fríggjadagur 12. november 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 217 - 12. november 2004
Nr. 217 - 12. november 2004
7
Rodmundur Nielsen:
Heldur fram sum borgarstjóri
Nývalda býráðið í
Runavíkar kommunu
hevur á fundi í Eldu-
vík gjørt av at skipa
seg við Rodmundi
Nielsen sum borgar-
stjóra og Kára P. Høj-
gaard sum varaborg-
arstjóra. Í gjárkvøldið
varð býráðið so enda-
liga skipað á almenn-
um býráðsfundi
SKIPAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Samstundis, sum semja er
fingin í lag um borgarstjóra-
sessin og varaborgarstjóra-
sessin, er eisini gjørt av,
hvussu nevndarsessir og
nevndarumboðan
skulu
skipast.
Nevndirnar hjá Runa-
víkar býráði verða skipaðar
soleiðis:
Fíggjarnevndin:
Rod-
mundur Nielsen, formaður,
Regin Jacobsen, næstfor-
maður og Asbjørn Mikkel-
sen. Eykalimir verða Ólavur
A. Olsen og Klæmint
Østerø.
Tekniska nevnd: Regin
Olsen, formaður, Kári Jo-
hannesen, næstformaður og
Ólavur A. Olsen. Eykalimir
verða Hans Jacob Lam-
hauge og Klæmint Østerø.
Havnanevndin: Klæmint
Østerø, formaður, Kári P.
Højgaard, næstformaður og
Kristian Gaardbo. Eykalimir
verða Hans Petur Ellings-
gaard og Regin Jacobsen.
Sosiala nevnd: Kristian
Gaardbo, formaður, Hans
Jacob Lamhauge, næstfor-
maður og Ólavur A. Olsen.
Eykalimir verða Klæmint
Østerø og Hans Petur Ell-
ingsgaard.
Mentunarnevndin:
Hans Petur Ellingsgaard,
formaður, Regin Jacobsen,
næstformaður og Asbjørn
Mikkelsen.
Eykalimir
verða Regin Olsen og Ól-
avur A. Olsen.
Byggi-og býarskipanar-
nevndin: Hans Jacob Lam-
hauge,
formaður,
Kári
Johannesen, næstformaður
og Hans Petur Ellings-
gaard. Eykalimir verða
Kári P. Højgaard og Ólavur
A. Olsen.
Sum umboð hjá komm-
ununi í ymiskum nevndum
verða hesi:
SEV: Ólavur A. Olsen,
Regin Olsen, Hans Jacob
Lamhauge og Hans Tausen
Olsen. Eykalimir: Kristian
Gaardbo, Asbjørn Mikkel-
sen, Kári P. Højgaard og
Klæmint Østerø.
IRF: Regin Jacobsen.
Eykalimur: Hans Petur
Ellingsgaard.
Kongshavnar
Havn:
Klæmint Østerø og Kári Jo-
hannesen. Eykalimur: Reg-
in Olsen.
Eysturoyar Røktar-og
Ellisheim: Asbjørn Mikk-
elsen, Hans Jacob Lam-
hauge, Kári P. Højgaard og
Sæunn Ó. Hansen. Eyka-
limur: Regin Jacobsen.
Skálafjarðar sløkkilið:
Kristian Gaardbo og Ólavur
Asafsson Olsen. Eykalim-
ur: Asbjørn Mikkelsen.
Bygdasavnið Forni: Hans
Jacob Lamhauge. Eyka-
limur: Ólavur A. Olsen.
Felagið Høganes: Hans
Petur Ellingsgaard. Eyka-
limur: Kristian Gaardbo.
Ferðavinnan í Eysturoy:
Rodmundur Nielsen. Eyka-
limur: Klæmint Østerø.
Musikkskúlanevndin:
Hans Petur Ellingsgaard,
Kristian Gaardbo og As-
bjørn Mikkelsen. Eykalim-
ur: Hans Jacob Lamhauge.
KOMMUNUVALIÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ikki færri enn fimm listar
bjóðaðu seg fram til valið í
Eiðis kommunu hesaferð.
Av hesum fingu fýra listar
umboðan í bygdaráðnum.
Listi D stóð seg best við
151 atkvøðum og trimum
umboðum, sum eru: Tordur
J. Niclasen (69), Rólant
Poulsen (31) og Anna
Maria Poulsen (17).
Listi E fekk næstflestar
atkvøður, nevniliga 133,
sum gav tvey umboð í
bygdaráðið:
Jóhan
K.
Joensen (35) og Anfinn
Kruse (29).
Listi A, sum fekk 71
atkvøður og listi C, sum
fekk 60 atkvøður, fingu
hvør sítt umboð: Tey eru
ávikavist: Tom Joensen (A,
19) og Jógvan Kallsoy
Mørkøre (C, 32).
Nevnast kann, at Tordur
J. Niclasen, sum hevur
verið borgarstjóri í Eiðis
kommunu seinastu árini, á
kommunuvalinum undan
hesum fekk 53 atkvøður
móti teimum 69, sum hann
fekk á valinum hesaferð.
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu seinastu fýra árini,
Rodmundur Nielsen, heldur fram – nú í eini uppaftur størri
kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kári P. Højgaard er varaborgarstjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Listi A fekk fýra
umboð vald og listi
C trý. Listi B, sum
bert fekk 6,2% av
atkvøðunum, fekk
einki umboð í
nýggja bygdaráðið
KOMMUNUVALIÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Til komunuvalið í Sjóvar
kommunu vóru tríggir
listar, A, B og C.
Listi A fekk 339 at-
kvøður og fýra umboð
vald. Hesi vóru: Sonni Jo-
hannesen (68), Malena
Thomsen (64), Kaj Otto
fredriksberg (64) og Hans
Petur Jacobsen (53). Listi
A fekk 57,2 % av atkvøð-
unum.
Listi B fekk bert 6,2 %
av atkvøðunum og einki
umboð í bygaráðið.
Listi
C
fekk
217
atkvøður sum svara til
36,6 % av atkvøðunum.
Trý umboð vórðu vald á
lista C: Meinhard Jacob-
sen (40), Pole Johannes
Hansen (35) og Eli Høj
Joensen (34).
Við seinasta kommunu-
val í Sjóvar kommunu
fekk Eivind Jacobsen,
sum hevur verið borgar-
stjóri seinastu árini, 108
atkvøður.
Sonni flestar
atkvøður í
Sjóvar
kommunu
Tordur J. Niclasen fremstur
í Eiðis kommunu
Á valinum hesaferð fekk
Tordur J. Niclasen,
borgarstjóri, 69 atkvøður
móti 53 á valinum undan
hesum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Heðin Mortensen útkoyrdur
Høgni Mikkelsen er í skeivum flokki
Annfinn Brekkstein,
formaður í Føroya
Væl, sigur, at tað, sum
Heðin Mortensen hev-
ur gjørt eigur at fáa
fylgjur beinanvegin,
og tað hevur tað eisini
fingið. Heðin Morten-
sen er ikki longur lim-
ur í Suðurstreymoyar
Sambandsfelagi
VALIÐ 04
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Tað kemur ikki upp á tal
hjá Sambandsflokkinum at
bróta eina skrivliga avtalu,
sum er gjørd. Tað elvir til
stórt misálit á flokkin, og
tey fólkini, sum umboða
hann. Heðin Mortensen fór
út einsamallur, uttanum
flokkin, og tað má standa
fyri hansara egnu rokning,
sigur Annfinn Brekkstein,
formaður í Føroya Væl.
Heðin Mortensen er í
skrivi biðin um sjálvur at
taka seg úr Føroya Væl
beinanvegin. Ger hann ikki
tað,
verður
limaskapur
hansara uppsagdur.
Spurdur um, hvat beinan-
vegin í hesum førinum
merkir, svarar Annfinn
Brekkstein, at beinanvegin
merkir beinanvegin.
– Eg haldi, at tað kemur
ógvuliga greitt fram í has-
um skrivinum, at Heðin
Mortensen ikki longur er
limur í Føroya Væl, óansæð
um hann sjálvur tekur seg
úr ella ikki, staðfestir Ann-
finn Brekksein.
Missa atkvøður
– Heðin Mortensen skriv-
aði undir eina skrivliga av-
talu við Fólkaflokkin. Alt
tað, sum hann síðani gjørdi,
hevur hann gjørt fyri egna
rokning. Sambandsflokkur-
in fer ongantíð at bróta eina
skrivliga avtalu. Tað skal
ikki koma fyri, sigur ein
ógvuliga avgjørdur formað-
ur í Føroya Væl.
Spurdur um Sambands-
flokkurin ikki bítur seg sjálv-
an í halan við at koyra Heðin
Mortensen út, eftirsum hann
jú plagar at vera tann stóri
atkvøðuslúkurin hjá Sam-
bandsflokkinum,
svarar
Annfinn Brekkstein, at teir
ikki ræðast at halda avtalur.
Óansæð avleiðingarnar.
– Heðin Mortensen hevur
brotið eina skrivliga avtalu,
sum hann hevði gjørt fyri
Sambandsflokkin. Tað má
fáa avleiðingar, og tað fær
tað nú. Heðin Mortensen er
ikki longur limur í Føroya
Væl. Tí Sambandsflokkurin
er ikki bangin fyri at missa
atkvøður av at standa við
avtalurnar, sum vit gera,
sigur Annfinn.
Annfinn sigur, at tað var
ein púra samd nevnd, ið tók
avgerðina, um at eksklud-
era Heðin Mortensen.
– Vit vóru øll púra samd,
og Heðin hevur eisini
fingið boðini. Enn veit eg
ikki um hann hevur tikið
seg úr Føroya Væl, tí eg
havi enn ikki verið heima
aftur, síðani skrivið varð
sent. Men limaskapurin
verður undir øllum umstøð-
um strikaður, staðfestir
Annfinn.
Heðin Mortensen
langar bæði út eftir
fyrrverandi floksfel-
agnum, Høgna Mikk-
elsen, og formannin-
um í Sambandsflokk-
inum. – Tað er einki
nýtt, at Høgni og Jan
Christiansen hava eitt
tætt samstarv. Áðrenn
vit yvirhøvur vóru
komnir til samgongu-
borðið mikunáttina
hevði Høgni gjørt eina
undirhondsavtalu við
Fólkaflokkin, sigur
hann
KRÍGGJ Í SAMBANDS-
FLOKKINUM
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Innanhýsis stríðið millum
tveir
tjóðveldistingmenn
hevur ikki meir enn lagt seg,
so kyknar eitt nýtt innan-
hýsis floksstríð í øðrum
flokki. Nýggi borgarstjórin í
Tórshavnar kommunu, Heð-
in Mortensen, hevur fingið
knívin á barkan frá Sam-
bandsflokkinum, og hann
hevur fingið valið at verða
skotin ella hongdur.
Heðin Mortensen hevur
ikki tikið støðu, um hann
sjálvur fer úr Sambands-
flokkinum ella um hann
skal berast út.
Atkvøðuslúkurin
hjá
Sambandsflokkinum
við
667 persónligum atkvøðum
á býráðsvalinum í Havn
langar nú bæði út eftir for-
manninum í Sambands-
flokkinum, Kaj Leo Jo-
hannesen og Høgna Mikkel-
sen fyri teirra leiklut í stríðn-
um, sum hevur tikið seg upp
í Sambandsflokkinum.
Fólkafloksmaður
Heðin Mortensen leggur
Høgna Mikkelsen undir at
renna ørindi fyri Fólka-
flokkin, heldur enn at ar-
beiða
fyri
Sambands-
Býráðslimurin hjá
Javnaðarflokkinum,
Elin Lindenskov,
sigur, at Javnaðar-
flokkurin hevur ong-
ar ætlanir um leypa
frá samgonguavtaluni
við Tjóðveldisflokkin
og Heðin Mortensen.
SAMGONGUTELVING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Seinasta
døgnið
hevur
verið tutlað í krókunum
um, at Javnaðarflokkurin
møguliga fer at leypa frá
avtaluni, sum flokkurin
mikudagin undirskrivaði
við Tjóðveldisflokkin og
Heðin Mortensen fyri kom-
andi valskeið í Tórshavnar
býráð.
Eftir avtaluna millum
nýggju samgonguna í Tórs-
havnar býráð hevur sam-
band verið millum Javnað-
arflokkin og Fólkaflokkin.
Tað vátta bæði Elin Lind-
enskov og Jan Christiansen.
Kortini
avsannar
Elin
Lindenskov, at Javnaðar-
flokkurin
umhugsar
at
leypa frá avtaluni við Tjóð-
veldisflokkin og Heðin
Mortensen.
– Nú havi eg ikki tosað
við Katrin (D. Jakobsen,
blðm),
men
persónliga
standi eg við avtaluna, sum
varð gjørd í gjár, sigur hon.
Hví hava tit havt samband
við Fólkaflokkin eftir at ein
samgonguavtala er gjørd?
Tað veit eg ikki. Fólka-
flokkurin hevur sett seg í
samband við okkum, og vit
hava bert lurta eftir, hvat
teir hava at siga.
Hava tit fingið bjóðað
borgarstjórasessin?
Nei, tað kenni eg einki
til.
Klokkan 19 í kvøld
skuldu nýggja býráðssam-
gongan hittast aftur at um-
røða nærri, hvussu býráðs-
arbeiðið skal skipast kom-
andi árini. Elin Lindenskov
og Katrin Dahl Jakobsen
skuldu saman við Suður-
streymoyar Javnaðarfelag
fundast seinnapartin hós-
dagin.
C stendur við samgonguavtaluna
Burtur úr
vón og viti
Formaður Sambands-
floksins, Kaj Leo Jo-
hannesen, vísir staðiliga
aftur, at hann kendi til
samgonguavtaluna, sum
Heðin Mortensen av
sínum eintingum gjørdi
við Javnaðarflokkin og
Tjóðveldisflokkin
STRÍÐ Í SAM-
BANDSFLOKKINUM
Páll Holm Johannesen
Í Degi og viku miku-
kvøldið
vísti
nýggi
borgarstjórin í Tórs-
havnar kommunu, Heð-
in Mortensen, á, at for-
maður Sambandsfloks-
ins, Kaj Leo Johanne-
sen, kendi væl til avtal-
una, sum hann einsa-
mallur gjørdi við Javn-
aðarflokkin og Tjóð-
veldisflokkin.
Heðin Mortensen segði
millum annað, at hann
hevði ráðført seg við
formannin í Sambands-
flokkinum
gjøgnum
samráðingarnar
við
Javnaðarflokkin
og
Tjóðveldisflokkin, og tí
skilti hann als ikki, at
Kaj Leo Johannesen nú
var altráður at fáa hann
úr Sambandsflokkinum.
Hesum ákærum vísir
Kaj Leo Johannesen
staðiliga aftur.
– Eg kendi væl til av-
taluna millum Fólka-
flokkin og Sambands-
flokkin, men sjálvsagt
kendi eg ikki til seinnu
avtaluna. Tað er bein-
leiðis tápuligt av mær
sum floksformanni at
stuðla einum av býráðs-
limunum,
sum
ikki
boðar hinum flokslim-
unum til fundin, og sum
sjálvur gera eina avtalu
við aðrar flokkar, tá vit
upprunaliga hava eina
avtalu, sigur hann.
Lýgur Heðin Morten-
sen?
Tú fært ikki meg til at
siga, at nakar lýgur, men
tað hann sigur er burtur
úr vón og viti, svarar
Kaj Leo Johannesen.
– Tað er einki nýtt, at Høgni og Jan Christiansen hava eitt tætt
samstarv. Áðrenn vit yvirhøvur vóru komnir til samgonguborð-
ið mikunáttina hevði Høgni gjørt eina undirhondsavtalu við
Fólkaflokkin. Hetta varð eg greiður yvir alt fyri eitt, tí øll okkara
ynski vórðu feia av borðinum, tí tað sigur seg sjálvt, at Fólka-
flokkurin kveistrar alt til viks, tá teir frammanundan høvdu
fingið avtaluna undir land. Høgni gjørdi júst tað sama fyri fýra
árum síðan, greiðir Heðin Mortensen frá
Framhald á síðu 22
C
M
Y
K
7
6