúr- dali stó myllan, ið ætlandi verður farið undir at reisa í næstum. Eg fari at enda við at takka øllum tykkum mongu, sum á ein og annan hátt eisini mentalt - hava stuðlað hesum tiltaki, verið tað seg við at veita tiltaki- num fíggjarliga hjálp, tykk- um handverkarum, gevar- um, lánarum, og síðst men ikki minst: starvsfólkunum á savninum, sum øll hesi mongu ár hava luttikið í ar- beiðinum - ikki minst tykk- um, sum seinastu tíðina og seinastu dagarnar og longu kvøldini, hava stíðst fyri at fáa alt liðugt til upplating- ina. Nú havi eg ikki nevnt nakran við navni, men eg fari at loyva mær at veita eina serliga tøkk til Osvu Olsen, savnvørð, sum við fakligum kunnleika, hegni og treysti hevur staðið á odda fyri og myndað tað arbeiðslið, ið hevur fingið framsýningina til tað, tit nú hava høvi at síggja her Heima á Garði - stóra tøkk. Eitt av sovikømurum í Hoyvíksgarði - sum tað sá út í 1920-unum Mynd: jens Kristian Vang Gullleinkjur um arm og háls: -10% -20% Lummaur úr 425 kr. Knappaarmbond úr 275 kr. Stimar 225 kr. og 525 kr. -15% Vit kunnu eisini… Langa leygardagstilboð í Gullhorninum Bringsnagøta 2 - 100 Tórshavn - Tlf. 314430 Harumframt fáast eisini gullknappar ááá tann deiliga Havn… Spennir til damuskógvar fyri parið 650 kr. og harraskógvar 1.000 kr. GULLHORNIÐ