fríggjadagur 12. november 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 217 - 12. november 2004
Nr. 217 - 12. november 2004
3
Eldraøkið ein ov stórur biti
Heini O. Heinesen
varð afturvaldur í
Kunoyar bygdarráð.
Hann hevur sitið har
seinastu 28 árini, og
hann heldur ikki nógv
um ætlaninar hjá
landinum at leggja
eldraøkið út til
kommunurnar at um-
sita. Hann heldur, at
tað er ein hóttan móti
lægru inntøkunum
KOMMUNUVAL 04
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Kunoy:
Borgarstjórin í
Kunoyar kommunu seinastu
28 árini, Heini O. Heinesen,
heldur lítið um, at ov nógv
øki verða flutt yvir til
kommunurnar at umsita.
– Tað er alt í lagi at leggja
barnaansingina til komm-
unurnar, men eldraøkið,
haldi eg, er ein ov stórur
biti, so har eri eg samdur
við landsstýrismanninum,
sigur Heini O. Heinesen.
Hann heldur, at hetta er
tað sama sum at leggja eftir
miðalinntøkunum, tí tær
verða harðast raktar av
kommunuskattinum.
Kommunuskattapro-
sentið í Kunoyar kommunu
er 15 % og samstundis tað
lægsta í landinum. Komm-
unan er væl fyri fíggjarliga
og hevur onga skuld. Heini
greiðir frá, at íløgurnar í
kommununi í ár liggja um
tvær milliónir krónur.
– Sitandi bygdarráð fer
helst at hava einar tveir
fundir afturat, væntar hann.
Skatturin fer at hækka
Heini heldur, at eitt tað
fyrsta, sum hendir, um kom-
munurnar fara at fáa eldra-
økið, verður, at skatturin
hækkar, og harvið verða
miðalinntøkurnar hart raktar.
– Tá nyttar lítið at tosa
um at lækka landsskattin,
sigur fyrrverandi løgtings-
limurin og sitandi borgar-
stjóri í Kunoy.
Heini sigur, at hann
sjálvandi vil hava greiðar
linjur millum kommunur
og land, men hann er sann-
førdur um, at tað verður ov
nógv at leggja eldraøkið út
til kommunurnar. Og vísir
samstundis á, at tá er ikki
nógv eftir hjá løgtinginum.
28. árið
Heini O. Heinesen hevur
verið borgarstjóri í Kunoy-
ar kommunu í 28 ár tann 1.
januar komandi ár.
Fyrr í ár umhugsaði hann
ikki at stilla uppaftur, tí
hansara áhugi fyri lands-
politikki var nakað størri.
Men hann varð ikki aftur-
valdur til seinasta løgtings-
val, og tá hann so varð bið-
in um at stilla upp aftur til
hetta kommunuvalið, játt-
aði hann.
– Man er sjálvandi góður
við tað, sum man hevur
verið við til at barst fyri
nógvu seinastu árini, men í
aðra mátar skal eg við-
ganga, at áhugin fyri lands-
politikki var blivin nakað
størri, sigur Heini, sum
ynskir at takka øllum teim-
um, ið valdu hann.
Tvær bygdir eru á Kun-
oynni,
Haraldsund
og
Kunoy. Til hetta valið fekk
Haraldsund trý umboð í
bygdarráðið og Kunoy tvey.
Sostatt verður tað úr Har-
aldsundi í ár, at fundarboð-
ini um at skipa bygdarráðið
koma.
– Man er sjálvandi góður við
tað, sum man hevur verið við
til at barst fyri nógvu
seinastu árini, men í aðra
mátar skal eg viðganga, at
áhugin fyri landspolitikki var
blivin nakað størri, sigur
Heini O. Heinesen
Væl blandað í singer/songwriter
– Eg veit slettis ikki,
hvat eg skal siga.
Hetta hevði eg als
ikki væntað, segði
Eyðgunn Samuelsen,
sum við 201 atkvøð-
um fekk eitt ordans
herðaklapp frá borg-
arunum í Klaksvíkar
kommunu
BÝRÁÐSVAL 04
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Vanligt er, at valevnini
koma í valhølini at fylgja
við
uppteljingini,
og
spenningurin plagar at
vera rættiliga stórur. Tað
var hann eisini í ár, men á
borðinum hjá Javnaðar-
listanum var ikki so
øgiligur spenningur um,
hvør mundi fara at fáa
flestu atkvøðurnar. Bunk-
in hjá Eyðgunn Samuel-
sen var nógv størstur. Við
knapt 100 atkvøðum fleiri
enn Thorleif Sigurðsson,
sum varð næstvaldur á
listanum, bleiv Eyðgunn
nummar tvey á toppskor-
aralistanum fyri valinum -
aftan fyri Steinbjørn.
– Eg eri fullkomuliga
ovfarin av hesum, hetta
hevði eg als ikki varhugan
av, segði ein fegin Eyð-
gunn Samuelsen beint
aftaná, at endaliga úrslitið
frá valinum í Klaksvík var
greitt.
Eyðgunn segði, at hon
hevði kortini fingið ta fat-
anina, at hon fór at klára
tað, teir seinastu dagarnar
áðrenn valið, men hon
legði dent á, at so nógvum
atkvøðum hevði hon ikki
roknað við.
Persónliga var Eyðgunn
avbera vælnøgd, og hon
fekk eisini nógvar heilsan-
ir við á vegnum, tá hon fór
úr valhølunum og heim til
eitt fult hús av gestum.
Onkur helt fyri, at tað
var serstakliga flott av
henni, serliga tá hugsað
verður um, at Eyðgunn er
tilflytari. Hesum flenti
afturvaldi býráðslimurin
úr Vágunum bert at.
Mótstøðumaðurin
hjá Róki Jacobsen í
finaluni skal finnast
millum fýra ógvuliga
ymiskar luttakarar
leygarkvøldið í Sing-
er/songwriter 2004
TÌÐINDASKRIV
Hotel Hafnia
Seinasta vikuskiftið byrjaði
singer/songwriter 2004 við
einum
braki
í
Hafnia
Lounge. Hølini vóru stúgv-
andi full av fólki, og áhoyr-
arnir tóku frálíka væl ímóti
góðu góðskuni av lítla pall-
inum.
Ì kappingini er tað ikki
pláss fyri teimum heilt stóru
armsveiggjunum. Tað er
tónleikurin, sum er í hásæti.
Hetta er aðru fer, at Hotel
Hafnia fyriskipar kapping-
ina. Í ár er tað í samstarvi
við Heineken. Stuðul er At-
lantic Airways.
Útvarp Føroya tekur upp,
og brot frá kappingini
verða send í útvarpinum
seinni í vikuni.
Leygarkvøldið eru fýra
luttakarar í kappingini at
røkka finaluni. Kappingin
leygarkvøldið byrjar kl.
21.30.
Yngri
Sum nevnt umboða luttak-
ararnir leygarkvøldið eina
rættiliga stóra breidd. Teir
báðir yngru luttakararnir
leygkarkvøldið eru 18 ára
gamli Jóannes Lamhauge
úr Havn og 24 ára gamli
fuglfirðingurin
Jógvan
Arnfinn Jacbosen.
Hetta er aðru ferð, at
Jógvan A. Jacobsen luttek-
ur í Singer/songwriter. Um-
framt at vera eitt ár eldri
enn í fjør, er Jógvan eisini
vorðin pápi, og hetta gjørdi
tað neyðugt at flyta til
Havnar. Tónleikastílurin er
eisini vorðin meira main-
stream, metir Jógvan, sum
roynir at nýta tær fríløtur-
nar hann kann til at spæla
tónleik.
Leygarkvøldið fer hann at
spæla ein fosturlandssang,
ein politiskan sang og eitt
coverlag.
Jóannes
Lamhauge
kenna fólk best frá sann-
leikinum um Jósef og tað
ótrúliga litfagra dreyma-
kotið, har hann hevði
høvuðsleiklutin.
– Eg eri bangin fyri, at
fólk fara at síggja meg sum
Josef. Eg vil gjarna vísa
fleiri síður av sær sjálvum.
Hann
fer
í
Hafnia
Lounge leygarkvøldið at
borðreiða við millum ann-
að tveimum kærleikssang-
um, sum eru djúpari enn
bara tað.
Jóannes hevur fleirfald-
aðar listagávur, og hann
hevur ikki ta nógvu tíðina
til tónleik, tá hann eisini
fæst við skúla, list og ítrótt.
Jóannes er yngsti luttak-
arin í kappingini, men hann
hevur góðar vónir og gleðir
seg at sleppa at royna seg
við sínum egnu løgum á
pallinum.
Eldri
Teir báðir eitt sindur eldri
tónleikararnir á pallinum
leygarkvøldið eru Kári Páll
Nolsøe og Ragnar í Vík.
Meðan tey flestu mestur
kennast við navnið hjá
Ragnari í Vík, so er Kári
Páll Nolsøe ikki heilt
óroyndur innan tónleik,
hóast hann kanska ikki hev-
ur verið eins nógv frammi í
miðlunum.
Hann hevur spælt tónleik
í tólv ár. Millum annað
hevur hann verið at hoyrt á
Prix Føroyum við bólkin-
um Pínadoyð. Kári Páll
Nolsøe er úr Havn, og hann
sigur seg eiga eitt hav av
sangum liggjandi.
Buruturúr hesari rúgvuni
sleppa áhoyrarnir leygar-
kvøldið at hoyra ein sang til
jørðina, ein sang til eina
damu, og í tí eina sanginum
syngur hann um eina damu,
sum ikki kemur.
Ragnar í Vík er í teirri
øðrvísi støðu í mun til hinar
luttakararnar, at hann hevur
givið tvær fløgur út.
Hann hevur eisini verið á
ferð í sjálvum høvuðs-
staðnum fyri country tón-
leik, Nashville, fyri at
sleppa longur út í heim við
sínum spæli. Seinasta stigið
á hesari leiðini er, at hann
hevur fingið sær ein man-
ager í Norra, sum hevur
góð sambond til millum
annað Nashville.
Ragnar sigur, at tað bert
er til stuttleika, at hann
hevur meldað seg til kapp-
ingina. Sangirnir hjá hon-
um leygarkvøldið siga hvør
sína søgu um hansara fyrra
og seinna lív og tíðarskeið-
ið millum lívini.
Eyðgunn fekk
eitt herðaklapp
Eyðgunn Samuelsen úr
Javnaðarflokkinum fekk eitt
sera gott val. Hon fekk 201
persónligar atkvøður og var
nummar tvey á
toppskoraralistanum í
Klaksvíkar kommunu
Tá ið 22 ára gamla
Bjarta Berg varð
biðin um at stilla upp
til bygdaráðsvalið í
Hvalba, tók hon tað
ikki í álvara í fyrst-
uni. Men tað nyttar
heldur onki, at øll
bera seg undan, sigur
hon
KOMMUNUVAL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hvalba: – Hetta hevði eg
avgjørt ikki væntað.
Bjarta Berg í Nesi í
Hvalba var heilt óvfarin, tá
ið úrslitið av bygdaráðsval-
inum í Hvalba varð talt
upp.
Hon var eitt av val-evn-
unum á lista A og tá ið av-
tornaði hevði hon fingið 36
atkvøður.
Og tað var nóg mikið til
ein sess í nývalda bygda-
ráðnum.
Hetta var eitt úrslit, sum
kom fullkomiliga óvart á
hana, serliga tí hon hevur
onki gjørt fyri at føra val-
stríð og hon hevur avgjørt
ikki fylt bløðini við val-
greinum.
Tók tað ikki í álvara
Leikluturin sum bygdaráðs-
limur er ikki ein leiklutur,
sum hon hevði fyrireikað
seg til.
– Tá ið eg varð spurd um
at stilla upp, tók eg tað ikki
í álvara í fyrstuni. Men eftir
at hava hugsað meg um,
gjørdi eg kortini av at taka
av.
– Tað er trupult at fáa
fólk at stilla upp, men tað
verður mangan grenja um,
at onki verður gjørt. Eg
haldi, at tað er skeivt, at øll
bera seg undan fyri síðani
at fýlast á, og tí gjørdi eg av
at játta at stilla upp.
Hon dylir ikki fyri, at hon
er sera fegin um úrslitið og
nú hon er vald, er hon eisini
til reiðar at fara til verka.
Men hon ger samstundis
greitt, at hon kann ikki lova
nakað sum helst – uttan at
gera sítt besta.
– Tá ið fólk spurdu meg
um eina góða grund fyri at
seta krossin við meg, svar-
aði eg, at eg kundi ikki lova
teimum nakað, uttan at
arbeiða eftir bestu sannfør-
ing og at gera mítt besta.
Tað ber jú ikki til at gera
nakað einsamøll, tí tað
krevur ein meiriluti í
bygdaráðnumfyri at fáa eitt
mál ígjøgnum.
– Tað einasta, at kann
lova, er, at eg fari at viðgera
tey mál eftir besta føri-
muni, sum verða løgd fyri
bygdaráðið.
Men hon heldur kortini,
at tað eru nógv viðurskifti í
Hvalba, sum treingja til
eina bøtandi hond. Millum
annað
heldur
hon,
at
kommunan eigur at leggja
stóran dent á at røkja bygd-
ina væl, so at hon verður
eitt prýði.
Annars heldur hon, at
kommunan er reiðiliga væl
fyri, bæði hvat eldraøkin-
um og dagrøktarøkinum
viðvíkur.
Kortini hevur hon ymsar
hugsanir um nøkur viður-
skifti í bygdini, sum hon
sigur, at enn er alt so leyst,
at hon vil ikki siga meiri
um tað enn.
Men hon heldur eisini, at
tá ið nakað verður gjørt,
sum kostar kommununi
pening, er tað sera umráð-
andi, at tað er varandi og
ikki bara eitt upplop, sum
dettur niðurfyri aftur bein-
anvegin, tí so hevur komm-
nan brúkt pening til onga
nyttu.
– Tað er ikki óvanligt, at
ymisk tiltøk fáa stóra undir-
tøku í fyrstuni, men so
fjarðar áhugin burtur aftur,
so at alt dettur niðurfyri
aftur. Tað heldur hon, at
kommunan eigur at tryggja
seg so frægt ímóti sum hon
kann, so at peningurin ikki
verður brúktur nyttuleyst.
Av tí at hon er spildur-
nýggj í politikki, hevur hon
ikki so nógvan kunnleika til
kommunupolitikk og hon
sigur, at tann fyrsta tíðin
skal eisini brúkast til at fáa
royndir.
– Men hetta er ein ógvu-
liga spennandi avbjóðing,
sum eg gleði meg nógv til
at fara í holt við. Sum
nýggj í kommunupolitikki,
veit eg ikki, hvørjá avirkan
eg fái, men hetta er ikki ein
uppgáva, sum eg stúri fyri,
sigur hon.
– Og eg eri øgiliga spent
at sleppa til verka, leggur
hon afturat.
Skúlin vakti áhugan
Bjarta Berg tók students-
prógv í fjør. Síðani hevur
hon havt fyrifallandi ar-
beiði í Havn, men nú hevur
hon fingið lærupláss í Før-
oya Banka á Tvøroyri.
Og tað var á studenta-
skúlanum í Vági at áhugin
fyri politikki kyknaði.
– Vit høvdu nógv um
politikk á skúlanum, serliga
í sambandi við løgtings-
valið, sum vit gjørdu nógv
burturúr, bæði í søgu og í
samfelagsfrøði. Samstundis
høvdu eisini lærarar, sum
vóru sera áhugaðir í polit-
ikki og tað smittaði alt sam-
alt.
Men um hetta so er
startskotið til eina politiska
karrieru, veit hon ikki.
Ikki tí, áhugin fyri polit-
ikki er avgjørt til staðar.
Hinvegin heldur hon ikki,
at ein skal fara upp í polit-
ikk, sum ikki hevur stundir
og vilja til at røkja tað
starvið væl og virðiliga og
tað er kanska ikki so lætt at
vit,a hvørjar raðfestingarn-
ar verða seinni í lívinum.
– Ein skal ikki vera uppi í
politikki, bara fyri at vera
uppi í politikki, heldur
Bjarta Berg.
Í skrivandi løtu er
alt sum bendir á, at
tíðarskeiðið við
Jógvani Krosslá á
ovastu rók í Vági, er
liðugt. Hinvegin
kunnu vágbingar
fáa sín fyrsta,
kvinnuliga
borgarstjóra
KOMMUNUVAL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Alt bendir á, at Jógvan
Krosslá er liðugur sum
borgarstjóri í Vági eftir
12 ár í starvinum. Tjóð-
veldisflokkurin misti ein
lim í býráðnum til sam-
bandsflokkin og tað kann
koma at kosta flokkinum
dýrt.
Uttanflokkalistin, sam-
bandslistin og javnaðar-
listin hava sostatt seks
býráðslimir av teimum
níggju í Vági og sostatt
er tað munandi lættari at
skipa meiriluta uttanum
tjóðveldisflokkin,
enn
tað var í hesum val-
skeiðnum, nú tjóðveldis-
flokkurin
hevur
fýra
býráðslimir.
Og tað er júst tað, sum
hendir. Uttanflokkalistin,
sambandslistin og javn-
aðarlistin
samtyktu
mikukvøldið at skipa
samgongu.
Men tey býttu ikki
nevndarsessir ella settu
navn á formansskapin í tí
fundinum.
Men fyrst valdir av
limunum í nýggju sam-
gonguni,
er
Kirstin
Strøm Bech úr javnaðar-
flokkinum, sum fekk 74
atkvøður.
Og tað hevur verið mett
at vera nokk so sannlíkt,
at hon fór at taka av
møguleikanum.
Sostatt hava útlit verið
til, at vágbingar fóru at
fáa sín fyrsta, kvinnuliga
borgarstjóra.
Tað er alt sum bendur
á, at Kristin Michel-
sen heldur fram sum
borgarstjóri á
Tvøroyri
KOMMUNUVAL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað kann næstan sigast við
fullari vissu, at Kristin
Michelsen heldur fram sum
borgarstjóri á Tvøroyri.
Hann hevur verið borgar-
stjóri hesi bæði seinastu
árini og hevði eitt satt
kanónval
týsdagin,
har
hann fekk næstan tríggjar
ferðir so nógvar atkvøður,
enn næsti maður á javnað-
arlistanum. Hann fekk heil-
ar 225 atkvøður og næsti
maður, Pauli Einarsson,
fekk 87.
Samstundis dróg hann
javnaðarflokkin upp á fýra
býráðslimir í næsta val-
skeiði, eftir at teir hava havt
tríggjar býráðslimir í hes-
um valskeiðnum.
Við fýra býráðslimum í
næsta valskeiði, hava javn-
aðarmenn sostatt meiriluta
einsamallir í býráðnum.
Tí taka teir sær eisini tað
tíð, sum tað skal taka at
skipa nýggja samgongu, tí
teir vita, at ongin kann
stjala borgarstjóran frá
teimum ímeðan teir liggja í
fasta svøvni, eins og tað
hendir í Havn, har borgar-
stjórin skiftir hvørja nátt.
Og tað er ikki óvanligt, at
tann, sum fær flestar at-
kvøður, verður borgarstjóri,
hóast frávik eru gjørd,
meiri enn so.
Men hesuferð tykist tað
greitt, at Kristin fer at halda
fram, siga keldur, sum
standa býráðnum á Tvør-
oyri nær.
Annars hevur tað verið
víst til, at Kristin Michel-
sen er kendur tjóðveldis-
maður, sum akkurát er
komin upp í javnaðarflokk-
in og tað hóvar ikki øllum
javnaðarfólki so væl at
velja hann lúkst til borgar-
stjóra, nakrar vikur eftir at
hann er komin upp í flokk-
in.
Men tað skilst, at hetta
fær onga ávirkan, tí veljarin
hevur talað, er hugburðurin
á Tvøroyri.
Tað ljóðar eisini, at ætl-
anin er at bjóða sambands-
flokkinum og samgongu-
listanum upp í eitt sam-
starv, men tað veldst um,
hvørjar treytir, partarnir
kunnu tosa seg til rættis
um.
Eg eri øgiliga spent
Bjarta Berg í Nesi í Hvalba tók tey flestu á bóli á bygdaráðsvalinum týsdagin. Eg kann onki lova,
uttan at gera mítt besta og arbeiða eftir bestu sannføring, sigur hon
Vágbingar fáa kanska
kvinnuligan borgarstjóra
Tað hevur verið mett nokk
so sannlíkt,
at Kirstin
Strøm Bech verður fyrsti,
kvinnuligi borgmeistari í
Vági
Kristin Michelsen heldur
fram á Tvøroyri
Týsdagin settu heili 225 tvørafólk krossin við borgarstjóran,
Kristin Michelsen, so hann verður ómetaliga ringur at dribla
rundanum, tá ið borgarsatjórin skal veljast
C
M
Y
K
3
2