Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018 SOSIALURIN 61 10 PEDOFILIMÁLIÐ Pedofilimálið - Tá hann skuldi handtakast, brast stormur á, og tyrlan vildi ikki flúgva vegna vánaligt veður. So vit sluppu ikki suður at handtaka viðkomandi, greiðir kanningarleiðarin frá HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO T að gekk ikki, sum ætlað, tá ið løgreglan í Føroyum fekk boð frá starvs­feløg­ un­um í Danmark um at hand­taka 42 ára gamla føroyingin. Ódnarveður gjørdi nevniliga sítt til, at maðurin slapp at ganga leysur í Før­oyum nakrar dagar longri enn ætlað. Hildur Hentze, ið er leiðari á kann­ingardeildini hjá løgregluni, upplýsir fyri Sosialinum, at løg­regl­ an í Føroyum fekk eina áheitan frá løgregluni í Keypmannahavn um at leita eftir føroyinginum í Føroyum, eftir at løgreglan í Danmark ikki fann hann á skrásetta bústaðnum í Danmark. - Hann er skrásettur at búgva niðri, men har var hann ikki. So vit fingu ein fyrispurning um at hjálpa at finna hann í Føroyum og sendu so følarar út, um hann var í barn­dómsheiminum ella aðra­ staðni. Tá funnu vit út av, at hann var staddur í Suðuroynni, upplýsir Hildur Hentze. Kanningarleiðari hjá løgregluni vísir á, at talan var um eitt danskt mál, og tað vóru sostatt danir, ið av­gjørdu, hvussu leikur fór fram, með­an løgreglan í Føroyum helt eyga við honum. - Í samráði við Københavns politi fylgdu vit við í eina heila viku, áðrenn avgerð bleiv tikin um at handtaka hann, sigur kanning­ ar­leiðarin. Tá boð komu úr Danmark at handtaka føroyingin, gekk tó ikki sum ætlað, tí veðrið var ov vánaligt at fara suður. - Tá hann skuldi handtakast, brast stormur á, og tyrlan vildi ikki flúgva vegna vánaligt veð­ur. So vit sluppu ikki suður at handtaka við­ kom­andi, greiðir kann­ing­ar­leið­arin frá. Ætlanin var at handtaka føroy­ ing­in ein hósdag, føra hann fram í rættinum fríggjadag og senda hann til Danmarkar sama dag. Men um sama mundið, tá ið tað ikki eydn­aðist at fara suður, varnaðist løg­reglan, at føroyingurin hevði keypt ferðaseðil til Danmarkar og fór av landinum mánadagin. - Í samráði við løgregluna í Dan­ mark bleiv avgjørt at lata hann fara við flogfarinum, so at tey kundu handtaka hann í Danmark, upp­lýsir kanningarleiðarin. Ákærin í málinum hevur áð­ur upplýst fyri donskum og før­oysk­ um miðlum, at leitað varð eftir føroyinginum í fleiri vikur, tí eingin visti, hvar hann var, og at í tí sam­ bandinum varð ein húsa­rann­sókn framd í Leirvík eina viku innan hand­tøkuna. Tað má tó vera ein mis­skiljing, metir Hildur Hentze. - Løgreglan í Danmark tók sær av málinum, og vit hjálptu við tí, ið hendi í Føroyum. Í samráði við løgregluna í Danmark bleiv húsa­ rann­sóknin framd sama dag, sum við­komandi bleiv handtikin í Dan­ mark, sigur Hildur Hentze. ÓDNARVEÐUR STEÐGAÐI HANDTØKUNI - Í samráð við Københavns politi fylgdu vit við í eina heila viku, áðrenn avgerð bleiv tikin um at handtaka hann