týsdagur 29. mai 2018síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. mai 2018 · Nr. 60
HONDBÓLTUR
Tróndur Arge – Hoyvíkshøllin
Høllin í Hoyvík er karmur
um landsliðsvenjingin undan
EM-landsdystinum
móti
heimsstjørnunum úr Serbia.
Lagið er gott á spælarunum,
sum so hvørt koma inn í høll
ina. Spælararnir geva hvørj
um øðrum ein “high five” tá
tær møtast.
Tvær
nýggjar
eru
í
hópinum til hendan dysti
num. Talan er um tveir
ungar spælarar, sum eru við
á fyrsta sinni. Súna Krossteig
Hansen úr Kyndli og Maria
Halsdóttir Weyhe. Til hesa
venjingina
er
Pernille
Brandenborg komin heim úr
Danmark, meðan Siw Matras
verður við til dystin móti
Svøríki.
Kristianna
Henneberg
Joensen, sum spælir í Dan
mark, verður ikki við á
hesum sinni. Hon er ein
týdningarmikil spælari, sigur
Sophus
Dal-Christiansen,
hjálparvenjari
-Hon lesur í løtuni til
lækna og skal til próvtøkur.
Hon er týdningarmikil, tí hon
kann spæla í álopi og í verju,
samstundis sum hon dekkar
fleiri pláss á vøllinum, sigur
hjálparvenjarin á landslið
num, meðan spælararnir eru
farnir at hita upp á vøllinum.
Liljan Djurhuus er heldur
ikki við vegna skaða.
Serbia er stórur –
men spennandi biti
Ein av fyrstu spælarunum
at møta til venjing er Bjarta
Johansen.
Strikuspælarin
hjá Kyndli flytir í næstum
til Danmarkar, har ætlanin
er at samantvinna hondbólt
og lesna. Hon er spent upp
á uppgávuna, hóast talan
er um óvanliga sterka mót
støðu.
-Hetta er spennandi. Tað
verður hart, men tað er ein
avbjóðing, sum eg fegin til
royna, sigur Bjarta Johansen.
Fyrsti dysturin í EM-
undankappingini var móti
júst Serbia á útivølli. Tá
vunnu serbisku kvinnurnar
36-20, eftir at hava verið á
odda 7-0 aftaná nakrar fáar
minuttir.
-Vit lærdu nógv í tí dysti
num. Vit koma afturúr 7-0 og
tora ikki at spæla og skjóta.
Tá vit so skutu, so gjørdu vit
alt ov skjótt av, men longu
í
næsta
dystinum,
móti
Svøríki, var tað nógv betri,
sigur strikuspælarin, meðan
hon gevur ein “high five” til
ein spælara afturat, sum er
komin í høllina. Málið er at
klára seg betri enn seinast.
-Vit skulu royna at minka
um teknisku villurnar. Tær
gera vit ov nógvar av í lands
dystum. Klára vit tað, so fáa
vit fleiri mál. Seinast fingu
tær 30 mál og tað verður
ringt at halda teimum niðri
á 25 málum, so vit skulu til at
skjóta nøkur fleiri mál, sigur
Bjarta Johansen.
Hon nevnir eisini, at
flestu av málunum hjá okk
um í tí dystinum koma frá
vonginum. Nú er vónin, at
liðið megnar at fordeila mál
ini betri.
Heimsins besta
verður ikki við
Í 2013 bleiv serbiski spæl
skiparin, Andrea Lekic, kosin
til heimsins besta hond
bóltsspælara. Hon er ikki
við í hópinum til dystin móti
Føroyum.
Fyri
tveimum
vikum síðani tapti hon og liðið
hjá henni, makedoniska HC
Vardar, Champions League
finaluna. Mett verður, at hon
møguligt ikki er komin heilt
fyri seg eftir tapið.
-Eg hevði glett meg at
sleppa at spæla móti henni,
tí haldi eg tað er keðiligt at
hon ikki er við, sigur Bjarta
Johansen, sum tó fær úr at
gera á strikuni.
Í fyrra dystinum var stóri
strikuspælarin,
Dragana
Cvijic, sum eisini spælir í HV
Vardar, ikki við. Hon er við á
ferðini til Føroya. Hon er 188
sentimetrar til hæddar og
vigar yvir hundrað kilo.
-Vit
skulu
ansa
eftir
henni, tí hon er bæði stór
og sterk. Tað verður ringt
at dekka hana, men eg eri
kanska eitt sindur skjótari.
So eg má bara royna at koma
framum og fáa steðga inn
spælingini, sigur føroyski
strikuspælarin.
Í látri fortelur Bjarta um
ein støðu í fyrra dystinum,
har
serbisku
spælararnir
bara spældu upp um hana.
Og undrast á hvat hon skal
gera í eini líknandi støðu.
-Tí mugu vit verja longur
frammi á vøllinum. Trupul
leikin við at verja longur
frammi er, at tað krevur
nógva orku. Nú hava vit fleiri
spælarar at velja í millum, so
vit kunnu skifta út. Eisini
hava vit betri hædd í verju
støðu, sum ger at vit í løt
um kunnu dekka 6-0, sigur
Bjarta Johansen.
Hon leggur afturat, at
landsdystirnir eru ein kær
komin gularót hjá føroysk
um spælarum, sum fyri
tað mesta bara spæla móti
hvørjum øðrum her heima í
Føroyum.
Ein stór uppgáva
Dia
Midjord,
landsliðs
venjari, Dejan Lačok, mál
mansvenjari, og Sophus Dal-
Christiansen eru nú allir á
vøllinum. Málverjarnir hava
úr at gera, meðan føroysku
landsliðsspælararnir koma
rennandi við fullari ferð og
skjóta.
Føroysku
kvinnulands
liðshondbóltur hevur tikið
fyrsta stigið. Spælararnir
vita, at tað eru landsliðs
uppgávur fyri framman, og
tær sleppa at royna seg móti
teimum bestu í heiminum.
Nú er spurningurin hvussu
lagt tað røkkur móti Serbia
mikukvøldið.
trondur@sosialurin.fo
Bjarta ræðist ikki heimsstjørnurnar:
SERBIA ER EIN
SPENNANDI AVBJÓÐING
Serbia er í heimsflokki og er risafavorittur, tá EM-undankappingardysturin móti Føroyum í høllini á
Hálsi fer í gongd í kvøld. Føroysku spælararnir velja tó at gleða seg til uppgávuna, heldur enn at ræðast
MÁLVERJAR:
Viviann Petersen, VÍF
Ragnhild av Heygum, VÍF
ÚTISPÆLARAR:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Tóra Eliasen, Stjørnan
Marjun Falkvard Danberg, Neistin
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Agnas Olsen, VÍF
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Daniella Joensen, Neistin
Heidi Maria Akselsen, VÍF
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Bjarta Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Siw Matras Larsen, TMS Ringsted
SERBISKI HÓPURIN:
Katarina Stosic
Sanja Radosavljevic
Dragana Cvijic
Zeljka Nikolic
Katarina Krpez-Slezak
Jovana Stoiljkovic
Tamara Radojevic
Marija Obradovic
Jelena Lavko
Jelena Trifunovic
Marina Pantic
Marija Colic
Sladjana Pop-Lazic
Dijana Stevin
Dijana Radojevic
Marina Dmitrovic