hósdagur 31. mai 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018
SOSIALURIN 61
7
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
– Eg vil ráða øllum, sum fáa tilboðið, til at lata
seg koppseta fyri HPV-virus, tí tað, sum eg
havi verið ígjøgnum, er einki at bjóða einari
ungari gentu, sigur Laila Christansdóttir
Mathisen, sum í nógv ár hevur havt so
ógvisligar kyknubroytingar, at hon hevur
verið noydd at gingið til kanningar fleiri
ferðir um árið.
– Hvørja ferð havi eg stúrt fyri svarinum
og verið bangin fyri, at nú var tað blivið so
ringt, at talan var um krabbamein, sigur Laila,
sum fekk staðfest, at hon var smittað við
HPV-virus, tá hon gekk í framhaldsdeildini
í Ósaskúlanum, sum skúlin kallaðist tá.
Hon sigur, at tað tekur sera nógva orku
at hugsa um kyknubroytingarnar, og at
hesar broytingar við tíðini kunnu gerast til
krabbamein í lívmóðurhálsinum.
– Tað er ómetaliga strævið at fara til
kanningar so ofta, og tær báðar vikurnar,
sum ganga, áðrenn svarið kemur, stúri eg illa,
sigur Laila, sum eigur eina fimm ára gamla
dóttir, og ofta hugsar, at hon má ikki doyggja
frá dóttrini.
Hon sigur avgjørd, at allar ungar gentur
og kvinnur eiga at verða koppsettar fyri
HPV-virus.
– Tað er tungt hjá einari so ungari
gentu at fáa at vita, at hon er smittað við
HPV-virus, og at tað kann vera byrjanin til
krabbamein. Tað er heldur einki stuttligt at
ganga so ofta til kanningar og at stúra fyri,
hvat svarið verður næstu ferð. Tí mæli eg so
avgjørt øllum til at koppseta seg, sigur Laila,
sum langt síðani hevur avgjørt, at dóttirin
skal hava koppsetingina, sum verjir fyri
lívmóðurhálskrabba.
Skelkað av boðunum
Laila Christiansdóttir Mathisen greiðir frá,
at hon hevði als ongan illgruna um, at hon
var smittað við HPV-virusi, og at tað var
meira ella minni av tilvild, at hon yvirhøvur
varð kannað.
– Eg bleiv øgiliga kløkk, tá kommunu
læknin segði við meg, at eg hevði HPV-virus,
sum kann vera byrjanin til krabbamein.
Hann segði eisini við meg, at tað var neyðugt
við regluligum kanningum fyri at halda eyga
við kyknubroytingum.
– Tað var eitt ómetaliga stórt sjokk hjá
einari ungari gentu at fáa at vita. Eg hoyrdi
jú alla tíðina um fólk, sum vóru illa sjúk av
krabbameini, og tað fór gjøgnum høvdið
á mær, at nú fór eg at fáa krabbamein og
doyggja, greiðir Laila frá og leggur afturat,
at tað var øgiliga heppið fyri hana, at læknin
kannaði hana fyri HPV-virus, hóast hon var
so ung.
– Eg tori ikki at hugsa um, hvat
kundi verið hent, um tað ikki var blivið
staðfest longu tá, sigur Laila og vísir á, at
regluligar fyribyrgjandi kanningar fyri
lívmóðurhálskrabba verða annars ikki
bjóðaðar kvinnum, fyrr enn tær eru fyltar
25 ár.
Kyknubroytingarnar taka dik á seg
Ta fyrstu tíðina eftir at tað var staðfest, at
Laila hevði kyknubroytingar, varð hon ikki
kannað eins ofta og hesi seinastu árini.
Men eftir at hon hevði átt dóttrina fyri
fimm árum síðani, versnaðu kyknubroyt
ingarnar so nógv, at hon skuldi til kanningar
hálva hvørt ár og síðani triðja hvønn mánað.
– Tað er sera strævið at ganga til allar
hesar kanningarnar og bara bíða og bíða.
Tá svarið kemur, so skal ein aftur til nýggja
kanning, og tað kennist sum um, at tú bara
gongur og bíðar til kyknubroytingarnar
verða til krabbamein, sigur Laila.
Hon leggur afturat, at hon tíverri er
millum teirra, hvørs immunverja ikki er góð,
og at hon tí fær bruna og má taka heilivág
eftir at kalla hvørja kanning.
Óttin og stúranin eru orsøkin til, at Laila
tók av, tá hon í síðsta mánaði fekk í boði at
fara undir strýtuskurð, har niðasti parturin
av lívmóðurhálsinum varð skorin burtur.
– Hóast strýtuskurður eisini hevur
avleiðingar, so valdi eg at taka tað stigið. Eg
gjørdi tað við tí vón, at eg so kann gerast
frísk, sigur Laila, sum júst hevur fingið at
vita frá læknunum, at allur vevnaðurin við
kyknubroytingum er burtur, og at líkt er
ikki til, at kyknubroytingar eru aðrastaðni
í lívmóðurhálsinum.
– Tað er ein lætti at vita, men eg skal
framvegis ganga til kanningar, og eg kann
eisini verða smittað aftur við HPV, sigur
Laila Christiansdóttir Mathisen.
Ræddust koppsetingina
Tá tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV
varð sett í gildi í Føroyum í januar í 2009,
var Laila millum tær genturnar, sum fingu
tilboðið.
Laila greiðir frá, at tey vistu lítið og einki
um koppsetingina tá, og at hvørki hon ella
foreldrini hugsaðu nakað serligt um at taka
av tilboðnum.
Nakað seinni frættist í fjølmiðlunum,
at HPV koppsetingin kundi hava álvarslig
hjáárin, og at gentur uttanlands enntá vóru
deyðar, eftir at tær høvdu latið seg koppsett.
– Tá hugsaði mamma, at tann vandan fór
hon ikki at koma mær í, og tí varð eg ikki
– Hvørja ferð havi eg stúrt fyri
svarinum og verið bangin fyri, at nú
var tað blivið so ringt, at talan var
um krabbamein.
Fyrsta desember í 2012 fingu allar gentur
og kvinnur í Føroyum í aldrinum frá 12
til 28 ár tilboð um at verða koppsettar
ókeypis fyri lívmóðurhálskrabba (HPV).
Treytin fyri at verða koppsett ókeypis er,
at gentan er fylt 12 ár, tá koppsetingin
byrjar. Koppsetingarnar skulu vera
framdar, innan kvinnan fyllir 28 ár.
Fyrstu ferð tilboðið um ókeypis
koppseting varð sett í gildi í Føroyum var
1. januar í 2009. Tá fingu gentur, sum
høvdu fylt 14 ár, men sum ikki høvdu fylt
15 ár, í boði ókeypis HPV-koppseting.
Árið eftir fingu eisini gentur, sum vóru
føddar 1. januar í 1995 ella seinni, í
boði at verða koppsettar ókeypis, tá tær
høvdu fylt 13 ár. Koppsetingarnar skuldu
vera framdar, innan gentan fylti 15 ár.
Og frá fyrsta desember í 2012 hava so
allar gentur og kvinnur millum 12 og 28
ár fingið tilboð um at verða koppsettar
ókeypis fyri lívmóðurhálskrabba.
Endamálið við koppseting fyri HPV-
virus er at fyribyrgja at kvinnur fáa
lívmóðurhálskrabba.
Heilsufakliga metingin er, at um kvinnur
taka av tilboðnum um HPV koppseting,
fer tað sum heild at bera til at fyribyrgja,
at kvinnur fáa vandamiklu sjúkuna í
framtíðini.
Hvørt ár fáa meira enn ein hálv
millión kvinnur kring heimin staðfest
lívmóðurhálskrabba, og á hvørjum ári
doyggja umleið 250.000 kvinnur av
sjúkuni.
Koppseting fyri HPV er trygg og
fyribyrgir lívmóðurhálskrabba. Tað
staðfestir ein nýggj kanning hjá óhefta
granskingarstovninum Cohrane.
Í niðurstøðuni hjá granskingarstovninum,
sum hevur granskað 26 ymiskar
kanningar av koppsettum kvinnum,
stendur, at koppingarevnið fyribyrgir
krabbameini í lívmóðurhálsinum.
Í niðurstøðuni stendur eisini, at tað ber
ikki til at staðfesta, at koppsetingin
hevur álvarslig hjáárin.
Tað hevur annars verið nógv frammi, at
HPV koppsetingin kann hava við sær
hjáárin, og tí hava fleiri foreldur valt ikki
at koppseta døturnar.
Talið á gentum, sum vórðu koppsettar,
minkaði nógv bæði í Føroyum og
Danmark í 2014 og 2015.
Í Danmark tykist vend at vera komin
í, og bæði í 2016 og 2107 vórðu nógv
fleiri gentur koppsettar enn árini
frammanundan.
Vit hava ikki fingið HPV
koppsetingartølini í Føroyum tvey
tey seinastu árini, men sambært
landsapotekaranum plaga føroysku tølini
at fylgja teimum donsku.