Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018 SOSIALURIN 61 20 AB: Ikki við: Hørður Tórsson (økslin, 2 vikur), Absalon Eliasen (knæið, óvist), Jobin Drangastein (givin) Ivasamur: Bjarki Nielsen, Rasmus Dan Sørensen (knæið), Sørin Samuelsen (baklærið) B36: Ikki við: Róaldur Jakobsen (fótlið, langtíðarskaddur), Jónas Tór Næs (ryggur, langtíðarskaddur), Christian R. Mouritsen (fótlið, 2 vikur), Bjarni Petersen (lærskaði, 4 vikur), Eli F. Nielsen (leikbann), Magnus H. Jacobsen (leikbann), Benjamin Heinesen (leikbann) Ivasamir: Odmar Færø (vøddaskaði), Erlendur Magnusson (fótlið) EB/Streymur. Ikki við: Jóhannes Hansen (liðband, langtíðarskaddur), Rói Olsen (burturstaddur) HB: Ikki við: Sebastian Pingel (knæið), Aleksandar Stankov (búkvøddi) Ivasamir: Jógvan Skeel Nolsøe (lærkrikin), Jógvan Rói Davidsen (baklærið) KÍ: Ikki við: Hákun Edmundsson (Lærkrikin) Ivasamur: Jóannes K. Danielsen Við aftur: Kristoffur Jakobsen Meðan HB er stórfavorittur at vinna í Gundadali móti 07 Vestur, so møtast avbjóðararnir úr KÍ og B36 í Klaksvík. Við Stórá skal Víkingur reisa seg, meðan Skála og EB/Streymur skulu avgera hvør skal bjóða topp fimm av TRÓNDUR ARGE S unnudagin verður fult umfar í landskappingini hjá monnum. Størsti dyst­urin er óvia í Klaks­ vík, har KÍ tekur ímóti B36. Klaks­ vík­ingar hava, eftir eitt torført tíðarskeið, reist seg aftur og eru nú nummar tvey. B36 hevur kós móti steypafinaluni, men tapti eftir níggju sigrar upp í slag, tá runavíkingar vóru á vitjan sunnu­ dagin. Eftir hetta umfarið verður steðgur í eina viku, so feløgini kunnu tveita alt tey eiga eftir ein­ um sigri. KÍ – B36 Sunnudagin klokkan 15 Dómari: Kári á Høvdanum Skaðalistin hjá B36 tykist ongan enda taka í løtuni. Róald­ur Jakob­ sen, Christian R. Mourit­sen og Jónas Tór Næs hava sitið uttanfyri tað mesta av kapp­ingar­árinum, meðan Høgni Eysturoy er fyribils givin vegna skaða. Hartil fóru Odmar Færø og Erlendur Magnusson út í lands­ kapp­ingardystinum móti NSÍ, meðan Bjarni Petersen eisini er skaddur. Erlendur Magnusson er ivasamur til dystin sunnudagin, meðan Odmar Færø i besta føri er óalmindiliga ivasamur. Afturat tí, so hava Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen og Benjamin Heinesen leikbann, eftir fýra gul kort. Sostatt er B36 í ringasta føri uttan tíggju spælarar til dystin móti KÍ sunnudagin. Í Klaksvík eru Hákun Edm­unds­ son framvegis skaddir. KÍ vann góðan 3-0 sigur á Víkingi sunnu­ dagin og fótbóltslagið í Klaksvík er batnað seinastu vikuna. KÍ hevur ikki spælt í vikuni, og hevur tí kunna fyrireikað seg til dystin allan vikuna. So her eru tveir faktorar, ið tala fyri einum sigri til KÍ. Liðið hevur havt longri tíð at fyrireika seg, og hevur tað mesta av hópinum tøkt til dystin. Tó er vert at viðmerkja, at B36 eisini manglaði fleiri spælarar, tá liðið vann 3-2 á KÍ Gundadali fyrr í ár. Nú er KÍ á heimavølli og tykist liðið hava ein lítlan fyrimun. SOSIALURIN TIPPAR: 3-2 HB – 07 Vestur Sunnudagin klokkan 15 Dómari: Bjarki Danielsen HB er størsti favoritturin hetta um­farið. Havnarmenn liggja numm­ar eitt, meðan mótsøðuliðið liggur á tíggjunda plássi. Her er tó vert at bíta merki í, at 07 Vestur hev­ur tvey ting í sín lut. HB hevur spælt eina hálvfinalu mikudagin, með­an 07 Vestur fekk sín fyrsta sig­ur farna sunnudag. Sostatt kunnu vágamenn hava eitt sindur av sjálvsáliti við sær í Gundadal, hóast mótbrekkan er nakað brøtt. Í HB er Jógvan Skeel Nolsøe og Jógvan Rói Davidsen ivasamir. Báðir blivu útskiftir móti AB í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið mikudagin. Hartil sita Sebastian Pingel og Aleksandar Stankov uttanfyri. Fyri 07 Vestur er bara eitt fráfall. Tað er Martin Tausen, sum er burturstaddur. Tað var fagn­aður, tá 07 Vestur vann 4-1 á Skála í farna umfari. Munurin upp til niðurflytingarstrikuna er mink­aður, men enn er langt á mál. Tað skal ein djarvur vágamaður til at halda, at 07 Vestur fær nakað við úr Gundadali. Seinasti taptu teir 3-0 móti HB í Gundadali, men tað var ikki uttan mótstøðu, tí 07 Vestur hevði bæði tveir og tríggjar stórar málmøguleikar í dystinum. Fáa teir umsett hesar møguleikarnar, so er kanska eitt óvæntað stig at heinta? Sannlíkindini eru tó fyri, at HB vinnur enn eina ferð. Liðið er væl skipað, Heimir Guðjónsson hevur fult ræði á liðnum og flestu ivamálini koppa til HB. SOSIALURIN TIPPAR 3-1 NSÍ – AB Sunnudagin klokkan 15 Dómari:Petur Reinert Her er ongin ivi um, at NSÍ á papp­ írinum er favorittur, men seinast liðini spældu í Runavík vann AB 1-0. Tað var í steypakappingini, meðan NSÍ vann á Argjum stutt seinni í landskappingini. Tað er blást nýtt lív í NSÍ, eftir at liðið vann 3-2 í Gundadali móti B36. Runavíkingar vóru annars aftanfyri 2-1 eitt skifti í dystinum, meðan útskiftingar á báðum liðunum tóktust broyta dystin. NSÍ takkaði fyri seinasta hálva tíman og fór avstað við øllum. Símun Rógvi Hansen og Bárður J. Hansen er framvegis uttanfyri, meðan tað er eitt sindur ógreitt, um Tórður Thomsen verður førur fyri at spæla, eftir at hann fekk heilaskjálvta móti B36. Argjamenn eru sperdir undan hesum dystinum, tí liðið er skorið inn á bein. Ikki tí so nógvir spælarar mangla, men tí har eru ikki so nógvir spælarar at taka av, umframt at teir hava spælt í steypakappingini mikudagin. Ongin nýggjur skaði er, men nú byrja beinini hjá onkrum av spælarunum siga frá. Ein frískt AB-lið hevur tað, sum skal til at bjóða NSÍ av, men tað ilt at síggja argjamenn fáa stig í Runavík. SOSIALURIN TIPPAR 3-1 Upptakt 13. umfar: NORÐOYAR­ STEVNAN ER BESTI VINURIN HJÁ HB LIÐTÍÐINDINI: