hósdagur 31. mai 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018
SOSIALURIN 61
13
RLINJA TÍÐARLINJA TÍÐARLINJA TÍÐARLINJA TÍÐARLINJA TÍÐARLINJA
RLINJA TÍÐARLINJA TÍÐARLINJA TÍÐARLINJA TÍÐARLINJA TÍÐARLINJA
14. JUNI
Føroyingurin og danska kvinnan møtast
fyri fyrstu ferð í Ørstedparkini miðskeiðis í
Keypmannahavn. Tað er mitt um dagin, og tey
bæði hava samlegu í parkini.
Hetta er fyrsta av fýra ferðum, sum tey bæði
møtast. Ákærdi føroyingurin fortaldi fyri
rættinum, at tey ikki tosaðu um ágangin móti
fýra ára gamla soninum hesar ferðirnar, tí
hvørja ferð tey møttust, var tað mitt um dagin
og einans í nakrar fáar tímar. Sostatt høvdu tey
ikki stundir til nógv annað enn samlegu.
Kvinnan noktar fyri, at hon hevur framt
allan tann ágangin, ið verður nevndur í
ákæruritinum, men greiddi í rættinum frá, at
tað var eftir, at hon møtti føroyinginum fyrstu
ferð, at tað fyri hennara viðkomandi fór frá
heilaspuna til veruleika. Hon vildi nevniliga so
gjarna møta føroyinginum aftur, at hon gjørdi
alt fyri at halda sambandið við líka.
18. JUNI TIL
10. SEPTEMBER
Ákæruvaldið metir, at danska kvinna eftir
vegleiðing og eggjan frá føroyinginum, í
tíðarskeiðinum 18. juni til 10. september, í 11
førum framdi blygnaðarskemd og í 27 førum
framdi neyðtøku av øðrum kynsligum slagi móti
fýra ára gamla soninum.
5. AUGUST
Føroyingurin er dømdur fyri at hava viðvirkað
til, at kvinnan tann 5. august royndi at
neyðtaka fýra ára gamla sonin, og hendi tað
sambært ákæruritinum bæði á morgni og
kvøldi hendan dagin.
12. AUGUST
Føroyski maðurin og danska kvinna skriva
teldupost til hvønn annan, tí hvørgin teirra
sleppur inn á LinkedIn.
- Eg haldi, vit eru slettað av LinkedIn, skrivaði
maðurin til kvinnuna.
Síðan fyrigongur alt samskiftið teirra millum
við telduposti.
13. AUGUST
Amerikanska samveldisløgreglan meldar
gjøgnum amerikonska sendistovuna í
Keypmannahavn samskiftið millum føroyska
mannin og donsku kvinnuna. Tað hendir eftir,
at LinkedIn hevur vent sær til FBI, eftir at
hava uppdagað myndirnar, ið kvinnan sendi
manninum.
14. SEPTEMBER
Eftir at føroyingurin í fleiri vikur hevur
ráðgivið og eggjað kvinnuni til at hava
kynsligt samband við pápa sín, fremur
pápin oralsex á dóttrina. Pápin er dømdur
60 daga fongsul fyri blóðskemd, men av tí at
blóðskemd einans verður dømd niðureftir, so
varð kvinnan ikki ákærd fyri hetta.
Hetta er tó við í ákæruni móti føroyinginum,
tí hann eggjar kvinnuni til lógarbrot, hóast
tað er pápin, ið fremur tað.
16. SEPTEMBER
Føroyski maðurin eggjar kvinnuni til at hava
samlegu við átjan ára gomlu dóttur hennara.
Ákærin greiðir frá, at hetta bleiv av ongum, tí
kvinnan bleiv handtikin, áðrenn tað kom so
langt.
Føroyingurin verður tó ákærdur fyri at hava
eggjað til blóðskemd.
17. SEPTEMBER
Løgreglan handtekur kvinnuna, eftir at hon
hevur koyrt sonin í barnagarð. Løgreglan
avhoyrir sonin um ágangin.
18. SEPTEMBER
Kvinnan verður førd fyri rættin og
varðhaldsfongslað.
OKTOBER
Løgreglan í Føroyum fær boð um at finna
og halda eyga við føroyska manninum, tí
viðkomandi er ikki at finna á skrásetta
bústaðnum í Danmark.
12. OKTOBER
Løgreglan ætlar at fara suður at handtaka
føroyingin, ið er staddur í Suðuroynni,
men ódnarveður ger, at tyrluskiparin sýtir
fyri at fara á flog. Ætlanin var at handtaka
føroyingin, føra hann fyri rættin dagin eftir og
senda hann til Danmarkar sama kvøld.
16. OKTOBER
Eftir at ódnarveðrið steðgaði ætlanunum
at handtaka føroyingin, fekk løgreglan
frænir um, at viðkomandi hevði
flogferðaseðil til Danmarkar mánadagin
16. oktober. Í samráði við danir bleiv
avgerð tikin um, at føroyska løgreglan
skuldi boða frá, tá viðkomandi fór umborð
á flogfarið.
Komin til Danmarkar bleiv føroyingurin
handtikin, tá ið hann kom úr
Føroyaflúgvaranum.
Sama dag framdi føroyska løgreglan
húsarannsókn í barnaheiminum hjá
føroyinginum, har ein telda bleiv
funnin, ið ákæruvaldið metir er hansara
gamla telda. Danska løgreglan megnaði
at endurskapa umleið hálvthundrað
barnapornografiskar myndir á telduni,
ið vóru slettaðar. Føroyingurin sigur seg
hvørki kenna telduna ella myndirnar,
hóast brúkarin er skrásettur undir
hansara gamla navni.
17. OKTOBER
Føroyingurin verður á fyrsta sinni
varðhaldsfongslaður. Síðan er
varðhaldsfongslingin longd fleiri ferðir.
Hann sat í sjey mánaðir í varðhaldi, áðrenn
málið kom fyri rættin í Lyngby.
8. MARS
Danska kvinnan játtar seg seka í øllum
ákærunum. Dómarin dømir hana til trý ár og
níggju mánaðir í fongsul.
28. MAI
Føroyski maðurin verður dømdur í rættinum í
Lyngby. Dómarin metir, at føroyingurin hevði
eins stóra leiklut í áganginum sum mamman
og skal harvið fáa sama dóm. Sostatt verður
hann dømdur til trý ár og níggju mánaðir
fongsulsrevsing. Harumframt skal hann rinda
sakarmálskostnað og 100.000 krónur til sonin
hjá kvinnuni.
Føroyingurin hevur kært dómin.