hósdagur 31. mai 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018
SOSIALURIN 61
22
Tað kókaði, tá ið grannarnir
í Gundadali tóku stórt
fet fram ímóti fyrstu
innanhýsis finaluni í 27 ár
JÓANNES HANSEN
Tað verður ikki fyrr enn miku
kvøldið 13. juni, at tað verður av
gjørt, hvørji lið fara at hittast í
steypafinaluni, sum verður leygar
kvøldið 25. august.
Eftir fyrru hálvfinalurnar, sum
vóru avgreiddar í góðveðrinum í
Gundadali í gjár og í gjárkvøldið,
hevur HB eftir 2-0 sigur ímóti AB
meiri enn annað beinið í finaluni, og
B36 hevur annað beinið í finaluni
eftir 4-2 sigur ímóti Suðringum.
Harvið luktar tað nógv av
grannauppgerð um løgmans
steypið á Tórsvølli leygarkvøldið
25. august. Tað eru 27 ár síðani B36
og HB hittust í finalu um løgmans
steypið. Í 1991 vann B36 1-0.
Fýrverkið
Størra undirhaldið – bæði kring
vøllin og í málum á vøllinum – var
í fyrra hálvleiki, tá ið B36 hevði
vitjan av Suðringum.
Vestara skýlið var grønt alt
sum tað var, og suðuroyingarnir
vóru mælskir og settu harvið
flottan dám á nú, felagsliðið var í
størstu avbjóðingini, síðani tey har
suðuri fyri einum stórum ári síðani
kastaðu saman.
B36, sum var illa rakt av skaðum,
setti hol á beinanvegin, men gest
irnir góvust ikki á hondum. Teir
javnaðu, og teir svaraðu eisini
aftur, eftir at heimaliðið hevði
lagt seg framum 3-1. At B36 fram
ímóti steðginum økti til 4-2 – fyri
aðru ferð var eftir langt innkast
úr høgru – kann fara at vísa seg at
verða avgerandi fyri, hvat av liðun
um fer at røkka í finaluna.
-Vit ætlaðu okkum at vinna og í
hvussu so er at røkka javnleiki. Tí
eru vit vónbrotnir eftir 4-2 tap. Vit
eru væl nøgdir við, at tað eydnaðist
at skora tvey mál, men vit harmast
almikið um, at vit lótu tvey mál
ígjøgnum eftir long innkast úr
høgru. Tað eigur ikki at koma fyri,
sigur Stefan Radosavljevic, sum
er skaðadarvaður, men setti dám
á, tá ið hann miðskeiðis í seinna
hálvleiki varð skiftur inn.
-Møguleikin er ikki burtur, og
við stóra stuðlinum, sum áskoðar
arnir geva okkum, fara vit at leggja
alt fyri á heimavølli.
B36 venjarin, Jákup á Borg, var
nøgdur við úrslitið, men ikki við
fyrra hálvleik:
-Avrikið í fyrra hálvleiki var út
av lagi vánaligt. Hugburðurin var
ússaligur, og okkara høvdu hug at
goyma seg. At vit vóru framman
fyri 4-2 var meiri orsaka av góðum
innkøstum enn leikliga avrikinum.
Vit vardu ov illa – alt liðið – men so
skal leggjast aftrat, at avrikið var
munandi betri í seinna hálvleiki,
tá ið Eli Falkvard Nielsen var gen
eralur á miðvøllinum, sigur Jákup
á Borg.
-Tá ið teir megna at skora tvey
mál í Gundadali, so fara teir iva
leyst eisini at skora tvær ferðir á
heimavølli. So hetta er á ongan hátt
liðugt, og vit eiga at fara suður við
stórari eyðmýkt, sigur B36 venjarin.
HB søplaði stórsigur burtur
Søgan í ár er, at tað gongur illa hjá
mótstøðuliðunum at fáa bóltin í
HB málið. Soleiðis var tað eisini
seinnapartin í gjár, tá ið AB fór út
aftur á Argjum við 2-0 tapi. Harvið
er torført at fáa eyga á AB møgu
leikan at røkka finaluni. Serliga um
tað eydnast HB um tvær vikur at
skora eitt mál á Argjum.
HB sigurin kundi havt verið væl
størri, tí innskifti Ari Mohr Olsen
hevði í seinna hálvleiki tríggjar
heilt upplagdar møguleikar at økja
um leiðsluna, sum heimaliðið vann
sær í fyrra hálvleiki.
-Vit fegnast um sigurin, og
at vit spældu okkum til nógvar
møguleikar. Fótbóltur er undar
ligur. Nú hevði Ari ikki marginal
irnar við sær, men tað vóna vit, at
hann fer at hava næstu ferð. Tað
er positivt, at hann so ofta var á
rætta staðnum í røttu løtuni. Men
sjálvandi hevði tað verið betri, um
vit skoraðu eitt ella tvey mál aftrat.
Nú gloyma vit steypakappingina
í eina løtu og venda fokus ímóti
landskappingini, sigur HB venjarin
Heimir Guðjónsson.
AB venjarin Sorin Anghel
ásannar, at møguleikin at røkka í
finaluna er lítil:
-Vit vita væl, hvussu HB spælir,
men kortini kiksaðu vit. Vit løgdu
varliga fyri í roynd at tippa økini,
sum teir við diagonalsendingum
leggja bóltin í, men kortini skor
aðu teir bæði málini júst eftir tí
uppskriftini. Tá ið vit so fluttu
fólkið longri fram og royndu at
pressa miðverjarnar, sum ofta
leggja longu sendingarnar, varð
tað meiri opið, og teir kundu havt
skorað fleiri mál.
AB venjarin harmast um, at tað
fram ímóti dystarenda ikki eydn
aðist at fáa úrtøku úr fleiri spent
um støðum:
-Mál á útivølli hevði havt við
sær, at møguleikin var størri á
heimavølli, men vit fara víðari í
góður treysti.
SORIN OG
SUÐRINGAR
IÐRA SEG