hósdagur 31. mai 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018
SOSIALURIN 61
18
E
itt tíðarskeið sum yngri brúkti eg
sera nógvar tímar uppá at hyggja
at dokumentarsendingum um flog
før, skip, tok og annað, sum end
aðu í vanlukkum. Ofta byrjaði parturin við,
at úrslitið fekst at vita, og síðan var farið
aftureftir at finna útav hví tað hendi. Tá
greiðast skuldi frá, hvør orsøkin til hend
ingina var, var svarið hvørja ferð tað sama:
“Ein røð av óhepnum hendingum”.
Tað var ikki ein spurningur um, at veik
asta liðið í ketuni ikki helt, men at fleiri lið
og onkuntíð øll liðini ikki riggaðu, sum tey
skuldu.
Í politikki eru tað ofta somu mistøkini,
sum henda umaftur og umaftur, og hava við
sær, at samfelagið riggar verri aftaná enn
áðrenn ein avgerð varð tikin. Typiskar or
søkir til slík mistøk eru til dømis fornermilsi,
løtuvinningur og taktikkur.
Tað var ein slík røð av óhepnum hend
ingum, sum fór í gongd beint eftir valið í
2002, og sum vit enn ikki hava sæð enda
ligu avleiðingarnar av nú 16 ár seinni, hóast
flokkarnir eru farnir í sor og mest áhuga
verda ásin í føroyskum politikki snýr seg
um, hvussu øki í Føroyum innanhýsis
kunnu berjast ímóti hvørjum øðrum í ein
um høvdingaspæli, har politikkur meira og
meira snýr seg um persónliga inntøku og
persónligt vald, og alsamt minni snýr seg at
røkka ávísum málum fyri samfelagið.
Sjálvandi kann hugsast, at onkur av
tingunum kanska høvdu hent, hóast onkur
viðurskifti vóru øðrvísi, men í fleiri førum
kundi skriðan verið steðgað, ella í øllum før
um verið stýrd ein annan veg. Sjálvandi er
tað mesta - um ikki alt - av hesum bakklók
skapur, og sjálvandi kann hugsast, at okkurt
faktuelt og onkur meting er skeiv, men kort
ini meti eg hetta geva eina nøkulunda rætt
vísandi mynd úr politisku skipanini.
Tingformaður av Oyri
Tað er mikudagur 15. mai 2002. Løgtingsval
hevur júst verið, og tað gekk so mikið væl hjá
sitandi loysingarsamgonguni, at hon hevði
16 tingmenn tá avtornaði, og tí ikki hevur
meiriluta ímóti sær í løgtingum. Telvingin
um samgonguna er ikki liðug og kann enn
fara allar vegir, men sambært stýrisskipanini
skal tingið hittast til fyrsta fundin í seinasta
lagi tólvta yrkadagin eftir valdagin. Á fyrsta
fundinum skal løgtingsformaður veljast, og
av onkrari orsøk ger nývaldi tingmaðurin og
einasta umboðið fyri Sjálvsstýrisflokkin á
tingi, Kári P. Højgaard, av at taka undir við
Jóannes Eidesgaard og Javnaðarflokkinum,
sum hava skotið upp, at Edmund Joensen
úr Sambandsflokkinum skal vera ting
formaður. Samstundis megna Tjóðveldis
flokkurin og Fólkaflokkurin ikki at semjast
um ein tingformann. Tjóðveldið peikar á
Hergeir Nielsen hjá sær sjálvum. Fólka
flokkurin á Óla Breckmann. Trý umfør av
atkvøðugreiðslum fara í gongd fyri at finna
tingformann, nú ongin hevur meiriluta
aftanfyri seg, og í triðja og seinasta umfar
inum, tá Óli Breckmann ikki longur er ein
valmøguleiki, eru tað framvegis 16 av 32,
sum velja Edmund Joensen. Bara 13 av 32
velja Hergeir Nielsen. Sostatt er Edmund
Joensen vorðin tingformaður, og nærum
allar hugsandi samgongukombinatiónir eru
framvegis gjørligar, hóast Sosialurin greitt
vísir á, at tað ikki ber til at koma uttan um
Javnaðarflokkin í verandi støðuni.
6. juni var nýggja landsstýrið loksins klárt
við Anfinni Kallsberg sum løgmanni og 8
landsstýrisfólkum úr Tjóðveldisflokkinum.
Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvs
stýrisflokkinum.
Í hesi samgonguni var stevið nokk alla
tíðina ivasamt, men seinasti seymurin í
kistuna var helst bókin Skjót Journalistin,
sum snúi seg um óreglusemi á einum virki í
Norðdepli umleið kvarta øld frammanund
an, har Anfinn Kallsberg, sum nú var løg
maður, hevði sín stóra leiklut. Helst hevði
søgan ongantíð komið fram, um samgongu
stevið var betri, men endin bleiv, at Tjóð
veldisflokkurin fríggjamorgunin 30. nov
ember 2003 boðaði løgmanni frá, at álitið var
rokið. Úrslitið varð nýval, sum varð hildið
20. januar 2004. Hetta bleiv byrjanin til ABC-
tíðarskeiðið í føroyskum politikki.
Einmælt valdur
Tá tingformaður skal veljast týsdagin 3.
februar 2004, er tingmanningin ivaleys. Ed
mund Joensen hevði gjørt tað fínt sum ting
formaður stutta valskeiðið frammanundan,
har hann enntá sat í andstøðu. Hvør einasti
tingmaður atkvøður fyri dámliga manninum
av Oyri, hvørs ivasama eftirmæli sum løg
maður var um at vera gloymt.
Valskeiðið 2004-2008 gekk rímiliga væl hjá
ABC samgonguni. Vanligt stríð var, men tað
gekk væl í samfelagnum og við yvirtøkulóg
og uttanríkislóg var ein roynd gjørd at seta
punktum fyri fullveldismálið, samstundis
sum javnaðarløgmaðurin, Jóannes Eides
gaard, staðfesti at stættarstríðið var av. Ar
beitt varð eisini við einari Visjón 2015, sum á
nógvan hátt seinni bleiv til veruleika. Hartil
bleiv Norðoyatunnilin liðugur hetta tíðar
skeiðið og § 266b í revsilógini ásett at vera
galdandi fyri kynsliga sannføring.
Geniali taktikkurin til løtuvinning
Ímóti endanum av valskeiðnum var fyrr
verandi løgmaðurin av Oyri greiður yvir, at
lutfalsliga passivi leikluturin sum tingfor
maður ikki var besta staðið at skaffa sær
atkvøður til eitt komandi val. Serliga sansaði
at, nú tað blivu nógv sterk valevni úr Eyst
uroynni, og teir í veruleikanum blivu tríggir
at berjast um teir báðar sessirnar, sum Sam
bandsflokkurin kundi væntast at fáa í val
døminum. Men úr vakra urtagarðinum á
Oyrarbakka sæst svarið til at betra um
møguleikarnar fyri afturvali meira ítøkiligt
enn nakra aðrastaðni: Brúgvin um Streymin.
Tí sjálvandi kenna og dáma øll sambandsfólk
og onnur afturat hinumegin Streymin Ed
mund Joensen.
Úr sessinum sum løgtingsformaður legði
hann tí uppskot fyri tingið um at skipa
Føroyar sum eitt valdømi í staðin fyri tey
verandi sjey. Úr uppskotinum sæst aftaná
eina søguliga gjøgnumgongd av valskipan,
falnum og sleptum broytingarætlanum, at
fyrsta grundgevingin fyri at broyta skipan
ina er betraða infrakervið í landinum. Hartil
verða broytta fólkasamansetingin og vænt
andi betraða kvinnuumboðanin nevnd sum
grundgevingar saman við betraða møguleik
anum hjá einstaklingum at koma á ting. Í
orðaskiftinum var eisini ótroyttiliga ført
fram, at nú fór lokalpolitikkurin at blíva
burtur úr føroyskum politikki.
Tá fólk á gøtuni blivu spurd, svaraðu tey
meira konkret, at tað kundi verið gott at valt
tann persónin, sum mann reint faktiskt vildi
hava á ting.
Ikki bara eitt møguligt úrslit av upp
skotinum kundi gagna uppskotssetaran
um. Áhugin fyri uppskotinum og kjakið um
uppskotið gav eisini tingformanninum ein
góðan pall, har hann sjálvur var høvuðs
leikarin, sum vísti seg fram til eitt komandi
val. Timingin kundi í øllum førum ikki
verið betri, nú hvørki loysing/samband ella
vinstra/høgra vóru høvuðsmál, samstundis
sum § 266b longu var samtykt.
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum,
sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini
eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er
viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Eirikur Í Jákupsstovu
Løgfrøðingur
EIN RØÐ
AV ÓHEPNUM
HENDINGUM
Tað var ein slík røð
av óhepnum hendingum,
sum fór í gongd beint eftir
valið í 2002, og sum vit
enn ikki hava sæð enda
ligu avleiðingarnar av
nú 16 ár seinni, hóast
flokkarnir eru farnir í sor