Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-29, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2018síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. mai 2018 · Nr. 60 TÍÐINDI Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Fleiri spælarar hjá Suðringum skulu til próvtøku og kunnu ikki vera í Gundadali, fyrr enn klokkan 16. Tí nokta Suðringar at spæla klokkan til ásettu tíðina klokkan 17 Suðringar mótmæla: Tróndur Arge Tað hevur verið eitt sindur av rokið um dystarásetingina í samband við fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið í kvøld. Bæði HB og B36 hava heimavølli, men havnar­feløgini tosa ikki altíð so væl saman. Millum annað hevur verið roynt at fáa annað av mótstøðuliðunum, AB ella Suðringar, at lata seinnu hálvfinaluna á heimavølli frá sær. Hetta verður tó mett sum ein fyri­ munur, at spæla seinna dystin á heima­vølli og bæði feløgini hava sum skilt noktað. Mánadagin kom so tíðar­áset­ ing­in. B36-Suðringar klokkan 17, og HB-AB klokkan 20. Tvey tíðspunkt, sum ikki eru so vanlig í føroyskum fót­bólt ein gerandisdag. Annar sera tíð­liga, meðan seinni dysturin ikki verður liðugur fyrr enn stutt fyri klokkan 22 um kvøldið. Suðringar nokta at spæla Suðuroyarportalurin skrivar í gjár, at Suðringar hava sent inn mót­ mæli til Fótbóltssambandið. Orsøk­ in er, at nakrar av spælarunum hjá Suðringum kunnu ikki verða í Gundadali fyrr enn klokkan 16. Tað er bara ein tíma áðrenn dystar­ byrjan. Julius Vest Joensen sigur við Suðuroyarportalin, at Suðringar hava mótmælt at dysturin er ásett­ ur at verða klokkan 17, og at teir ikki spæla dystin fyrr enn klokkan 18. - Støðan er tann, at nakrir spælar­ar skulu til próvtøku við Skúla­depilin í Suðuroy í morgin, og Suðringar hava leigað tyrluna at flúgva teir norður til dystin. Men hesir spælarar kunnu ikki verða í Gundadali fyrr enn umleið klokkan 16. Tað er ikki rímiligt, at okkara spælarar ikki hava sama møgu­ leika at fyrireika seg til dystin, sum B36, sigur Julius Vest Joensen við sudurras.fo og leggur at enda afturat: - Tí hava vit eisini gjørt av, at vit spæla ongan dyst í Gundadali í morgin, fyrr enn í fyrsta lagi klokk­ an 18! FSF: - Latið vit og skil ráða Formliga er tað kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandið, sum ásetir nær dystirnir verða spældir, um semja ikki fæst í lag. -Men tað mugu feløgini finna út­av. Tey noyðast at brúka vit og skil, sigur formaðurin í kapp­ingar­ nevndini, Róin Schrøter. Tað seinasta sum hevur verið at hoyrt um málið er, at AB og HB hava góðtikið at spæla klokkan 16.30, meðan B36 hevur noktað at spæla klokkan 19.15. Beint fyri evsta mark, komu boð úr Fót­bólts­ sambandinum, at dystirnir verða HB-AB klokkan 16.30, og B36-Suðr­ ingar klokkan 19.15. Tíðin komin at gera broytingar Tað tykist sum, at tíðin er komin at broyta leistin viðvíkjandi hálv­ finalunum í kappingini um Løg­ mans­steypið. Fyrstu stigini hava verið at gjørt ein stóran steypadag, og at flyta fyrsta umfar til seinni á árinum. Fyrr var tað mangan undan kappingarbyrjan og tað tók broddin av dystunum. Seinnu árini hevur kritikkurin verið, at tað er ov lang tíð frá hálv­ finalunum til finaluna og at tær verða spældar samstundis. Seinastu vikuna hevur nógv kjak verið um stroyming og sjónvarping av fótbólti. Kanska er tíðin komin, til at royna eina hálvfinalu á Tórsvølli, har dysturin verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum – eins og steypafinalan og lands­ dyst­irnir. Hartil er tað ein skandala, at liðið ikki vita hvat klokkan tey skulu spæla – ein samdøgur fyri fyrru hálv­finaluna, men tað staðfestur bara, at føroyskur fótbóltur hevur brúk fyri at tosa saman. trondur@sosialurin.fo VIT SPÆLA IKKI FYRR ENN KLOKKAN 18 Beint fyri evsta mark komu boð úr Fótbóltssambandinum, at dystirnir verða HB- AB klokkan 16.30, og B36-Suðringar klokkan 19.15. Rás2 sigur frá báðum dystunum.