Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 29. mai 2018 · Nr. 60 Landmátari til Matrikulin Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, us@us.fo Starv sum landmátari á Umhvørvis- stovuni er leyst at søkja. Tørvur er á royndum landmátara (land- inspektøri) til matrikulumsitingina á Umhvørvisstovuni. Tað er fyrst og fremst arbeiðið við matrikulerari málsviðgerð og uppmáting, ið bíðar eftir tær. Men vit rokna eisini við, at tín nýhugsan á fak- økinum fer at gera mun, og at tú verður við í menningini av næsta ættarliðinum av amboðum til talgilda umsiting og skráseting á matrikuløkinum. Umframt matrikulin hevur deildin útskiftingar um hendi, eins og eitt dagligt tætt samband við tinglýsingina og kortdeildina á Umhvørvisstovuni. Samskifti og samstarv við viðskiftafólk, kommunur og aðrar stovnar er eisini ein týðandi partur av arbeiðinum. Matrikulin er týðandi partur av grund- dátuskránni, sum er ein av fortreytunum fyri almennu verkætlanini “Talgildu Føroyar”. Tú verður virkin luttakari í hesi menningartilgongdini. Hetta er eitt spennandi starv við avbjóð- ingum á tøkniliga, løgfrøðiliga og fyri- sitingarliga økinum. Arbeiðsstaðið er ikki bert inni handan telduskíggjan, men eisini á bygd, í bý og á fjøllum á uppmátingarferð og á ástaðarfundum. Førleikar Tú ert útbúgvin landmátari á universitets- stigi við eigindómsskipan sum sergrein og hevur hollar royndir á fakøkinum. Vit sóknast eftir einum fólki við áræði og framfýsni at náa settum málum, sum sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva og samskifta við onnur, bæði í skrift og talu. Starvsmøguleikar Vit bjóða eitt spennandi starv í tøttum samstarvi við starvsfelagar og góðar møguleikar fyri persónligari menning og sjálvstøðugum arbeiði. Setan Starvið er skipað á matrikuldeildini, við tilvísing til deildarleiðaran. Løn og setanar- viðurskifti vera eftir sáttmála millum akademikarafelagið og fíggjarmálaráðið. Umsókn, saman við prógvum, CV o.t., skal verða Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 11. juni 2018. Landmátaralesandi, sum verða liðug í summar, eru eisini vælkomin til at søkja. Ert tú forvitin at vita meir – ring til okkum, ella send ein teldupost til Ronnie Thomassen, deildarleiðara (+298 234380, ronniet@us.fo). Skráseting Føroya · Sigmundargøta 13 · Boks 264 110 Tórshavn Tlf.: +298356010 · Fax: +298356015 · E-mail: skr@skraseting.fo Fráboðan um broyting í mannagongd Skráseting Føroya skal við hesum boða frá broyting í mannagongdini tá ársfrásagnir, ið skulu latast inn sbrt. reglunum í ársroknskaparlógini, ikki verða latnar inn rættstundis. Sambært § 138 í ársroknskaparlógini skulu ársfrásagnir sendast til Skráseting Føroya í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað. Mannagongdin er í dag, at um ársfrásøgnin ikki er latin inn, tá ið freistin er farin, fær felagið eina áminning við einari freist á 4 vikur. Um ársfrásøgnin ikki er latin inn, áðrenn hendan freistin er farin, verður felagið sent skiftirættinum til avtøku. Frá 1. juli 2018 verður hendan mannagongdin broytt: Um ársfrásøgnin ikki verður latin inn rættstundis, fer Skráseting Føroya, við heimild í § 151 í ársroknskaparlógini, at áleggja ovastu leiðslu felagsins at rinda eitt avgjald. Um eitt felag hevur stjóra og nevndarlimir, verða nevndarlimirnir persónliga álagdir at rinda. Hevur felagið onga nevnd, skal stjórin rinda avgjaldið. Viðkomandi leiðslulimur ábyrgjast persónliga fyri avgjaldið. Verður avgjaldið ikki goldið rættstundis, verður kravið sent til pantingar. Upphæddirnar eru 500 kr., 2.000 kr. ella 3.000 kr. í part til hvønn lim í ovastu leiðsluni. Skráseting Føroya fer framhaldandi, við heimild í § 150, stk. 3 í ársroknskaparlógini, og § 226 jvb. § 225 í vinnufelagslógini, at senda feløg til tvingsilsavtøku, tá mett verður, at hetta er neyðugt. Dømi um hvussu avgjaldið skal roknast: Fyritøka A hevur freist at lata inn ársfrásøgn tann 30. juni. Fyritøkan letur ikki ársfrásøgnina inn til tíðina, og fær ein rykkjara. Um fyritøkan letur ársfrásøgnina inn áðrenn 8 dagar eru farnir, verður ikki meira gjørt. Heldur fyritøkan ikki nýggju freistina, verður álagt eitt avgjald á 500 kr. Hevur fyritøkan ikki latið inn ársfrásøgnina í seinasta lagi 31. juli verður avgjaldið 2.000 kr. í alt. Hevur fyritøkan ikki latið inn ársfrásøgnina í seinasta lagi 31. august, verður avgjaldið 3.000 kr. í alt til hvønn lim. Skráseting Føroya Minnist til haldargjaldið Mikudagur 20. september 2017 Nr. 109 91. árg. kr. 20,00 í leysasølu Næmingar skulu læra at undrast og granska Vísindavøka s4 LANDSROYNDIR: KØVA ÁHUGA 190.000,- Vanligur prísur 246.990,- Avmarkað nøgd ∙ Uttan bil í býti 1,6 bensin 120 hk Active ÁRG. 91, BLAÐ NR. 110 22. SEPTEMBER 2017 Eyð h ...OG SUM ALTÍÐ QUIZZIN 5 SKJÓTIR UMMÆLI VIKAN IÐ FÓR TORKIL VEYHE DRØNAR AVSTAÐ: -EG TOSI VIÐ TRÝ LIÐ Í LØTUNI SEBASTIAN PINGEL: TAÐ VAR IKKI BROTSSPARK LES UM TORKIL VEYHE Á SÍÐU 14-15 LES UM HB-VÍKING Á SÍÐU 18-19 VATNHAMAR OG ATLI SAMDIR TAÐ BLEIV RÆTTILIGT ROK Í GUNDADALI, TÁ MENN TÓKTUST AT FARA TIL HENDURS Í SAMBAND VIÐ EITT INNKAST. TRÓNDUR VATNHAMAR BLEIV BURTURVÍSTUR OG ATLI GREGERSEN KOM Í MÓTVIND. Í BLAÐNUM Í DAG FORTELJA TEIR HVAT HENDI LES UM ROKIÐ Á SÍÐU 23 BAKSÍÐAN N: T