hósdagur 31. mai 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018
SOSIALURIN 61
11
Rætturin í
Lyngby skrivar
soleiðis um málið
á heimasíðu síni:
E
in 42 ára gamal maður bleiv
dømdur fongsulsrevsing
í 3 ár og 9 mánaðir fyri í
tíðarskeiðinum frá juni
til september í 2017, gjøgnum
LinkedIn og teldupost, at hava
eggjað einari 42 ára gamlari kvinnu
til ymiskan kynsligan ágang móti
fýra ára gamla soni hennara.
Stutt sagt um málið
8. mars 2018 bleiv mamman í einum
ájáttanarmáli dømd 3 ár og 9 mán
aðir í fongsul fyri ágangin. Mamm
an og tann 42 ára gamli maðurin
komu í samband við hvønn annan
gjøgnum LinkedIn í juni í 2017.
Samskiftið millum tey bæði fór
skjótt at snúgva seg um sex millum
foreldur og børn. Maðurin eggjaði
kvinnuni til at uppala 4 ára gamla
sonin seksuelt og at taka myndir,
tá tey vóru saman. Við hesum í
huga gjørdi mamman seg fleiri
ferðir inn á sonin við m.a. at røra
hvønn annan, sínámillum kynslig
ari stimbran og innførslu av fingr
um og massasjutólum.
Dómurin:
Tann ákærdi noktaði ikki fyri at
hava luttikið í samskiftinum, men
greiddi frá, at tað einans var talan
um seksuellan fantasi. Rætturin
metti tó, at frágreiðingin hjá
ákærda var opinberliga óálítandi.
Rætturin legði dent á, at ákærdi út
frá hvussu samskiftið var, teimum
ítøkiligu dømunum og myndunum,
sum hann fekk, við vissu átti at
vita, at ágangurin var veruligur
Á tí grundarlagi avgjørdi rætt
urin, at tann ákærdi er sekur í
samsvari við ákæruna, tó nøkur
av ákærupunktunum blivu mett
sum royndir.
Ákærin kravdi ein fongsulsdóm
á ikki minni enn fimm ár.
Revsingin verður fongsul í trý
ár og 9 mánaðir. Rætturin legði
dent á, at tann ákærdi og mamm
an hava verið í felag um at fremja
lógarbrotini, og at tað ikki bleiv víst
á viðurskiftir, ið kunnu brúkast
sum orsøk til, at tey fáa ymiskar
dómar.
Málið var eitt dómsmannamál,
og dómararnir vóru samdir um
dómin.
Ákærdi valdi at kæra dómin.
NAVN: Hans Fróði á Toftanesi (gamla eftirnavnið var Hansen)
ALDUR: 25.08.1975
STARV: Sjálvstøðugur vinnurekandi. Millum virksemi, ið hann
hevur tikið lut í ella staðið fyri, eru Rawn Watches, Below Your
Belt, festivalurin Mítt Land og fyritøkan Garbagie.
Hans Fróði Hansen hevur spælt 26 dystir á føroyska
fótbóltslandsliðnum, og sambært FaroeSoccer hevur hann spælt
tilsamans 112 dystir í bestu føroysku fótbóltsdeildini, har hann
hevur umboðað feløgini LÍF, B68, HB, Víking og TB.
Harumframt hevur hann roynt seg sum fótbóltsleikara uttanlands
og hevur spælt fyri Sogndal í Norra og Fram Reykjavík og Breiðablik
í Íslandi.
Hans Fróði Hansen hevur eisini roynt seg sum venjari hjá bæði LÍF
og TB.
Hetta segði dómarin,
tá dómur fall:
Ákærdi skal revsast við fongsli í trý ár og níggju
mánaðir. Ákærdi skal rinda sakarmálskostnaðin og
upplýsta endurgjaldskravið á 100.000 krónur.
Hesar vóru ákærurnar
Ákæruvaldið reisti 42 ákærur móti
føroyinginum. Tær vóru hesar:
11 ÁKÆRUR UM:
Medvirken til blufærdighedskrænkelse af barn under 15 år efter
straffelovens § 232
24 ÁKÆRUR UM:
Medvirken til voldtægt ved andet seksuelt forhold enn samleje med
barn under 12 år og incest, jf. straffelovens § 216 stk. 2, jfr. § 225
og § 210 stk. 3, jf. stk. 1, jfr. § 23
2 ÁKÆRUR UM:
Medvirken til forsøg på voldtægt af barn under 12 år og incest, jf.
straffelovens § 216 stk. 2, jfr. og § 210 stk. 3, jf. stk. 1, jfr. § 23,
jf. § 21
1 ÁKÆRA UM:
Medvirken til forsøg på voldtægt af barn under 12 år og til voldtægt
ved andet seksuelt forhold end samleje med barn under 12 år
og til blufærdighedskrænkelse af barn under 15 år og incest, jf.
straffelovens § 216 stk. 2, jfr. og § 210 stk. 3, jf. til dels stk. 1, og
til dels § 225 samt § 232, jfr. § 23, og til dels § 21
2 ÁKÆRUR UM:
Medvirken til voldtægt ved andet seksuelt forhold end samleje
med barn under 12 år og incest, jf. straffelovens § 216 stk. 2, jfr. §
225 og § 210 stk. 3, jf. stk. 1 og blufærdighedskrænkelse af barn
under 15 år, jfr. § 23
1 ÁKÆRA UM:
Medvirken til overtrædelse af straffelovens § 226, jf. § 23
1 ÁKÆRA UM:
Medvirken til incest ved andet seksuelt forhold end samleje eftir
straffelovens § 210, stk. 3, jf. stk.1
1 ÁKÆRA UM:
Forsøg på medvirken til incest ved andet seksuelt forhold end
samleje efter straffelovens § 210, stk. 3, jf. stk.1, jf. § 21.