hósdagur 31. mai 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018
SOSIALURIN 61
15
mørkini. Sambært honum finst einki lætt
svar upp á hendan torføra spurningin.
- Tað er trupult at kenna mein í annans
bein, tó tað kann vera so mangt, sum fær
fólk at fara um vanlig, almenn viðtikin
atburðarmørk. Summi megna ikki altíð at
stýra sær nóg væl. Nógv tilelving til atburð
er enntá í sálardýpinum dult ella ótilvitað
sjálvt fyri persóninum sjálvum. Sálardýpið
er fyri okkum ein stórur loyndardómur,
greiðir Eyðun Joensen frá.
Pensjóneraði sálarfrøðingurin vísir til
tankarnar hjá kenda eysturríkska sálar
frøðinginum Sigmund Freud, tá ið hann
skal útgreina, hvat hann sipar til.
- Gamli Freud ímyndaði sær í síni tíð
sálarskipanina sum eitt ísfjall, har bert
toppurin kemur undan og er sjónskur fyri
okkum sjálvum og øðrum. Tí kann tað vera
trupult at gruna um fjald persónsløg undir
vatnskorpuni og harvið sálardýpinum,
tíansheldur grugginum niðast í sálarskip
anini, sigur Eyðun Joensen.
Ísfjøll kunnu koppa
Sálarfrøðingurin heldur fram við mynda
taluni fyri at vísa á, at eins og ísfjøll kunna
koppa og úrslita í, at tað, sum áður var dult,
kemur til sjóndar, so kann tað, ið áður hevur
verið dult fyri menniskjum, brádliga koma
til sjóndar.
- Eins og ísfjøll í ólíkindum kunnu vagga
ella koppa sær á og harvið avdúka nakað av
tí ósýniliga og dulda, munnu í sálarhøpi og
harvið atferð, mong menniskju ofta gerast
ovfarin og kløkk av tí, sum tá gerst sjónskt
viðvíkjandi kenslum og tilelving, sum so
kunnu viðvirka til óvæntaðan og møguliga
bannaðan atburð, sigur Eyðun Joensen.
Slíkir tankar og atburður frá tí dulda í
menniskjanum kunnu koma til sjóndar á
ymiskan hátt. Gjøgnum dreymar kunna vit
droyma um gerðir, ið loypa hvøkk á okkum
og í rúsaðum standi kunnu vit gera ymiskt,
ið annars ikki hevði fallið okkum inn at
gjørt, sigur Eyðun Joensen. Men menniskju
eru kortini ymisk, og har nøkur megna at
kvala slíkar tankar við føðing, so eru onnur,
ið lata hesar tankar taka skap.
- Flestu okkara munnu hava kent okk
um heit um skallan av slíkum fremmanda
kendum opinberingum úr egnum sálardýpi,
tó vit vónandi sjálvi megna at aga alment
bannaðan atburð við atliti til samfelags
moral, egnan etikk umframt galdandi revsi
lóg. Men eru ísfjøll ymisk, so eru menniskju
tað ikki minni. Summi okkara tráa í lívinum
eftir at at føra okkum fram og gera okkum
upp við at troyta givin samfelagsmørk ella
enntá bróta slík, sigur Eyðun Joensen.
Atburður kann provokerast
Um atburður, ið fer út um mark, er goymdur
í tí dulda hjá teimum flestu og brádliga
kann koma til sjóndar, so inniber tað eisini,
at púra vanlig hampafólk kunna fremja
gerðir, ið eru óhugsandi og um øll mørk.
Eyðun Joensen vísir á, at tað kunna vera
nógv viðurskiftir, ið kunna lata upp fyri ella
framprovokera ein ávísan atburð.
- Millum annað kann nevnast subjektivt
upplivað trongstøða, frustratión, óberandi
strongd saman við stuttum fjúsi. Slíkt kann
í neyðini útloysa óvæntaðar og ógvusligar
kenslubornar ella brádligar gerðir, herðindi
og annan brádligan ágang, ið kunnu sýnast
sum atburðarlig skammlop. Í slíkum førum,
so er tað sjáldan at tað frammanundan er
lagt til rættis og skipað fyri. Tá eru væl
fyrireikað og planløgd lógarbrot, framd kalt
og kyniskt, nakað heilt annað og ofta hópin
meira sjúklig, sigur Eyðun Joensen.
Alnótin veitir falska trygd
Í málinum um 42 ára gamla føroyingin
er tað merkisvert, at hann og kvinna ikki
kendu hvønn annan, áðrenn tey byrjaðu
at skriva saman, og at tey longu fýra dagar
eftir, at tey byrjaðu at skriva til hvønn
annan, fóru at skriva um kynsliga ágangin
móti soninum.
Dómarin metti ikki, at kvinnan kundi
bera seg undan við at siga, at hon bleiv
manipulerað av føroyinginum, men Eyðun
Joensen metir, at ein av orsøkunum til,
at hetta læt seg gera, kann hava verið, at
maðurin hevði okkurt slag av taki á henni.
- Kvinnan hevur sagt, at hon var blint for
elskað í honum og gekk við til at gera nøkur
av tingunum fyri ikki at missa hann. Tað er
ikki manipulasjón, men tað er forelskilsi, og
danir siga, at kærleiki ger ein blindan. Blint
forelskilsi kann samanlíknast við akutta
psykosu, tí man verður púra órealistiskur,
sigur Eyðun Joensen.
Harumframt metir Eyðun Joensen, at
alnótin kann geva fólkum eina falska trygd,
tá tey skrivað til fremmand, tí tað tykist
ikki at vera eins veruligt sum at tosa við
ein persón undir fýra eygum.
- Tað er væl hugsandi, at teldu- og inter
netsamskiftið hjá summum kann vera
ein funnin fressur at samskifta óansæð
og minni forpliktandi og soleiðis meira
óbundið enn í sínámillum samskifti andlit
til andlits. Tí kenna fólk seg tað frælsari,
tó at borðið kann fanga í ólukkumát, tá og
um tú í sama ovfarakæti og kanska enntá
rúsaður, kemur at trýsta á send-knøttin,
sigur Eyðun Joensen.
Eftir at tey bæði høvdu samskift í tveir
mánaðir gjøgnum LinkedIn, blivu bæði
tvey útihýst frá sosiala miðlinum, eftir at
LinkedIn hevði varnast myndirnar, ið tey
sendu hvørjum øðrum. Spurdur um, hvussu
tað ber til, at tey bæði tá ikki blivu bangin
og góvust, sigur Eyðun Joensen, at frágreið
ingin kann vera, at slík fólk sjáldan finna
seg í eftirliti.
- Útblaking av LinkedIn átti at verið
uppfatað sum ein álvarslig ávaring um, at
mørkini eru brotin, og onkur hevur varnast
tað. Men sjálvsøknir, treiskir, erpnir og upp
gjørdir markbrótarar vilja sjáldan finna seg
í almennum eftirliti. Tey flestu hava roynt
at sagt foreldrunum ímóti, tá tey eru um 12
ára aldur, og tað er nakað tað sama. Tað eru
nøkur, ið ikki vilja finna seg í at verða sett
upp á pláss, hóast tey gera okkurt skeivt,
sigur Eyðun Joensen.
SÁLARDÝPIÐ ER EIN
STÓRUR
LOYNDARDÓMUR