Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-29, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2018síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2018 · Nr. 60 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TØKK! Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið elskaði pápi, verpápi, abbi, langabbi, bróður og vinur okkara Carlo Petersen føddur 29. Juli 1941 og anda ð ist 1. apríl, 2018 andaðist og var jarðaður. Hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ein hvønn hátt hjálptu til Tøkk til starvsfólkið á Surðuroyar Sjúkrahúsið fyri góða røkt og palliativa viðgerð Takk til Jens Mortan prest fyri bønarhald í kapellinum har suðuri Takk til Landssjúkrahúsið fyri teirra umsorgan Takk til Bjarna Bæk prest fyri troystarrík orð í Havnar Kirkju Tøkk til kirkjutænarar, gravara, urguleikara, sangarar, violinspæl, solosang við harmoniku og banju. Tøkk til berarnar á Tvøroyri og í Havnini Tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við jarðarferðini Tøkk til tykkum mongu, sum komu á gátt, og vístu kærleika og umsorgan tá Carlo búði á Boðanesheiminum, har hann var sera glaður fyri at vera. Tøkk fyri góða røkt og umsorgan til tykkum, sum vóru um hann har Tøkk til bakstur til Ervið á Boðanesheiminum Tøkk til blómur, kransar, heilsanir og gávur til Parkinsonfelagið Stóra tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold Vegna tey avvarðandi Ólavur & Vígdis við familju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaða kona, fastur og abbadidd Elisabet Egholm andaðist og varð jarða. Tøkk til Bjarna Bech, prest, sangarar og gravara. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til øll, ið hjálptu til í samband við jarðarferðina og ervið. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Somuleiðis tøkk til starvsfólkið á B6 á Landssjúkrahúsinum, fyri góða umsorgan. Jóhan Hendrik Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri pápi, verpápi og abbi John Martin Gaard f. 14.10.1933 – d. 23.04.2018 andaðist og varð jarðaður. Takk til Patrick prest fyri góð og troystarrík orð. Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Takk til tykkum øll sum bakaðu og hjálptu til ervið. Takk fyri blómur og gávur til Føroya felag móti krabbameini. Takk til tykkum øll sum fylgdu pabba til hansara seinasta hvíldarstað. Majken, Mannbjørn, Birna og Birgir við familju. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri samkenslu og hjálpsemi tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Jørgen Jacobsen f. 18.01.1934 d. 17.11.2017 andaðist og varð jarðaður. Takk Sverri Steinhólm, prestur, fyri góð orð á Sjúkrahúsinum Takk Bjarni Bæk, fyrrv dómpróstur, fyri væl vald orð í kapellinum Takk Ovi Brim, prestur, fyri góða talu í Fríðrikskirkjuni Takk Kirkjukórið fyri vakran sang, sum fløvaði. Takk kirkjutænarar, sangarar, berarar, bilførari og gravarar, og stóra tøkk øll, ið hjálptu til við ervinum Takk fyri blómur og kransar og gávur til Parkinsonsfelagið Takk øll, ið vóru við til kórsetanina í kapellinum og í Fríðrikskirkjuni Takk øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Ein serlig tøkk verður borin Roðanum Økistænastuni fyri umsorgan og góða hjálp. Takk Sløkkiliðið, Nes kommuna og Undirhúsið og øll, ið rættu Jørgen eina hjálpandi hond. Harrin vælsigni tykkum øll. Josefina, Meinhard, Naina, Annika verbørn og abbabørn Tel. 320 320 · www.petri.fo Ókeypis kanning av protesum Nýggjar tenn? Nýgerð, umvælingar og eftirlit av tannprotesum fyrst og fremst www.in.fo