Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018 SOSIALURIN 61 19 Føroyar eitt valdømi Aftaná nógva umrøðu og hart orðaskifti verð­ur uppskotið samtykt tann 25. okt­ober 2007, tó við broytingini, at tað skulu vera 33 ting­menn heldur enn 31, sum upp­runa­upp­ skotið legði upp til. Umboð úr øllum fýra stóru flokkunum at­kvøða ímóti, samstundis sum umboð úr somu flokkum, umframt teimum smærru, atkvøða fyri einum valdømi. Sjálvandi hava øll havt sínar serstøku orsøkir til at atkvøða fyri. Summi hava heilt vist ímynda sær, at skip­anin við einum valdømi fór at hækka støðið í føroyskum politikki og fór at føra við sær landspolitikarar, men fyri smærru flokk­ arnar og fyri valevni, sum halda seg vera popul­erari í landinum sum heild enn í sínum val­dømi, hevur tann parturin uttan iva verið ein motivatión. Hjá smærru flokkunum er fyri­munurin varandi, men popularitetur hjá einum einstøkum valevni er komandi og far­ andi, og tí hevur í fleiri førum bara verið tal­ an um løtuvinningar. Tó er púra greitt, at gamla skipanin við 7 valdømum hevði síni lýti, serliga tí Suð­ ur­streymur var undirumboðaður í mun til fólkatalið. Hyggja vit til dømis at ting­in­um, sum atkvøddi um eina valdømið í 2007, so vóru 10 fólk vald úr Suðurstreymi, sam­ stundis sum 22 vóru vald í øðrum valdømum. Sam­stundis búðu síðst í 2007 18.385 fólk í Suð­ur­streymi og 48.311 í landinum samlað. So­statt hevði Suðurstreymur 31 % av ting­ mann­ingini, hóast tey umboðaðu 38 % av fólk­unum. Í dag eru umleið 13 tingfólk úr Havn (veldst hvussu tað verður gjørt upp), sum svarar til 39 % av tingmanningini í mun til eitt fólkatal, sum svarar til líka undir 40 %. Royndu at bøta skaðan Á heysti í 2009, bara tvey ár eftir at verandi valdømisskipan var samtykt, ger Sosialurin støðuna upp, og tað vísir seg nú at vera meiriluti fyri at fara aftur til fleiri valdømi. Heili 5 av teimum, sum høvdu atkvøtt fyri einum valdømi í 2007, hava broytt hugsan. Ein tilgongd fer stutt eftir í gongd, har Hergeir Nielsen, frávaldi tingformaðurin í 2002, sum nú endiliga er vorðin ting­for­mað­ ur, setir eina kanning í verk um at broyta skip­anina. Uppskotið, sum tóktist mest sannlíkt, var eitt skipan við 5 valdømum, har farið var aftur til gomlu valdømini, men Vágar og Norð­urstreymur umframt Sandoy og Suð­ uroy skuldu vera felags valdømir. Sosialurin setir á vári í 2010 hesa skipan upp við vegleiðing frá serfrøðingum. Valið í 2008 verður nýtt sum dømi og síðan verður høvd sett á, hvørji høvdu verið vald við 5 val­dømum. Úrslitið verður, at Edmund Joen­sen ikki hevði verið valdur og um lands­stýrisfólkini vóru tey somu, so hevði Eyð­gunn Samuelsen ikki komið á ting, men kort­ini hevði kvinnuumboðanin verið størri. Sostatt bendir nógv á, at Føroyar eru á veg burt­ur frá einum valdømi, tí tingmanningin tyk­ist hava lært av mistakinum. Ella kanska høvdu fleiri bara lagt til merkis, at tey kortini høvdu betri møguleikar fyri afturvali við fleiri valdømum. Undir hesari seinnu ABC samgonguni verð­ur spurningurin um valdømi sostatt aft­ur eitt stórmál og fleiri uppskot liggja í ting­inum um tillagingar. Eitt uppskot um at fara aftur til tey 7 gomlu valdømini, har Suð­ ur­streymur tó fekk ein tingmann afturat, verð­ur enntá samtykt við aðru viðgerð, men end­ar við at fella, tí Gerhard Lognberg av onkr­ari kanska tilvildarligari orsøk ikki er í ting­inum, men Heðin Mortensen er har í stað­in, og Bill Justinussen skiftir hugsan mill­um 2. og 3. viðgerð. Í skrivandi stund hev­ ur Sandoyggin ein tingmann í mun til tveir í 2010 og Eysturoy fimm í mun til sjey í 2010. Hetta er eisini í tráð við eina samanbering, sum Pól R. Wolles, stjórnmálafrøðingur, hev­ ur gjørt við Ísrael – sum saman við Grønlandi er einasta land í vesturheiminum við einum val­dømi – har funnið verður fram til, at ser­ liga økini tætt við høvuðsstaðin missa sína um­boðan við einum valdømi. Allar ótonktar avleiðingar Síðan 2010 hava tvey onnur val verið við einum valdømi, og tað eru ikki bara upp­ runa­liga væntaðu avleiðingarnar av einum val­dømi, sum hava víst seg. Eitt er, at summi øki hava mist politiskt vald, men størru av­ bjóð­ingarnar eru so nógvar aðrar. Eitt er samanblandið millum kommunur og løg­ ting, har øki savna seg um ein høvding, sum kanska fær togað nakrar milliónir ella okk­ urt arbeiðspláss til sítt øki. Eitt annað er Poul Michelsen bleiv fornermaður við Fólka­ flokk­in og stovnaði sær ein havnaflokk. Og tá eri eg ikki komin inn á gomlu polit­ isku flokkarnar, sum eru í sori. Lokalfeløgini ana, tá løgtingsval nærkast, tí nøkur valevni, sum oftast ongan kjans hava til at verða vald, skulu á ein uppstillingarlista. Ofta verða trúgvir stuðlar hjá flokkunum settir á list­an, meðan mann samstundis roynir at finna sær onkur fólk, sum fáa nógv likes á face­book ella ofta eru í sjónvarpinum. Tí tað er hesi seinnu mann má satsa uppá, nú tað ikki snýr seg um at savna nóg mikið úr ein­ um øki til eina munandi umboðan á tingi, men heldur hevur tørv á toppskorarum, sum draga onnur inn um tinggáttina, so flokkurin hev­ur eina umboðan, sum kann brúkast í spæl­inum um valdið eftir valið. Sonja Jógvansdóttir og Javnaðarflokkurin eru eitt gott dømi, har flokkurin minkaði so skjótt sum blekkið úr printarnum við enda­ liga samgonguskjalinum var turt. Í grund­ ini vísir flokkurin seg í løtuni sum eitt savn­ ing­arstað og pallur hjá flokshopparum og tí mann annars hevur funnið av fólki mill­um pubbina á Tvøroyri og virkið á havn­ar­lagn­ um. Her skulu vit eisini minnast til, at her er altso talan um peningaliga sterk­asta pol­ itiska flokkin í landinum, sum í grund­ini hevur eitt sterkt bakland og heldur felags­ til­tøk fyri allan flokkin fleiri ferðir um árið. Kann broytast líka fra ólavsøku til flagg­dag Við øktu umboðanini úr Havn hava vit hartil uppliva eina støðu, har alsamt fleiri kring landið ikki kenna seg aftur í tí, sum fer fram í tinginum.  Føroyaflokkurin er tað nýggja, og tað er væl skilligt at hann verður stovnaður í hesum tíðum. Men vísir tað á ein politikk fyri alt landið, tá høvuðsendamálið er, at tey 40%, sum búgva í høvuðsstaðnum ikki skulu hava nakað meira, fyrr enn ein ávísur tunn­ il er gjørdur og gjøldini frá alivinnuni fara beint í kommunukassar á bygd? Svarið sigur seg sjálvt. Kanska er tað veruliga ikki so stórur mun­ ur á, hvar landið leggur sínar íløgur í dag í mun til fyri 15 árum síðan. Men skuldi nøkur íløga gerast nakrastaðni, so máttu fólk úr fleiri økjum atkvøða fyri. Fyri 15 árum síðan bar til at fáa politikarar úr øllum Føroyum, at taka undir við at stovna almennar stovn­ ar í Havn og at gera útbyggingar av Lands­ sjúkra­húsinum. Tað var ikki ein so stórur vandi fyri skilagóðar avgerðir, at alt landið hevði umboðan tryggjaða. Kanska eri eg naivur, men eg hugsi tað júst er ein breið sam­anseting, sum altíð er umboðandi fyri alt landið, sum kann býta valdið soleiðis ímill­um sín, at mann tekur skilagóðar av­ gerðir fyri alt landið og ikki bara leitar eft­ir løtu­vinninginum við at vera taktiskt for­ nerm­aður. Eg dugi í øllum førum ikki á nakran hátt at síggja, at verandi valskipan er nakað annað enn ein røð av óhepnum hendingum, sum byrjaði, tá tað gekk illa at skipa samgongu í 2002, bleiv sett í verk, tá Edmund Joensen legði til merkis, at tað fyri afturval ikki var eitt kupp at vera tingformaður, og enn ikki er vorðin rættað, hóast tinglimir og lands­stýris­ fólk hvønn einasta dag í árinum millum ólav­ søku og flaggdag hava møguleika at gera nakað við tað. Tórshavn 25. mai 2018 Úr uppskotinum sæst aftaná eina søguliga gjøgnumgongd av valskipan, faln­ um og sleptum broytingarætlanum Fyri 15 árum síðan bar til at fáa politikarar úr øllum Føroyum, at taka undir við at stovna almennar stovn­ar í Havn og at gera útbyggingar av Lands­ sjúkra­húsinum