Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 217 - 12. november 2004 Nr. 217 - 12. november 2004 5 Bygdirnar útbyggjast fyrst Tíðin er ikki búgvin til samanlegging av øllum kommunum í Vágum, heldur borg- arstjórin í Miðvági, sum setti atkvøðumet á valinum týsdagin. Skilabest er at út- byggja bygdirna fyrst, sigur hann KOMMUNUVAL Edvard Joensen Miðvági: Tað, sum skal gerast í bygdunum, má fáast frá hondini fyrst, áðrenn farið verður at tosa um komm- unusamanlegging, sigur Jóan Pauli Frederiksen, borgarstjóri í Miðvági. Hann grundar støðu sína á, at verður fyrst lagt sam- an, kann tað skjótt enda við óneyðugum tvídrátti í einum stórum kommunu- stýri um, hvar pengar til hetta ella hatta skulu brúk- ast. – Lat okkum heldur fáa frá hondini tað, sum neyð- ugt er at byggja út og gera liðugt í teimum einstøku bygdunum, áðrenn vit fara at tosa um samanlegging, sigur Jóan Pauli Frederik- sen. Hann heldur tað vea skilabetri við breiðum sam- starvi millum kommunur enn við beinleiðis saman- legging. – Tað er keðiligt at blanda smátingini saman. Vit eiga heldur at halda okkum til at samstarva um tey stóru málini so sum ell- isheim og skúla, sigur Joan Pauli Frederiksen. At fara at sita í einum stórum kommunustýri og skula gera av, hvar pengar til nak- ar metrar av kloakk ella vegi skulu brúkast, kann skjótt føra til óneyðugt kegl. Tí er betri at fáa alt tað avgreitt, áðrenn vit fara at tosa um at gera alla oynna til eina kommunu. Um Felagskommununa sigur Jóan Pauli Frederik- sen, at hon kann útbyggjast og brúkast sum ein stovnur, ið til dømis kann umsita barnaverndarmál og eldra- økið, sum skjótt fara at verða løgd út til kommun- urnar. Felagskommunan hevur ongar politiskar heimildir sum so, men er ein umsit- ingarstovnur. Endaligu av- gerðirnar verða og fara framhaldandi at verða tikn- ar í teimum ymsum bygdar- ráðunum, sigur hann. Jóan Pauli Frederiksen, borgarstjóri í Miðvági hevði metval týsdagin. Hann fekk 114 persónligar atkvøður, og tað hevur eingin fingið á kommunu- vali í Miðvági fyrr. Hann sigur, at enn hevur hann ikki tikið stig til at kalla nývalda bygdarráðið saman. Tað væntar hann, at hann fer at gera ein av fyrstu døgunum. Jóan Pauli Frederiksen sigur, at hann heldur tað vera frægast, at listarnir ar- beiða saman og býta nevndarsessir millum sín heldur enn at gera sam- gongur. Um orsøkina til tær nógvu persónligu atkvøð- urnar sigur Jóan Pauli Fred- eriksen, at hann metir tað vera arbeiðið, sum gjørt er i Miðvági seinasta valskeið- ið, sum nú sæst aftur. Og tí, sum gjørt er, hava tey sjálv staðið fyri uttan at hava keypt serfrøðingar- hjálp uttaneftir, vísir hann á. Soleiðis hevur kommunan spart nógvar pengar, og tað løna veljararnir nú aftur. Men hóast nógv er gjørt, er kortini nógv eftir. Fleiri vegir frá áttatíárunum liggja enn hálvlidnir og mangla asfaltering, kantar og tílíkt. Og bygdarskúlin er ikki nóg væl fyri. Hølis- viðurskiftini eru ikki nøkt- andi, og tað verður tað nú gjørt nakað við. Tá skúlin í síni tíð varð bygdur, var pláss gjørt til ein svimjihyl. Kommunan fer nú undir at leggja dekk í svimjihøllina og gera skúla- stovur. Eina vanliga skúla- stovu og so nakrar serstovur, soleiðis sum skúlalógin fyriskrivar, greiðir Jóan Pauli Frederiksen, borgar- stjóri í Miðvági, frá. At ein miðvingur, sum er búsitandi í Bø, fær flestar persónligar at- kvøðu til kommunu- val í Sørvági, man koma av, at hann er áhugaður í ítróttinum í bygdini, heldur topp- skorarin á kommunu- valinum, Jógvan Páll Joensen. Tað telur iva- leyst eisini við, at hann alment hevur sagt seg at vera fyri kommunusamanlegg- ing, metir hann KOMUNUVAL Edvard Joensen – Hetta kom rættiliga óvæntað, og eg havi ikki rættiliga fingið hugsað um hetta enn. Men tað kennist væl, sigur Jógvan Páll Joensen í Bø, sum fekk flestar persónligar atkvøður á kommunuvalinum í Sør- vágs Kommunu týsdagin. Tað hevur ivaleyst talt við, tá sørvingar hava sett kross á kommunuvalinum týsdagin, at fyrrverandi borgarstjórin í Bø hevur víst áhuga fyri ítróttinum í Sørvági. Jógvan Páll Joen- sen, borgarstjóri í Bíggjar Kommunu, hevði flestar persónligar atkvøður, tá talt varð upp í Sørvági týs- kvøldið. 100 vóru tær í tali. – Tað er ivaleyst eisini annað, sum fólk hava havt í huganum, tá tey hava valt meg, sigur Jógvan Páll Jo- ensen. Hann sipar til roynd- irnar sum borgarstjóri í Bíggjar Sóknar Kommunu, sum nú verður løgd saman við Sørvágs Kommunu. Hóast talan var um eina lítla kommunu, er tó ym- iskt, sum kann brúkast aftur í eisni størri kommunu, sigur hann. Og ikki minst tað, at hann hevur gingið inn fyri samanlegging, metir hann hava havt sína ávirkan eisini. – Fólk síggja tað positiva í eini samanlegging, og tey hava tí helst valt ein persón, sum ikki dylur fyri, at hann er fyri framhaldandi at ar- beiða við smanlegging, er hansara meting. Hann heldur, at nú vestari partur av oynni saman við Mykinesi er vorðin ein kommuna, er tíð at fara at tosa um at leggja alla oynna saman í eina stóra komm- unu. – Men hetta er ein til- gongd, ið krevur nogva tíð. Og farast má spakuliga og skilagott avstað í so stórum máli, sigur Jógvan Páll Joensen, bygdarráðslimur í Sørvágs Kommunu. Hann er greiður yvir, at tað er ikki bara í Sørvági, hann hevur fingið allar hesar mongu atkvøðurnar. Í Bø fekk hann nógvar. Hann var einasta valevnið úr Bø yvirhøvur. Eisini í Gásadali og Mykinesi var onkur at- kvøða í hansara part. Men reiðiliga nógvar eru komn- ar í Sørvági eisini. Meira enn helvtin heldur hann seg vita. Hóast Jógvan Páll Joen- sen fekk flestar persónliga atkvøður, er hann ikki fyrst valdi bygdarráðslimurin kortini. Ein annars listi enn tann, Jógvan Páll varð vald- ur á, fekk fleiri atkvøður, og tí áliggur tí, sum fekk flestar atkvøður á tí listan- um, at kalla nýggja bygdar- ráðið saman. Jógvan Páll Joensen sigur tó, at hann ikki framman- undan fer at siga nei takk til ein borgarstjórasess í Sør- vági. Tað skilst á honum, at fær hann tilboðið, er hann sinnaður at taka av. Av politiskum málum, hann ætla sær at arbeiða við, er umframt størri sam- tarv millum kommunurnar í oynni, eisini útbygging av havnarlagnum í Sørvági, og ikki minst av ídnaðarøk- inum við flogvøllin. – Kunnu vit so onkurs- vegna fáa ávirkað eina út- bygging av sjálvum flog- vøllinum, hevði tð verið gott sigur Jógvan Páll Joen- sen. Borgarstjróin í Miðvági, Jóan Pauli Frederiksen, hevði metval týsdagin. Eingin kommunalpolitikari í Mið- vági hevur nakrantíð fingið 114 persónligar atkvøður á einum kommunuvali Mynd: Edvard Joensen Ítróttaráhugin ger mun Jógvan Páll Joensen fekk flestar persónligar atkvøður á kommunuvalinum í Sørvági. Hann ber seg ikki undan, um heitt verður á hann um at gerast borgarstjóri Mynd: Edvard Joensen Tær stað- bundnu mannaðar Á kommunuvalinum týsdagin skuldu fólk í Árnafirði, Mikladali og á Trøllanesi velja fólk í staðbudnu nevndina fyri bygdir- nar. Í Árnfirði komu Tórmóður M. Árna- tón, Niclas F. Justinus- sen og Jóna S. Joensen í nevndina. Í Mikladali er mann- ingin Danial Eliasen, Jógvan A. Sørensen og Christian Andreasen. Og á Trøllanesi eru fólkini í staðbundnu nevndini Eyðun Elias- sen, Mikkjal Joensen og Maud Østerø. Fyrstvaldu taka av Sosialurin hevur tosað við tveir av teimum fyrstvaldu í tveimum bygdarráðum í Norð- oyggjum. Teirra upp- gáva er at kalla inn til fundar at skipa bygd- arráðini. Í Hvanna- sundi sigur sitandi borgarstjórin, Júst Poulsen, at hann ætlar at fáa tann fundin í lag sum skjótast. – Vit plaga at bíða til jóla, men eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera nakað at bíða við, sigur Júst Poulsen, sum hevði tikið av, um borgarstjórasessurin stendur honum í boði aftur. Hann hevur sitið í bygdarráðnum í 12 ár – harav tey fýra sum borgarstjóri. Í Svínoyar komm- unu varð Eyðun Jacob- sen fyrstvaldur. Eyðun Jacobsen, sigur, at hann fer at bíða við at kalla inn til tað líður longur móti jólum. – Vit eru trý í bygd- arráðnum, so vit at- kvøða um, hvør skal hava borgarstjóra-sess- in. Men eg taki av til- boðnum, um eg fái tað, sigur Eyðun Jacobsen av Svínoynni. Hann fekk bjóðað sessin sum borgarstjóri seinast, men hann tók ikki av. Pól Sunds- skarð hevur sitið sum borgarstjóri á Svín- oynni seinastu fýra árini, men hann stillaði ikki uppaftur. - sae - Tað endaðist ikki minnilutan í bygda- ráðnum á Sandi at koppa javnvágini við at bjóða borgarstjóra- starvið til ein av teim- um á meiriluta- listanum KOMMUNVAL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Sandur: Valstríðið á Sandi var lívligt, og teir báðir listarnir, sum vóru stillaðir upp, gjørdu nógv fyri at fáa meirilutan. Listi C við borgarstjóran- um Páll á Reynatúgvu á listanum vann meirilutan við sløkum 20 atkvøðum fleiri enn listi A, har Jógvan Krog Mortensen var topp- skorari. Úrslitið hevði við sær, at listin hjá borgarstjóranum fekk fýra limir í bygdaráðið og varðveitti harvið sín meiriluta. Men minnilutin royndi eftir valið at koppa javn- vágini við at bjóða Tórur Johannesen á meiriluta- listanum borgarstjóra- starvið. Tórur Johannesen var bæði hesaferð og sein- ast næstvaldur á lista C, og honum stóð eftir valið hesaferð í boði at gerast borgarstjóri, um hann vildi fara av lista C og kom í part við lista A. Hetta vil Tórur Johanne- sen ikki, og seinni hósdagin skuldu tey á lista C tosa saman um næstu fýra árini. Flokkarnir í meirilut- anum í Klaksvík fundaðust miku- kvøldið, men teir komu ongan veg. Ein av teimum royndu politikarunum saknar aðrar royndar politik- arar, og saman- setingin av persónum kann fáa avgerandi ávirkan í samráðing- unum SAMRÁÐINGAR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Klaksvík: Býráðspolitik- arar í Klaksvík er mest sum samdir um, at alt er púra opið í samráðingunum um samgongu fyri næstu fýra árini. Eftir valið tóktist mest upplagdi møguleikin vera, at tann meirilutin, sum hevur stýrt seinastu fýra árini, heldur fram. Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin varð- veittu meirilutan í býráð- num, og tað eru eisini hesir flokkar, sum eru farnir undir at samráðast um framhaldandi starv. Eftir valið týskvøldið hittust flokkarnir fyri at gera ein avtalu um, at teir fóru at samráðast, áðrenn aðrir møguleikar vórðu viðgjørdar, men samstundis stendur størsti flokkurin í býráðnum – Fólkaflokkurin – uttan fyri hurðina og vil sleppa inn í hitan. Bara innleiðandi prát Fyrsti fundurin millum Tjóðveldisflokkin, Javnað- arflokkin og Sjálvstýris- flokkin var á Sjómansheim- inum í Klaksvík miku- kvøldið. Tosað varð aftur og fram um ymisk mál, men einki ítøkiligt spurdist burtur úr fundinum. Torleif Sigurðs- son, sum umboðar Javnað- arflokkinum og er vara- borgarstjóri, var tann, sum mælti til at slíta fundin og hittast aftur hóskvøldið. – Tað er eingin orsøk at leypa fram av, vit skulu brúka tað tíðina, sum er neyðug, tí tað er nóg mikið av tíð til at samráðast í, sigur Torleif Sigurðsson. – Flokkarnir hava avtalað at samráðast víðari, og ta avtaluna fara vit at halda. Vit skulu ikki hava somu tilstandir sum í Havn, sigur hann. Hvør skal vera borgarstjóri Eitt av sentralu málunum í samgongusamráðingunum er, hvør skal vera borgar- stjóri í Klaksvík næstu fýra árini. Steinbjørn O. Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum hevur sitið í hesum sessi seinastu tvey árini, og hann fekk eitt ordans herðaklapp frá veljarunum, sum góvu honum slakar 400 atkvøður – hetta er tað mesta persón- liga atkvøðutalið í Klaks- vík nakrantíð. Tí er Tjóðveldisflokkurin avgjørdur um, at hann skal hava borgarstjóran næstu fýra árini. Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum hevði eisini eitt sera gott val og fór upp um tær 200 atkvøð- urnar, og hon hevur eisini sagt seg verða sinnaða at gerast borgarstjóri í einum nýggjum meiriluta. Men hvussu avgerandi hetta er fyri Javnaðarflokkin, og um talan fyrst og fremst er um taktiskt spæl fyri at fáa sum mest av ávirkan, er ilt at avgera í løtuni. Harafturat stendur Fólka- flokkurin í skugganum og vil sleppa fram at – bæði í meirilutanum og í borgar- stjórasessinum. Spurningur um persónar Politikkur snýr seg nógv um persónar, og hvønn hvør helst vil samstarva við. Torleif Sigurðsson fjal- ir ikki út yvir, at hann saknar tveir av teimum royndu politikarunum, sum ikki halda fram í býráð- num. – Hilmar Danielsen og Karl Heri Joensen hava prógvað, at teir eru stabilir politikarar, og tað er ein missur fyri býráðið, at teir ikki halda fram, sigur Tor- leif Sigurðsson. Hilmar Danielsen stillaði ikki uppaftur á valinum hesaferð, meðan Karl Heri Joensen ikki var afturvald- ur. Torleif Sigurðsson held- ur, at meirilutin má finna út av, um flokkarnir eru førir fyri at taka byrðina hjá und- anfarna meiriluta á sínar herðar, og um samanseting- in av teimum royndu og yngru politikarunum kann bera til. – Í løtuni er alt púra opið. Tað er møguligt, at meiri- lutin heldur fram, men aðrir møguleikar eru eisini. Fyrst fara vit tó at samráðast í verðandi meiriluta, sigur Torleif Sigurðsson. Hóskvøldið skuldi nýggj- ur fundur vera millum Tjóðveldisflokkin, Javnað- arflokkin og Sjálvstýris- flokkin. Tórur vildi ikki skifta part Alt er púra opið í Klaksvík Høvuðskandidatarnir til borgarstjórastarvið í Klaksvík eru Steinbjørn O. Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum, Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum C M Y K 5 4