Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018 SOSIALURIN 61 16 KONTO­AVRITINI FARA Í SØGUNA Frá 1. oktobur fer alt samskifti frá BankNordik til kundar sínar at ganga fyri seg í netbankanum. Ongantíð aftur fert tú at finna eitt bræv frá BankNordik í postkassanum. DANJAL AV RANA B ankNordik fer í heyst at gevast at senda brøv til kundar sínar. Framyvir skal alt skrivligt sam­ skifti við kundarnar vera umvegis net­bankan. Broytingin kemur í gildi 1. oktobur í ár. - Fleiri kundar hava biðið um at sleppa undan brøvunum og sam­stundis síggja vit, at hetta hevur nógvar fyrimunir við sær, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik. - Hetta er ein nógv skjótari sam­ skiftisháttur. Boðini koma út til kundan beinanvegin, tí at har er eingin millumliður millum okkum og kundan, sigur hon. Hon vísir á, at við vanligum posti er tað eisini ein avbjóðing, at fólk ikki lesa brøvini, sum tey fáa frá bankanum, onkuntíð boða kund­arnir ikki frá, tá teir flyta, og tá kann blíva trupult at fáa fatur á teim­um, um bankanum tørvar eitt orð á tey. Hon sigur, at hóast BankNordik sjálvandi fer at spara nakað í porto við hesi broytingini, so er tað ikki høvuðsorsøkin til at bankin nú fer yvir til einans at nýta elektroniskt samskifti. - Týdningamesta orsøkin er, at hetta styttir um frástøðuna mill­um kundan og bankan. Vit fáa skjótari fatur á kundanum og kundir fær skjótari fatur á okkum, sigur Turið F. Arge. - Ein annar fyrimunur er, at kund­in nú fær eitt greitt arkiv yvir alt samskifti við bankan, so øll gomul brøv er lætt atkomilig hjá kundanum, sigur hon. Elektroniska samskifti verður alt umvegis netbankan. Orsøkin til hetta er, at netbankin er ein trygg­ ari samskiftisháttur enn van­ligur teldupostur. Um ein ikki hev­ur netbanka, verður samskifti um­ vegis MínBoks. - Onkur hevur spurt, um vit ikki kunnu samskifta umvegis teldu­post, men har vísa vit á, at teldu­posturin ikki er ein so trygg sam­skiftistøkni. Tað er tó gjørligt at fáa eina áminning sendandi til teldupostin ella sum sms til tele­ fon­ina, tá tú hevur fingið eitt bræv í net­bankan, sigur hon. Um fólk kortini vilja fram­hald­ andi fáa brøv frá bankanum, ber tað til, men fyri ein kostnað. Sam­ bært rakstrarstjóranum fer tað at kosta 20 krónur um mánaðin. Ung og gomul eru undantikin Hon ásannar, at hetta kann vera ein avbjóðing fyri nakrar aldurs­ bólk­ar, men tí eru eisini undantøk í skipanini. - Børn undir 18 ár skulu ikki gjalda fyri postin, eins og at fólk fødd áðrenn 1. januar 1945 heldur ikki skulu rinda, sigur Turið F. Arge. Landsfelag Pensjónista hevur gjørt vart við sína ónøgd um ætl­ aðu broytingarnar. Turið F. Arge vísir kortini á, at nógv eldri fólk eru somikið teldukøn, at tey ikki fara at merkja stórvegis mun. - Fólk kunnu velja at fáa brøvini sendandi, um tey ynskja, men nógv teirra nýta longu netbankan og eru von við at samskifta umvegis hann. Ein rættiliga stórur partur av okkara kundum, eisini teimum eldru, nýta netbankan, so fyri nógv teirra er talan ikki um nakað nýtt, sigur hon. Turið F. Arge sigur, at fundir hava verið millum Landsfelag Pen­ sjónista og bankan, fyri at greiða frá hesum broytingunum. - Vit hava verið úti og víst teim­ um, hvussu netbankin virkar og hvar tey finna samskifti á telduni. Vit hava eisini bjóðað okkum at koma út til lokalfeløg teirra og und­irvísa limunum í at nýta net­ bank­an, sigur hon. - Tað er heldur ikki soleiðis, at allir pensjónistar eru eins. Nógv­ir pensjónistar eru vanir at arbeiða við teldu og nógvir teirra brúka longu netbankan. So pen­ sjónistarnir eru longu nú nógv meiri talgildir enn teir vóru fyrr. Hin­vegin, øll, sum ynskja tað, kunnu framvegis fáa brøvini send­ andi, og fyri tey elstu er tað eisini fram­vegis ókeypis, sigur hon. Ben Arabo, forstjóri í Betri, sigur í stuttari viðmerking, at fyribils hevur Betri Banki ikki umrøtt at gev­ast at senda kundum sínum brøv við postinum.