Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-31, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018 SOSIALURIN 61 24 Føroyska kvinnulandsliðið tapti 33-17 fyri Serbia í seinasta heimadystinum á hesum sinni. Vónað var at føroysku genturnar fóru at fáa eitt heiðurligari úrslit, men sterku og skjótu serbarnar runnu okkum um koll í longum løtum - SJÚRÐUR HILDARSON HOYDAL Serliga vóru tað fyrstu minuttirnir av báðum hálvleikunum, at tað var trupult at fylgja við høgu ferðini. Í fyrra hálvleiki kom Serbia fram um 5-0 eftir sjey minuttum, og øll málini vóru komin eftir snarálop. Tað, ið restaði í av hálvleikinum var tó góðkent, og serliga seinastu minuttirnar fyri steðgin eydnaðist nógv hjá føroyingum. Føroysku leikararnir vóru meira avgjørdir í álopinum, misti færri bóltar og runnu væl heim tá ið serbar royndu seg við snarálopunum. Hetta førdi við sær, at munurin minkaði úr nýggju niður í seks mál, til hálvleiksstøðuna 17-11. Serbar runnu okkum um koll Sostatt kundu føroysku leikararnir fara í skiftirúmið við einari góðari kenslu, men hon hvarv skjótt tá ið spælið var tikið uppaftur. Føroyska álopið varð ferð eftir ferð lisið av serbisku verjuni, ið fangaði ein bólt fyri og annan eftir. Okkara leikarar komu so at siga ikki til møguleikar fyrstu 18 minuttirnar av seinna hálvleiki, og støðan var vaksin upp í 26-11. Vit fingu hol á eftir hetta, leik­ferðin lækkaði nakað og vit byrjaðu at skjóta mál við jøvnum mill­umbilum. Eftir at Súna Krossteig Hansen skoraði í seinastu sekundunum, gjørdist støðan 33-17 og dysturin var av. Við høgru úr høgru Júst Súna Krossteig Hansen gjørd­ ist føroyskur toppskjútti við fýra mál­um av høgra vongi. Merkisvert er, at Súna skjýtur við høgru hond, og ein høgrahentur høgri vongur er sera óvanligt í altjóða hondbólti. Tað er eingin ivi um at lands­ liðs­venjararnir kundu hugsað sær ein vinstrahentan høgra vong, men tá ið tað eydnast so væl sum tað ger hjá Súnu Krossteig Hansen, so kunnu vit bert at fegnast. Tó eru vansar við at spæla við høgrahentum høgra vongi. Nevn­ liga at spælið ikki fær verið nóg breitt, og kanska verður høgri bakk­urin darvaður ov nógv av hes­ um. Men hetta er helst ikki nakað at grenja um í hesum førum, tí før­ oyska høgra síðan stóð fyri sjey av teim­um 17 føroysku málunum. Føroyingarnir skulu reisa seg aftur At tapa 33-17 er ikki óhoyrt í hond­ bólti. Slík úrslit koma fyri hjá øll­ um. Eisini í altjóða hondbólti. Men leik­ararnir fara at iðra seg um fyrstu 18 minuttirnar av seinna hálv­leiki, ið setur allan dám á heild­ ar­myndina. Eingin fer heldur at siga at hetta var nakað gott avrik. Hetta var ein heldur vónbrótandi dystur – hetta sæst eisini aftur í spælara­met­ing­ un­um. Men vónandi fara føroysku gent­urnar eisini at taka nakrar av teim­um støðunum, ið eydnaðust, við sær til komandi dystir. Í fleiri før­um fingu føroyingarnir fintað seg til møguleikar, og stundum stóð verjan heilt stinn. Vit vunnu bólt­ar og fingu snarálop, eins og vit fingu forðað fyri fleiri serbiskum snar­álop­um. Tað snýr seg um, at so við og við skapa fleiri av góðu støðunum og skerja tær óhepnu støðurnar frá– tá fara vit at nærkast teimum heilt góðu úrslitunum. TAPTU OV STÓRT FYRI SERBIA - LEIKFERÐIN VAR OV HØG Føroysku málskjúttarnir: Súna Krossteig Hansen 4, Durita Cristophersen Jojic 3, Bjarta Osberg Johansen 2, Daniella Joensen 2, Maria Halsdóttir Weyhe 2, Marianna Geirsdóttir Eystberg 1, Bára Krossteig Hansen 1, Turið Arge Samuelsen 1, Heidi Maria Akselsen 1. Serbisku málskjúttarnir: Katarina Krpez Slezak 6, Sladana Pop-Lazic 6, Sanja Radosavljevic 5, Dragana Cvijic 4, Jelena Trifunovic 3, Jelena Lavko 3, Jovana Stoiljkovic 2, Dijana Stevin 1, Tamara Radojevic 1, Dijana Radojevic 1, Katarina Stosic 1 Leikarametingar: Viviann Petersen – 5 - Nógvu fríu møguleikarnar í snarálopunum gjørdi tað trupult, men Viviann fekk fatur á nógvum langskotum, og eisini nøkrum fríum skotum. Hevði eina framúr dupultbjarging eisini. Ragnhild á Heygum – 2 - Var bert stutt inni. Hevði somu ringu treytir sum Viviann og fekk gjørt lítið. Agnas Olsen – 2 Ársins leikari í hvonndeildini hevði tað sera trupult móti serbisku verjuni. Har kom alt ov lítið burturúr, og hon verður ikki nøgd við sítt egna avrik. Marianna Geirsdóttir Eystberg – 2 Hevði tað eisini sera trupult, eydnaðist hvørki við fintum ella skotum Bára Krossteig Hansen – 3 - Kemur inn á miðuna og fær eitt mál – Eydnast við nøkrum spælingum. Tóra Eliasen – 2 - Kemur stutt inn í verjuna til eina trupla uppgávu. Fær ikki gjørt nógv. Marjun Falkvard Danberg – 3 - Leggur eitt størri trýst á serbisku verjuna, tá ið hon kemur inn. Bjarta Osberg Johansen – 4 - Stríðist á strikuni og fær tvey mál móti størri serbisku leikarunum. Tóktist at hava hava rætta stríðsandan Durita Cristophersen Jojic – 5 - Er bæði besti verjuleikarin hjá Føroyum, og størsta hóttanin í álopinum. Skjýtur tó ov ofta í blokkin hjá serbum. Fær trý mál. Turið Arge Samuelsen – 3 - Er kanska besti leikarin á landsliðnum, men vit fáa ov lítið burtur úr henni móti Serbia. Hon fær ov fáar møguleikar og er óheppin at raka stengurnar. Fær forðað fyri fleiri snarálopum, tá ið hon er skjót at renna heim Súna Krossteig Hansen – 6 Skorar bæði av bakki og vongi og rennur væl heim. Besta føroyska álopsavrikið Daniella Joensen – 3 Er inni í verjuni í fyrra hálvleiki og ger tað rímiligt undir truplum umstøðum. Skorar eitt brotskast, men brennir eisini eitt. Pernille Brandenburg – 2 - Stóri strikuleikarin fær spælt móti serbisku verjuni, men eydnast ikki at fáa møguleikarnar í málið. Maria Halsdóttir Weyhe – 3 - Er bert stutt inni har hon ikki ger nógv um seg. Fær mál við tveimum brotskøstum, har hon fangar returbólt av tí seinni. Heidi Maria Akselsen – 3 - Avloysir Turið Arge á vinstra vongi. Fær eitt gott mál við snarálopi. Hagtøl Føroyar – Serbia 17-33 (11-17)