hósdagur 31. mai 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018
SOSIALURIN 61
9
BARNAUPPALING
V
it høvdu verið gift í seks, áttu
tvey børn og høvdu nógv
eftir at læra. Vóru júst flutt til
Skotlands, har avbjóðingarnar
av familjulívi, arbeiði, at vera foreldur og
finna nýggjar vinir stærdu okkum beint í
eyguni. Tá stutt tíð var fráliðin kom eg at
kenna ein mann, sum bleiv ein signing í
lívi mínum. Hann var væl eldri enn eg og
lívsroyndirnar høvdu gjørt hann til ein
vísan og eyðmjúkan mann. Hann bleiv á
mangan hátt mín fyrimynd, mentorur og
góði vinur.
Ein dagin tosaðu vit um børn og barna
uppaling, og eg spurdi hann, hvørji ráð, hann
kundi geva einum ungum pápa sum mær?”
Svarið kom í eini hugleiðandi samrøðu, sum
eg kóki niður í nakrar setningar til okkum
øll at læra av:
“Eg hevði viljað dugað betur at víst børn
unum, hvussu nógv eg elski mammu teirra.
Tí børn, sum uppliva, at foreldrini gera kær
leikan fyri hvørjum øðrum sjónligan, fáa ein
tryggleika og eina javnvág í tilveruni, sum
neyvan fæst á betri hátt.”
“Eg hevði viljað dugað betur at lurta. Tí
foreldur, sum lurta eftir børnunum, tá tey
eru lítil, fáa børn, sum fara at lurta eftir ella
teimum, tá tey eru gomul.”
“Eg hevði viljað dugað betur at latið børn
ini kent seg `heima’ heima. Tí børn, sum
uppliva heima við hús, at tey hava týdning,
fara at kenna at tey hoyra til, hoyra heima,
og tað er ein grundleggjandi kensla, ið fylgir
børnunum alt lívið.”
“Eg hevði viljað givið teimum meiri av tíð
míni. Tí hvussu mangan siga vit ikki, ’Bíða
eitt sindur!’ Men um vit taka okkum stundir
til børn okkara, tá tey eru lítil, so fara tey at
hava stundir til okkara tá tey eru vaksin.”
“Eg hevði viljað givið teimum stórri
gleði og meiri stuttleika heima. Glatt hjarta
gevur góða heilsubót og foreldur, sum
ikki eru bangin fyri at spæla við børnini,
syngja, flenna, renna og tuska, og veltast á
gólvinum, fylla heimið við gleði, stuttleika
og frælsi.”
“Eg hevði viljað duga betur at róst teim
um og víst teimum takksemi. Tí tað sigur
børnunum, at vit elska tey fyri tað, tey eru,
og eru takksom fyri tað, tey gera. Tað hjálpir
teimum at finna javnvágina millum at vera
(sjálvskensla) og at gera (sjálvsálit).”
”Eg hevði viljað verið meira fríur av ótt
anum fyri, hvat onnur halda. Tí foreldur,
sum gera børnini til trælir av krøvum teirra
um fullkomleika, einans fyri at síggja gott
út í eygunum hjá øðrum, blíva sjálvi fangar
í øðini um, at børnini einans eru menniskju,
eins og øll onnur.”
Í dag eiga vit trý børn, sum nú eru vaksin,
men eg hugsi mangan um vegleiðingina,
sum góði, gamli, skotski vinur mín gav mær.
Eg sigi mangan, sum hann segði: “Eg hevði
viljað dugað betur…”
Men tá alt kemur til alt, so er tað mangan
eg, sum fekk og lærdi meiri enn tað, ið eg gav
á ferðini sum foreldur og uppalari av børn
um okkara. Tað er mangan ígjøgnum sign
ingarnar og avbjóðingarnar sum foreldur,
at børnini lærdu meg at traðka í karakter
og taka ábyrgd. At eg í royndunum við at
royna at læra tey, sjálvur lærdi at biðja um
fyrigeving, tá eg hevði sært tey. Sjálvur
fekk eina økta tilvitan um týdningin av, at
eg opnaði hjartað mítt, tá eg heldur hevði
hug at lata tað aftur og svaraði aftur við
kærleika, tá eg hevði hug at geva aftur at
somu skuffu. Ongantíð áður, fyrrenn sum
pápi, hevði týdningurin av at liva orðini, eg
segði, verið meiri sjónligur og umráðandi.
At geva seinasta bitan, heldur enn at eta
hann sjálvur. At sita uppi og lurta, tá eg
heldur hevði viljað lagt meg ella at hjálpt
við føroyska stílinum, heldur enn sjálvur at
skriva. Á so óteljandi nógvar ymiskar hætt
ir, bleiv eg signaður í royndum mínum at
læra tey. Eg lærdi at seta egin rættindi til
síðis fyri at geva børnunum rúm. At byggja
brýr, tá eg heldur hevði hug at skera av. Ikki
minst lærdi eg týdningin av at seta mørk, tá
eg heldur hevði hug, ikki at latast um vón
og at tað vóru tíðir, evnir og umráðir, har
eg gav børnum okkara meiri, við at geva
teimum minni.
Barnauppaling er ein tann truplasta
uppgávan í lívinum og sum strekkir seg yvir
longsta partin av lívi okkara. Eingin okkara
ger tað fullkomið. Eingi børn eru eins. Og øll
foreldur kunnu hava ágóða av vegleiðing.
Tí er tað gott at hava vinir og vegleiðarar,
sum eru komin longur, eru vísari og hava
fleiri royndir enn vit. Vinir, sum kunnu
peika okkum á leið og geva góð ráð, uttan
at siga júst, hvat vit skulu gera. Og gleðiliga
speiðsemið við øllum er, at barnauppaling
ger ikki einans børnini klár til lívið, men
foreldrini við.
Jógvan
Zachariassen
BLOGGAR
BLOGGUR