Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018 SOSIALURIN 61 8 PERSÓNSØGA koppsett, sigur Laila, sum veit um nógvar aðrar gentur í hennara aldri, sum heldur ikki vórðu koppsettar. Tá Laila so nakað seinni fær staðfest, at hon er smittað við HPV-virusi, var tað ein øgiligur hvøkkur bæði hjá henni og mammuni. – Tað fyllir eisini nógv hjá mammu. Men tá eg fekk tilboðið um koppseting, hoyrdist bara um vandan fyri hjáárinum, og tí tordi mamma ikki at lata meg verða koppsettað. Hon hevur verið við mær til hvørja kanning, síðani eg fekk staðfest virusið, og hon er øgiliga kedd um, at elsta dóttirin skal fara gjøgnum hetta, sigur Laila. Ov lítið upplýst um koppsetingina Laila Christiansdóttir Mathisen heldur, at hóast tað eru skjótt tíggju ár síðani, at tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV varð sett í gildi í Føroyum, so verður tað framvegis upplýst alt ov lítið um, hví tað er so umráðandi at verða koppsettur. – Boðskapurin er ikki nóg greiður. Tað átti at verið greitt nógv betur frá, hví ein skal verða koppsettur, og hvør avleiðingin kann verða, um ein ikki ger tað. Tað verður heldur ikki upplýst nógv væl, at koppsetingin er trygg, heldur Laila, sum kennir nógvar aðrar gentur, sum heldur ikki eru koppsettar. – Tey flestu tosa framvegis bara um hjáárin. Eg veit eisini um aðrar ungar mammur, sum vórðu koppsettar, tá vit fingu tilboðið í síni tíð. Fleiri siga seg hava fingið so ringa høvuðpínu av koppsetingini, og at tær ætla ikki at lata sínar døtur verða koppsettar, sigur Laila. – Eg hevði nógv heldur havt høvuðpínu í eina tíð, enn at gingið fleiri ferðir um árið hjá lækna og tikið vevnaðarroyndir av lívmóðurhálsinum og verið bangin fyri, at nú hevði eg fingið krabbamein. – Tað eru alt ov fáar gentur og ungar kvinnur, sum verða koppsettar, tí tær eru bangnar fyri hjáárinum. Men eg eri sannførd um, at læknarnir sproyta hetta ikki í okkum, uttan at tað er fyri at verja okkum. Eg eri tíverri ein av teimum óhepnu, sum ikki fekk sproytuna, sigur Laila, sum tí mælir øllum til at verða koppsettar, áðrenn tær verða smittaðar við HPV. Hon er eisini púra avgjørd um, at dóttir hennara skal koppsetast. – Børnini verða koppsett fyri so nógv annað, sum vit ikki seta spurnartekin við. Vit gera tað bara. Og mín dóttir skal í øllum førum eisini verða koppsett fyri HPV, sigur Laila, sum ikki vil hava, at dóttirin skal uppliva tað sama sum hon. Torir ikki at fáa fleiri børn Laila fekk staðfest kyknubroytingar, áðrenn hon átti dóttrina, og nakað eftir barnsburðin versnaðu kyknubroytingarnar so nógv, at hon mátti ganga til kanningar triðja hvønn mánað. Tí ætlar Laila ikki at fáa sær fleiri børn. – Eg tori ikki at blíva við barn aftur, um tað hevur við sær, at ferð kemur á aftur kyknubroytingarnar. Eg havi eitt vælskapt barn, og eg vil vera her fyri hana, sigur Laila, sum umframt at stúra fyri kyknubroytingum eisini hevur fingið at vita, at hon er í vanda fyri at eiga ov tíðliga, tí hon er strýtuskorin. Laila visti, at tá hon valdi at fara undir strýtuskurð, so fór vandi at vera fyri, at hon fór at eiga ov tíðliga, um hon gjørdist við barn aftur. – Eg valdi skurðviðgerðina í eini roynd at sleppa burtur úr hesum kyknubroyt­ing­un­ um. Ein avleiðing er, at eg fari bara at hava eitt barn, men eg hugsi bara um dóttur mína og at blíva frísk, greiðir Laila frá. Stígi fram fyri at ávara Laila Christiansdóttir Mathisen heldur, at tað eru alt ov fá, sum trína fram og tosa um HPV. Hon heldur eisini, at tað hoyrist alt ov lítið til allar tær, sum eru koppsettar, og sum als eingi hjáárin hava havt av koppsetingini. – Tað frættist bara um neilig árin av koppsetingini. So byrjar onkur at ivast, og so breiðir tað seg bara. Tað er eitt evni, sum tað verður tosað alt ov lítið um, og sum tað eru alt ov nógv, sum vita øgiliga lítið um, heldur Laila. – Vit eru alt ov bangin fyri at stíga fram og siga, sum er. Eg velji at trína fram fyri at onnur ikki skulu koma í somu støðu sum eg, sigur 23 ára gamla Laila Christiansdóttir Mathisen. – Boðskapurin er ikki nóg greiður. Tað átti at verið greitt nógv betur frá, hví ein skal verða koppsettur, og hvør avleiðingin kann verða, um ein ikki ger tað. Tað verður heldur ikki upplýst nógv væl, at koppsetingin er trygg, heldur Laila, sum kennir nógvar aðrar gentur, sum heldur ikki eru koppsettar.