Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018 SOSIALURIN 61 21 NSÍ: Ikki við: Símun Rógvi Hansen (Slitið krossbandið), Klæmint A. Olsen (Brotið armin), Bárður J. Hansen (Vøddaskaði) Ivasamur: Tórður Thomsen (Heilaskjálvti) Skála: Ikki við: Jákup Johansen og Jan Ingason Hansen (langtíðarskaddir), Haraldur R. Højgaard (lærskaði 2 vikur). Við aftur: Brian Jakobsen (leikbann) og Teitur R. Joensen (burturstaddur) TB/FCS/Royn Ikki við: Milos Budakovic (fótskaði), Rani Johansen (fótskaði, nakrar vikur), Teitur Mortensen (lærkrikin) Ivasamur: Stefan Radesavljevic (fótskaði) Víkingur: Ikki við: Atli Gregersen (leikbann) 07 Vestur: Ikki við: Martin Tausen (Burturstaddur) NR. LIÐ D V J T VM TM MM S 1 HB 12 10 1 1 22 7 +15 31 2 KÍ 12 8 2 2 22 9 +13 26 3 B36 12 8 1 3 26 14 +12 25 4 NSÍ 12 7 2 3 24 12 +12 23 5 Víkingur 12 5 2 5 16 16 0 17 6 Skála 12 4 2 6 11 17 -6 14 7 EB/Streymur 12 2 5 5 13 16 -3 11 8 TB/FCS/Royn 12 3 2 7 10 18 -8 11 9 AB 12 2 2 8 7 20 -13 8 10 07 Vestur 12 1 1 10 11 33 -22 4 Betri deildin menn 13. umfar: KÍ-B36 (15.00) Beinleiðis á Rás2 HB-07 Vestur (15.00) Beinleiðis á Rás2 Skála-EB/Streymur (15.00) NSÍ-AB (15.00) Suðringar-Víkingur (15.00) KÍ-B36 (15.00) BEINLEIÐIS Á RÁS2 HB-07 VESTUR (15.00) BEINLEIÐIS Á RÁS2 SKÁLA-EB/STREYMUR (15.00) NSÍ-AB (15.00) SUÐRINGAR-VÍKINGUR (15.00) Suðringar – Víkingur Sunnudagin klokkan 15 Dómari: Dagfinn Forná Suðringar møttu talsterkir upp í Gundadali til fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Suðringar prógvaðu eisini, at tað skal eitt sindur til at knúgva teimum. Dánjal Godtfred og Sal­ mundur Bech høvdu verið til próvtøku fyrr á degnum, og komu norð við tyrlu. Salmundur Bech gjørdi eisini bæði málini hjá Suðr­ ingum í dystinum. Nú verður spennandi at síggja hvussu nógv orka er eftir í teimum. Víkingur er á papp­ írinum favorittur, men Suðr­ ing­ar hava fingið stig í báðum dyst­unum í Sarpugerði móti Víkingi í ár. Málleysan javnleik í lands­kappingini og ein 2-0 sigur í steypa­kappingini. Tað kemur illa við hjá Suðr­ ing­um, at Stefan Radosavljevic ikki fær spælt við fullari megi, tí tal­an er ikki nógvar royndir á bonk­in­um. Tað er nærum kreppa í Víkingi, eftir at felagið heldur óvæntað Betri deildin menn 13. umfar: valdi at koyra venjaran, Maurice Ross. Síðani tapti liðið heili 3-0 fyri KÍ á heimavølli. Sigfríður S. Clem­ entsen er nýggjur venjari og kann als ikki lastast fyri ósigurin í Gøtu, men ósigurin er ein staðfesting av, at tað skal meiri til enn at skifta spælskipan, fyri at bjarga torføru gongdini hjá felagnum í løtuni. Víkingur verður uttan lið­skip­ aran, Atla Gregersen. Tað merkir helst, at Dennis Moreno og Adrian Cascaval verða í miðverjuni. Skal Víkingur gera sær nakrar tankar um at spæla í Evropa komandi kappingarár, so er ein sigur í Trongisvági eitt krav. Tað er meiri sannlíkt, tí Suðringar eru sperdir frá hálvfinaluni. SOSIALURIN TIPPAR: 1-2 Skála – EB/Streymur Sunnudagin klokkan 15 Dómari:Lars Muller Skála og EB/Streymur eru tvey feløg, sum hava ringt við at be­ stemma seg. Onkrar dystir sær tað út sum, at tey eru til reiðar at bjóða teimum stóru av. Aðrar dystir er tað sum um, at tey ikki hava tað, sum skal til. Veruleikin er nokk, at Skála og EB/Streymur eru tvey feløg, sum í løtuni klára seg væl eftir umstøðunum. Spurningurin er nú um serliga Skála kann bjóða av. Liðið hevur trý stig færri enn Víkingur, men ósigurin fyri 07 Vestur vísir eisini, at liðið fyrst og fremst skal hugsa um at slíta seg leyst av botnstríðnum. Seinast liðini møttust endaði tað við málleysum javnleiki. Hetta verður kanska nakað meiri spennandi, men ein javnleikur er eitt gott boð. SOSIALURIN TIPPAR: 1-1