hósdagur 31. mai 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018
SOSIALURIN 61
25
Úrslitið hjá
Næraberg fyri
2017 vísir greitt,
at viðurskiftini
eru broytt
munandi
ÁRNI GREGERSEN
Lógin um fyrisiting av sjófeingi
fer at broyta fortreytirnar hjá
føroysku fiskivinnuni.
Uppboðssølan er ein partur,
sum ger at fortrreytirnar
broytast munandi.
Ikki bert fer hetta at noyða
reiðararnar aty hyggja meira
frameftir áðrenn teir avgera,
hvussu nógv teir vilja gjalda
fyri fiskirættindi, men eftir at
nýggja lógin er komin í gildi,
skal endalig støða eisini tak
ast til spurningin um mann
ingarnar eisini skulu gjalda
fyri rættindini.
Men tað er longu staðfest,
at royndaruppboðssølan, sum
var í fjør hevur broytt viður
skiftini og gjørt tað meira tor
ført at fáa avlop í raksturin.
Partafelagið Næraberg,
sum eigur skipið við sama
navni, sigur, at avlopið av
rakstrinum í fjør var 16 millj
ónir krónur minni enn tað var
í 2016.
Meðan avlopið í 2016 var 18
milljónir krónur, var tað bert
tvær milljónir krónur í 2017.
Hanus Hansen reiðari sig
ur, at tað eru fleiri orsøkir til, at
úrslitið er so mikið nógv verri.
Næraberg seldi fyri 63 millj
ónir krónur meira í fjør enn í
2017. Hetta gjørdi sjálvandi, at
meira var goldið út í hýrum –
22 milljónir krónur meira.
– Tað er tó í høvuðsheitum
tilfeingis- og uppboðssølu
gjaldið við meira, sum ávirkar
raksturin negativt. Í 2016 var
tilfeingis- og uppboðssølu
gjaldið 44 mió. kr., meðan hetta
í 2017 var 81 mió. kr. – sostatt
var so at siga alt avlopið av
rakstrinum í 2017 goldið í
landskassan, og ársúrslitið
gjørdist tvær milljónir krónur,
sigur Hanus Hansen, stjóri.
Næraberg hevur ikki
serligar kvotur, so av teimum
81 milljónunum vóru tær 47
milljónirnar brúktat til at
keypa fiskirættindi fyri.
Broytingarnar
Tað sum er hent í fiskivinnuni,
og sum eisini er partur av
nýggju lógini um fyrisiting av
sjófeingi, er uppboðssølan.
Hanus Hansen ávaraði eins
og nógv onnur í fiskivinnuni
um, at uppboðssølan fór at
broyta fortreytirnar fyri at
arbeiða í fiskivinnuni ómetalig
nógv.
Nú sigur hann:
– Uppboðssøla hevur ein
stóran íbygdan vanda. Árið
2017 hevur víst, hvussu feløg
í framtíðini kunnu koma út
í óføri, tá marknaðarprísurin
fellur eftir at feløg hava keypt
á uppboðssølu. Harumframt
kann ein broyting í oljuprís
unum fáa stórar fíggjarligar
avleiðingar, í mun til upprun
aligu fortreytirnar.
Í hesum ítøkiliga førinum
var tað sildaprísurin, sum
fall nógv eftir at fleiri reiðarí
høvdu keypt rættindini.
Tað vísti seg nevniliga, at
prísurin fall ómetaliga nógv
í fjør í mun til í fyrraárið. Tá
ið rættindini vóru seld á upp
boðssøluni, vóru útlitini fyri,
at prísurin fór at fella so nógv,
ikki kend.
– Hetta viðførdi, at sildin
einki fíggjarligt ískoyti gav til
raksturin av felagnum, men
heldur var ein fíggjarlig út
reiðsla, sigur Hanus Hansen,
stjóri.
Broyttu
fortreytirnar
krevja sjálvandi, at fiskivinnu
fyritøkurnar fylgja væl við á
marknaðinum og eru meira
framskygdar enn neyðugt
hevur verið.
Nú er prísurin fyri rættind
ini noyddur at laga seg eftir
marknaðarprísinum, sum
hann er, tá ið sildin er fiskað og
skal seljast. Men hetta heldur
stjórin í Klaksvík vera sera tor
ført:
– Tað er tí nærum ógjørligt
at arbeiða við langtíðar ætl
anum í fiskivinnuni í dag, og
at leggja ætlanir fyri nýbyggi
ngum er tí ikki møguligt, sigur
hann.
Uppboðssølan í fjør og árini
frammanundan var av einum
øðrvísi slag, enn tær sum eru í
ár og komandi árini.
Árini frammanundan var
fest í lógina, at reiðarí einsa
møll skuldu gjalda fyri fiski
rættindini. Tað stendur ikki
í lógini um fyrisiting av sjó
feingi, sum kom í gildi 1.januar
í ár.
Tí tekur eitt stríð seg upp
millum Føroya Reiðarafelag og
manningarfeløgini um henan
spurningin. Manningarfeløg
ini vilja ikki gjalda fyri fiski
rættindini, tí tað hava tey onga
ávirkan á.
Hinvegin vísir Reiðarafel
agið til ein gerðarættardóm
frá 2011, sum sigur, at gjald fyri
fiskirættindi skulu dragast frá
óbýttum.
Eitt annað, sum er broytt,
er at nú eru tað ikki altíð tey
somu, sum hava keypt rætt
indini, sum tey sum eiga skip
ini. Hetta broytir eisini við
urskiftini millum reiðara og
msanning.
Í veruleikanum er talan um
ein sáttmálaspurning. Fleiri
feløg hava ikki endurnýggja
sáttmálarnar við Reiðarafel
agið, meðan onkur feløg hava
longt teir til í byrjan av næsta
ári.
Uppboðssølan broytir
vinnutreytirnar hjá
føroysku fiskivinnuni
Næraberg hevði eitt nógv minni avlop í fjør enn árini frammanundan.
Stjórin sigur, at landskassin fór avstað við tí mesta sum leyp av
Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík, sigur, at við
urskiftini eru broytt so nógv, at tað verður
ómøguligt sat gerqa nýíløgur í skip
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, er arkitetkturin handan lógina um fyrisiting av sjófeingi.