hósdagur 31. mai 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018
SOSIALURIN 61
17
Kunnu ikki krevja at øll
eru teldusnillingar
Pensjónistarnir missa yvirlitið yvir sína egnu fíggjarstøðu, um teir ikki
fáa brøv frá bankanum, sigur forkvinnan í Landsfelag Pensjónista.
DANJAL AV RANA
T
algildu Føroyar blívur
meiri og meiri ein veru
leiki, men tað er ein
avbjóðing hjá teimum
eldru í samfelagnum og øðrum,
sum ikki eru teldukøn. Meiri og
meiri samskifti verður nú sent el
ektroniskt umvegis skipanir sum
MínBoks, og seinast í røðini er,
at BankNordik boðar frá, at frá
1. oktobur gevst bankin at senda
brøv til kundar sínar.
Landsfelag pensjónista harm
ast hesa avgerð, tí hetta fer í stór
an mun at raka teirra limir. Tað
heldur Beate L. Samuelsen, sum
er forkvinna í felagnum.
- Fólk frá bankanum hava
verið á fund við okkum um broyt
ingarnar, men tað er greitt, at hetta
fer at ávirka okkum pensjónistar
nógv, sigur nývalda forkvinnan í
Landsfelag Pensjónista.
Hava ikki teldu
Hon vísir á, at mong eldri fólk als
ikki eiga teldu, teldil ella snildfon
og nýta tískil ikki netbankan, sum
nú verður samskiftismiðil hjá
bankanum.
- Vit gjørdu vrøvl, tí at mong
okkara als ikki hava teldu, og nógv
av teimum, sum hava teldu, tora
ikki at nerta við tær, sigur hon.
Gamaní hevur BankNordik
bjóða sær at koma út at halda
skeið fyri teimum, sum ikki duga
at brúka netbankan, men Beata
L. Samuelsen ivast í, um tað fer at
hjálpa stórt.
- Eg vil siga, at nógv eldri fólk,
kanska serliga tey yvir 75 ár, hava
kanska ongantíð rørt eina teldu.
Hvat skulu tey gera? Og so skulu
tey fáa eina rokning upp á 20 krón
ur um mánaðin, sum skal gjaldast
av eini pensjón, sum ikki er serliga
høg frammanundan, sigur hon.
Beate L. Samuelsen heldur, at
hetta er øgiliga keðiligt fyri pen
sjónistarnar.
- Tey missa nú fullkomiliga
yvirlitið yvir fíggjarligu støðuna
hjá sær. TAKS sendir heldur ikki
brøv út. So tá vit nú mugu í bank
an at kanna kontuna, so fáa vit
einans upplýst, hvussu nógv er
á kontuni, ella hvussu nógv er
komið inn á kontu. Tað einasta
tey so varnast, er at upphæddin,
sum er komin inn, ikki samsvarar
við tað, tey skuldu fingið í eftir
lønargjaldið, tí tey síggja ikki, at
skattur, kringvarpsgjald, heilsu
trygdargjald og so framvegis alt er
tikið av pensjónini longu, greiðir
hon frá.
Hava langan veg
til bankan
Forkvinnan hjá pensjónistunum
vísir á, at við hesum verður bankin
fluttur uppaftur longur burt frá
elstu kundunum.
- Nógvar gamlar bankadeildir
eru “lukket og slukket,” so eingin
banki er í bygdini. Pensjónistar í
Sandvík mugu heilt upp á Tvør
oyri. Og tá tey so koma hagar, so
fáa tey at vita, at tað ikki stendur
so nógv á kontuni, sum tey hildu.
So hetta er synd fyri ein part av
pensjónistunum, sigur hon.
Talgildingin av Føroyum er heilt
greitt ein avbjóðing fyri teir elstu
føroyingarnar, heldur forkvinnan
í Landsfelag Pensjónista.
- Hetta er ein stór avbjóðing
fyri ein part, tí tey fáa ikki øll
fylgt við. Man kann ikki krevja, at
tey øll skulu vera teldusnillingar,
nógv teirra tora kanska als ikki
at tendra eina teldu. Nógv fáa
kanska eisini ein teldil frá børnum
ella abbabørnum, tí tað skal vera
so smart, men sannleikin er, at
tað hjálpir nógvum líka lítið. Tey
takka fyri og eru glað um gávuna,
men í stóran mun verður hon ver
andi ónýtt, sigur hon.
- At koma og geva teimum eitt
skeið munar lítið, tí bara eina
viku seinni kunnu tey longu hava
gloymt alt. Tey skilja ikki ein pinn
kortini, nógv teirra megna ikki at
fylgja við, tí tað kortini blívur ov
tekniskt, sigur Beate L. Samuelsen.
Pensjónistarnir
hava fingið
nýggja forkvinnu
EYÐUN KLAKSTEIN
Landsfelag Pensjónista hevur
havt aðalfund, og nevndin hev
ur skipað seg av nýggjum.
Arne Thorsteinsson og Alma
Petersen, sum hava myndað
felagið seinastu árini, stillaðu
ikki uppaftur, og í teirra stað
vóru Alfred Olsen og Ingrid
Henriksen vald.
Nýggj forkvinna er Beate L.
Samuelsen, og Ingeborg Winth
er er næstforkvinna.
Hini í nevndini eru Maria
Olsen, Alfred Olsen og Ingrid
Henriksen. Varalimir eru Jóhan
í Smiðjuni , Hans Jacob á Kósini
og Elna Strøm.