Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018 SOSIALURIN 61 14 - Eins og ísfjøll í ólíkindum kunnu vagga ella koppa sær á og harvið avdúka nakað av tí ósýniliga og dulda, munnu í sálarhøpi og harvið atferð, mong menniskju ofta gerast ovfarin og kløkk av tí, sum tá gerst sjónskt viðvíkjandi kenslum og tilelving, sum so kunnu viðvirka til óvæntaðan og møguliga bannaðan atburð, sigur Eyðun Joensen HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO A llastaðni, har menniskju savnast í bólkum, verða mørk skapt. Nøkur teirra sjónlig, meðan flestu eru ósjónlig. Ein tjóð ella eitt samfelag er einki undantak frá hesum. Umframt tey lógarmørkini, ið verða ásett av politikarum og handhevjað av løgregluni, so taka persónar dagliga atlit til fleiri ósjónlig mørk, so sum moralsk, etisk og persónlig mørk. Tað er heldur ikki ókent, at hesi mørk verða brotin. Hvørja viku møta fleiri føroyingar í Føroya rætti og skulu standa til svars fyri ymisk lógarbrot, og munnu vit øll kenna til at bróta onkur mørk, ið ikki hava beinleiðis revsirættarligar avleiðingar. Av og á koma tó nøkur mál undan kavi, ið vekja ans, tí tey bróta fleiri av teimum mørkum, ið vit hava sum eitt samfelag. Mál, sum víkja so nógv frá vanligum atburði ella eru so víðgongd, at tey bróta bæði moralsk, etisk og lógarmørk í einum samfelagi. Dómur fall mánadagin í einum slíkum máli, tá ein 42 ára gamal føroyingur varð sagdur sekur í at hava eggjað, ráðgivið og vegleitt einari 43 ára gamlari danskari kvinnu í kynsligum ágangi móti fýra ára gamla soni hennara. At talan er um ein atburð, ið er so langt frá tí, ið vanliga verður góðtikið, sæst aftur í, at tá revsing skuldi ásetast, høvdu bæði ákærin og verjin trupul­leikar at vísa á fordømi, umframt at rættar­málið hevur vakt ans í donskum, føroyskum og íslendskum miðlum. Einki lætt svar Tá slík mál gerast almenn, verður spurn­ ing­urin mangan reistur, hvat tað er, ið ger, at fólk fara um hesi mørkini, ið vit sum samfelag virka undir. Fáir persónar í Føroyum hava eins drúgvar royndir sum Eyðun Joensen, pensjóneraður sálar­frøð­ ingur, í at skilja, hvat gongur fyri seg inni í høvdinum á persónum, ið fara um hesi PEDOFILIMÁLIÐ Pedofilimálið