Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-29, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2018 · Nr. 60 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Níggju elektrikarum stendur nú í boði at arbeiða í Grønlandi - Vit kunnu bjóða níggju føroyskum elektrikarum arbeiði í Grønlandi við góðum lønartreytum og skipaðari frítíð, sigur stjórin í Elcon í Saltangará, Karstin Joensen Vilmund Jacobsen El-fyritøkan Elcon, sum hev­ ur støð á Gulasteinsvegi í Saltangará, bjóðar nú fleiri el­ektr­ikarum spennandi ar­ beiði í Grønlandi í nakrar mán­aðir, helst í einar 4-6 mán­aðir fyribils. - Vit hava fingið ein sátt­ mála í Grønlandi, men hava so mikið nógv at gera her heima í Føroyum, at vit kunnu ikki tøma okkara fyri­ tøku fyri fólk. Tískil leita vit nú eftir níggju føroyskum el­ektrikarum at arbeiða fyri okk­um í Grønlandi. Tað sigur Karstin Joensen, stjóri í Elcon. Hann vísir á, at arbeiðið, sum el-fyritøkan hevur fingið sáttmála um at gera í Grøn­landi, byrjar um mán­að­ ar­skiftið, juli/ august og helst sein­ast i juli. - Vit hava fingið onkrar fyrispurningar - eisini frá før­oyskum elektrikarum, sum búgva aðrastaðni, og all­ ir elektrikarar eru hjarta­liga vælkomnir at venda sær til okkara, har vit fegnir greiða frá, hvat arbeiðið í Grøn­ landi fevnir um, hvørjar løn­ ar­treytirnar eru, og hvussu skipanin verður við arbeiði og frítíð, sigur hann. Kanadiskt felag Karstin Joensen sigur, at tal­ an er um eitt kanadiskt felag, sum starvast í námsvinnuni nærindis Streymfjørðinum. - Her skulu tvær hallir byggj­ast, onnur á 100 x 40 metr­ar og hin, sum verður eitt sokallað knúsiverk, er á 30 x 30 metrar. Tað er í fyrsta lagi el-arbeiðið í hes­um hall­ um, sum okkara elekt­rikarar skulu taka sær av. Stjórin í Elcon vísir á, at á staðnum, har hall­ir­nar skulu byggjast, er einki el, og tí skulu eisini gen­er­atorar brúkast, sum í fyrstu syfti skulu veita el til byggi­verk­ ætl­anina, sum eis­ini fevnir um ein so­nevnd­an skúrbý, har arbeiðs­menn skulu búgva. - Tað er heldur ikki óhugs­ andi, at Elcon fer at fáa meira at gera í økinum, tá vit fyrst eru komnir yvir hagar, leggur Karstin Joensen aftrat. Góð lønarviðurskifti Sum skilst, koma elektrik­ ar­arnir, sum verða við í hesi verk­ætlan, at arbeiða 12 tímar um dagin í fýra vikur, og síðan fáa teir frí heima í tvær vikur. - Lønartreytirnar eru góð­ ar, sigur Karstin Joensen, sum vónar, at fleiri áhugaðir før­oyskir elektrikarar fara at venda sær til Elcon á tlf. 616060 - ella á teldupostin elcon@elcon.fo STARVSMARKNAÐUR Jógvan Ósá settur tekniskur leiðari Jógvan Ósá er nýggi tekn­ iski leiðarin hjá Eyst­ur­ komm­unu. Hann avloysir Andreas Andre­a­sen, sum í november mán­aði í fjør takkaði fyri seg eftir tíggju ár í hesum starvi. Í Eysturkommunu siga tey, at Jógvan Ósá er sett­ ur í starv grundað á sína út­búgving, royndir og per­són­ligu evni at menna tæn­astustøðið og tekn­ iska økið í komm­un­uni fram­yvir. Jógvan Ósá, sum varð valdur millum átta um­ søkj­arar, er útbúgvin byggi­frøðingur og hevur kandi­dat innan leiðslu og in­form­atikk. Nýggi tekniski leiðarin er ikki fremmandur í starv­inum, tí síðan í des­ ember í fjør hevur hann verið fyribils settur. Hann hevur eis­ini starvast sum byggi­máls­ við­geri hjá kommununi.  vilmund@sosialurin.fo Sóknast eftir bólkaleiðarum Tórshavnar kommuna sóknast nú vegna Ung í Ar­beiði eftir bólka­leið­ar­ um at arbeiða í ein slakan mánað í summar.  Bólkaleiðari leið­ir sam­ an við sam­skip­ar­an­um ung­dóm­in, ið ger fyri­fall­ andi arbeiði í komm­un­ uni. Arbeiðið fevnir um tíð­ arskeiðið 25. juni til og við 20. juli í ár. Bólkaleiðararnir eru van­liga millum 25 og 35 ár, og kommunan setir eingi krøv um útbúgving, men royndir við ungum og góð­ur kunnleiki til van­ ligt handaligt arbeiði er ein fyrimunur. Umframt at leita eftir bólkaleiðarum til Havnina /Argir/ Hoyvík, sóknast Tórshavnar komm­una eisini eftir tveim­um bólkaleiðarum til toymini í Nólsoy og Kolla­firði. Tað er samskiparin, Pet­uri Háberg, sum vegna Tórs­havnar kommunu veit meira at siga um verk­ætlanina. Umsóknir skulu verða komm­ununi í hendi í sein­asta lagi týsdagin 5. juni 2018 klokkan 12. vilmund@sosialurin.fo - Arbeiðið, sum vit hava fingið sáttmála um at gera í Grønlandi, byrjar um mánaðarskiftið, juli/ august og helst seinast i juli, sigur stjórin í Elcon, Karstin Joensen