Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018 SOSIALURIN 61 12 PEDOFILIMÁLIÐ Pedofilimálið TÍÐARLINJA TÍÐARLINJA TÍÐARLINJA TÍÐARLINJA TÍÐARLINJA TÍÐAR TÍÐARLINJA TÍÐARLINJA TÍÐARLINJA TÍÐARLINJA TÍÐARLINJA TÍÐAR 4. JUNI 42 ára gamli føroyingurin sendir 43 ára gomlu donsku kvinnuni eina vinarumbøn á sosiala miðlinum LinkedIn. Ein miðil, ið vanliga verður brúktur sum eitt tól hjá persónum at knýta professjonell sambond. Í rættinum greiddi kvinnan frá, at hon undraðist á vinarumbønina, tí hon kendi ikki viðkomandi, men av tí at tey høvdu fleiri felags vinir, so valdu hon at góðtaka umbønina. Sama dag skrivar føroyingurin til hana og vísir beinanvegin til ymiskar heimasíður fyri at vísa, hvørjum hann arbeiðir við. Harímillum er heimasíðan Masquerade Society, ið er ein síða, sum skipar fyri tiltøkum, ið eru eitt frírúm fyri frísinnað fólk at møtast og útinna sínar kynsligu dreymar. Ákærin metti, at tað, at hann beinanvegin vísti til hesa síðuna, var prógv fyri, at hann leitaði eftir onkrum kynsligum sambandi við kvinnuna. Føroyingurin greiddi eisini frá, at hann sendi leinkjuna til kvinnuna, tí hann ynskti at vita, um kvinnan var konservativ ella frísinnað. Kvinna segði, tá hon vitnaði, at hon helt tað vera løgið, at hann sendi sær leinkju til síðuna, og hon skrivaði eisini til hansara, at hon ikki visti, um hatta var nakað fyri hana. Í tríggjar mánaðir ráðgav og eggjaði føroyski maðurin donsku kvinnuni til at fremja ágang móti fýra ára gamla soni hennara. Soleiðis gekk tað fyri seg HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO Ein 42 ára gamal føroyingur bleiv mánadagin dømdur trý ár og níggju mánaðir í fongsul, eftir at ein dómari og tveir dómsmenn søgdu hann sekan í at hava ráðgivið og eggjað einari danskari kvinnu til at fremja kynsligan ágang móti fýra ára gamla soni hennara. Dómarin metti als ikki, at frágreiðingin hjá 42 ára gamli føroyinginum, ið fyri rættinum upplýsti, at fyri hansara viðkomandi so var alt talan um heilaspuna, var álítandi, men at hann var fullgreiður yvir, at ágangurin hjá kvinnuni móti soninum var veruligur, og at tað var ætlanin við samskiftinum. - Her er talan um tvey vaksin, sum vóru fullgreið yvir, hvat tey gjørdu, og eitt lítið barn bleiv ofrið, segði dómarin, tá hann las dómin hjá 42 ára gamla føroyinginum. Miðlahúsið hevur fylgt málinum frá byrjan og var til staðar á øllum rættarfundunum í Lyngby. Her er eitt yvirlit yvir gongdina í málinum. HETTA ER MÁLIÐ 7. JUNI Hóast kvinnan ikki tyktist at vera serliga sinnað at luttaka í einum tiltaki hjá Masquerade Society, so bleiv samskiftið teirra millum øgiliga skjótt seksuelt, og meginparturin av samskiftinum var um sex. Longu tríggjar dagar eftir, at tey byrjaðu at skriva til hvønn annan, bað føroyingurin kvinnuna seta orð á sínar fantasiir. Sjálvur byrjaði hann tá at greiða kvinnuni frá, hvussu hann sum barn hevði havt sex við ymiskar familjulimir, at mamma hansara, ið sambært honum var sexolog, uppaldi hann seksuelt, og at hann og systir hansara javnan vóru í song saman. Í rættinum greiddi hann tó frá, at alt hetta var tann reini heilaspuni og vísti millum annað á, at hann als ikki hevur eina systur. Fyri kvinnuni hevði hann eisini sagt, at hann var íslendingur, men at hann vegna arbeiði búði í London. Hetta var sambært ákæranum byrjanin til, at føroyingurin eggjaði kvinnuni til at uppala fýra ára gamla sonin seksuelt. 8. JUNI Sambært ákæruritinum gingu einans fýra dagar, til danska kvinna fyrstu ferð fremur blygnaðarskemd móti fýra ára gamlan soninum, tá ið hon letur hann røra síni bróst. Hetta verður gjørt eftir ráði ella eggjan frá føroyinginum. 9. JUNI Føroyingurin biður fyri fyrstu ferð um myndir av teimum báðum, meðan ágangurin verður framdur. At byrja við sendi kvinnan ongar myndir, men í rættinum greiddi hon frá, at hon vildi so gjarna halda sambandið við líka við føroyingin og var bangin fyri, at hann fór at missa áhugan, um hon ikki sendir myndir av teimum báðum. Føroyingurin biður um myndir í sambandi við, at hon sama dag enn einaferð fremur blygnaðarskemd móti soninum eftir ráðum ella eggjan frá føroyinginum. 12. JUNI Fyrstu ferð kvinnan fremur tað, sum í revsilógini verður nevnt neyðtøka av øðrum slagi av kynsligum sambandi enn samlegu við barn undir 12 ár, móti fýra ára gamla soninum. Føroyingurin er dømdur fyri at hava viðvirka til hendan ágang, tí tað í revsilógini ikki verður gjørdur munur á, um ein fremur lógarbrot ella eggjar til tað.