Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-29, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2018síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. mai 2018 · Nr. 60 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tað var eitt sindur dramatiskt, tá havnarmenn vunnu tepran 1-0 sigur í landskappingini á Argjum sunnukvøldið. Nú skulu liðini spæla tvær hálvfinalur í kappingini um Løgmanssteypið Tróndur Arge Tað er nokk ikki nakar ivi um, at HB er stórur favorittur at koma steypafinaluna, eftir at tað bleiv greitt at teir skulu møta AB. Í landskappingini vann HB 5-0 í Gundadali, men síðani hava liðini spælt á Argjum. Nú var munurin væl minni. HB vann 1-0 við máli, sum Adrian Justinussen skoraði. Dysturin gav eitt tekin um, at argjamenn kunnu spæla við í hálvfinaluni. Lykilin er, at dystirnir líkjast tí á Argjum, heldur enn 5-0 tapinum í Gundadali. Tað skuldi passa argjamonnum væl, at seinni dysturin er á Argjum, men tað krevur at teir megna at halda lív í uppgerðini eftir fyrru hálvfinaluni. HB hevur tað við at vinna dystir við einum máli. Sjey av teimum tíggju sigrunum, sum HB hevur fingið í ár í landskappingini, eru við einum máli. Megna argjamenn at halda munin til í mesta lagi eitt mál, ella betri, so livir uppgerðin heilt víst eisini til seinnu hálvfinaluna. Stóri trupulleikin hjá AB er at skjóta mál. Liðið arbeiðir hart og væl, men tað er bara blivið til sjey mál í landskappingini, sum er tað lægsta í Betri deildini hjá monnum - fýra færri enn botnproppurin, 07 Vestur. Tí er ivasamt um hvussu nógv mál AB megar at skora móti sterkastu verjuni í landinum í løtuni. Stankov uttanfyri HB hevur ávísar trupulleikar við fólki undan fyrru hálvfinaluni. Aleksandar Stankov hevur trupulleikar við lærkrikanum og verður ikki við. Hartil eru Bartal Wardum, sum ikki var við á Argjum sunnudagin, og Magnus Egilsson ivasamir vegna sjúku. Tó er Dan í Soylu við aftur. Hann hevði leikbann í landskappingardystinum móti AB. Tí er líkt til, at lámi Daniel Johansen verður fluttur á vinstra bakkin, meðan Dan í Soylu kemur inn á miðvøllin, har Daniel Johansen spældi móti AB. Fyri argjamenn er ivasamt um høgri bakkurin, Jákup Pauli Breckmann, verður birgur nokk at spæla eftir sjúku. Hann var ikki við sunnudagin. Jobin Drangastein verður heldur ikki við. Sorin Anghel, venjari hjá AB, hevur ikki nógvar spælarar at velja í millum, sum hava royndir í bestu deildini. HB hevur vunnið fleiri dystir við einum máli, so tað tippa vit. SOSIALURIN TIPPAR: 1-0 HB-AB: B36-Suðringar TRIGGJAR FERÐIR UPP Á TVÆR VIKUR Ikki við: Hørður Tórsson (økslin, 2 vikur), Absalon Eliasen (knæið, óvist), Jobin Drangastein Ivasamur: Jákup Pauli Breckmann (sjúkur), Bartal S. Petersen (sjúka) Ikki við: Aleksandar Stankov (lærkrikin), Ivasamir: Bartal Wardum (sjúka), Magnus Egilsson (sjúka), Sebastian Pingel (knæið) Við aftur: Dan í Soylu LIÐ TÍÐINDI HB AB Ikki við: Milos Budakovic (fótskaði), Rani Johansen (fótskaði, nakrar vikur), Teitur Mortensen (lærkrikin), Heri E. Kjærbo (lærkrikin) Ivasamir: Stefan Radosavljevic (fótskaði), Búi Egilsson (lærkrikin) LIÐ TÍÐINDI B36 TB/FCS/ROYN Ikki við: Róaldur Jakobsen (fótlið, langtíðarskaddur), Jónas Tór Næs (nakki, langtíðarskaddur), Christian R. Mouritsen (fótlið, 2-3 vikur), Høgni Eysturoy (lærkrikin, langtíðarskaddur), Bjarni Petersen (fipur, 2-4 vikur), Rói Mørk Hentze, Odmar Færø (búkurin, minst 2 vikur), Erlendur Magnusson (fóturin, 1. viku) Ivasamur: Hugin Samuelsen (fóturin), Robert Heðin Brockie (lærkrikin) Tróndur Arge Í alt ár hevur skaðalistin hjá B36 verður drúgvur. Róaldur Jakobsen, Jónas Tór Næs, Christian R. Mouritsen og Høgni Eysturroy eru allir langtíðarskaddir, meðan hinir skaðarnir hava verið alt frá nýraskaða, eygnaskaða og lammilsi í andlitinum. Eftir 3-2 tapið fyri NSÍ sunnudagin komu enn fleiri skaðar. Liðskiparin, Odmar Færø, fór av vøllinum við skaða í búkvøddunum. Her verður vónað, at miðverjin bara er úti í einar tvær vikur við einum forstrektum vødda, men tað er vandi fyri, at tað eisini kann vera álvarsligari. Hartil beklaðu Erlendur Magnusson og Hugin Samuelsen í dystinum, har fyrrnevndi í fyrsta lagi verður klárur til vikuskiftið. Robert Heðin Brockie kom inn í miðverjuna fyri Odmar Færø, men eisini hann hevur trupulleikar. Tað er ivasamt, um lærkrikin hjá honum heldur til at spæla longu aftur í kvøld. Suðringar eisini nógvar uttanfyri Glenn Ståhl, svenski venjarin hjá Suðringum, helt skemtiliga fyri, at hann visti ikki um hann hevði 11 spælarar tøkar til dystin. Hópurin hjá Suðringum er tunnur í fullum líki, og tí kemur tað illa við, at stinni málverjin, Milos Budakovic, er skaddur í fótinum. Í hansara stað kemur Rani N. Johannesen, ið stóð í mál móti EB/Streymi í landskappingini sunnudagin. Hartil eru Rani Johansen, Teitur Mortensen og Heri E. Kjærbo skaddir, meðan Stefan Radosavljevic og Búi Egilsson verða royndarkoydir áðrenn dystin, fyri at vita um teir eru klárir. Nú verður spennandi hvussu nógvar mans liðini hava á vøllinum, tá dómarin bríkslar fyri fyrstu ferð. Helst stilla tey upp við ellivu spælarum í part, og tá er B36 sterkari á pappírinum. Sosialurin tippar 3-1 Bæði B36 og Suðringar hava nógvar skaddar og ivasamar spælarar. Hjá B36 skal nýggjur maður helst í miðverjuna, meðan Suðringar hava nýggjan málverja og fleiri spælarar verða testaðir undan dystarbyrjan MANNFALL Í GUNDADALI