hósdagur 31. mai 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018
SOSIALURIN 61
30
Veteranurin og
legendan Búgvi
Poulsen frá
Havnar Judo
felag (Horsens
Judo Klub –
DK) endurtók
góðu úrslitini
frá árunum
frammanund
an og dróg eitt
Norðurlendskt
Meistaraheitið
heim til Føroya
Aftan á 4 harðar dystir í
vektbólkinum
undir
81
kg., kundi hann trína fram
á ovasta pláss á sigurs
kamlinum sum vinnari av gull
heiðursmerkinum.
Vikuskiftið 26. og 27. mai
2018 hevði danin Roland Vogt
sína fyrstu uppgávu sum coach
fyri føroyska judolandsliðið.
Uppgávan var Norðurlendska
Meistarakappingin, sum hesa
ferð varð hildin í Hillerød í
Danmark.
Tilsamans vóru 12 ungir
menn og kvinnur úttikin til
uppgávuna.
Búgvi Poulsen bleiv tann
stóri sigursharrin. Í einum
sterkum bólki fyri veteranar
undir 81 kg. kom hann frá
kappingini sum vinnari, eftir
ein sera sannførandi sigur
á danska meistaranum fyri
veteranar undir 40 ár.
Bárður tók øll á bóli
Bárður Hentze Lenvig úr
Havnar Judofelag vísti seg
sum tann, sum tók øll á bóli í
hesi kappingini. Við 3 sigrum
í vektbólkinum undir 66 kg. í
U21 vísti hann stór evni. Hann
vann teir dystirnar, sum man
skal vinna, fyri ikki at vera
marginalleikari. Bárður er
ikki nakar marginalleikari.
Hann er eitt talent við stórum
menningarmøguleikum. Hann
vísti stóra taktiska fatan og
gjøgnumgangandi gott jud
oforstáilsi. Hann tapti eisini
2 dystir. Til tann danan, sum
seinni vann kappingina og
til bronsuvinnaran, sum var
úr Finnlandi. Bárður stendur
eftir við einum fantastiskum 7.
plássi í hesi hørðu kappingini.
Felagin frá Havnar Jud
ofelag, Dánjal á Krákusteini,
var eisini við í U21 kappingini
í vektbólkinum undir 66 kg.
Hann fekk nakrar stuttar dyst
ir, har hann vísti nakrar fínar
taktir. Hann umsetti coaching
til praktikk á ein lættan hátt,
og vísti, at her eru viðurskifti
at arbeiða við, sjálvt um hann
tapti báðar dystirnar.
Hjá kvinnunum var Silja Jo
hannesen úr Sunda Judofelag í
kapping leygardagin. Hon still
aði upp i vektbólkinum undir
70 kg. Hon tapti báðar sínar
dystir, millum annað móti
Emilie Sook úr Danmark, sum
júst nú luttekur í kvalifika
tiónskapping til OL í Tokyo
2020. Silja kláraði seg væl í báð
um dystunum og vísti góðar
kvalitetir, sum kunnu brúkast
til framtíðar arbeiði.
Í blandaðum vektbólki und
ir og yvir 78 kg. luttók Hansa
Torgerð Ellingsgaard, eisini
frá Sunda Judofelag. Hetta
var hennara fyrsta luttøka í
altjóða kapping. Unga kvinnan
fekk harða mótstøðu og fekk
tíverri ikki nógvar minuttir á
máttuni. Kvinnujudo í Føroy
um er á byrjunarstøði, men
við vaksandi talið av kvinnum
í judo er hetta eitt spennandi
øki við nógvum menningar
møguleikum.
Sanna Nolsøe Djurhuus
frá Oxford Judo luttók í ein
um blandaðum vektbólki
við undir og yvir 78 kg. Tað
bleiv til nakrar fáar minuttir
á norðlendsku máttunum, og
vit hava eina rúgvu at arbeiða
við framyvir.
Nikolai Sigurðsson frá
Klaksvíkar Judofelag kapp
aðist hjá monnum undir 73
kg. Nikolai fekk ein truplan
dag við harðari mótstøðu,
men hann kom væl nøgdur
úr kappingini hóast tap. Hann
kendi, at hann fekk nakað við
sær frá báðum dystunum og
er klárur at stríðast framyvir.
Føroyar stillaðu upp við
tveimum dupultkappingum,
nevniliga Petur Sigurð Johann
esen úr Havnar Judofelag, sum
kappaðist bæði hjá monnum
og veteranum. Hjá monnum
gjørdist Petur Sigurð nr. 2 í
innleiðandi bólkinum, sum gav
honum plass í semifinaluni.
Hesa tapti hann til hann, sum
seinni vann kappingina, og
harvið tryggjaði Petur Sigurð
sær bonsumedaljuna.
Í veteranbólkinum var
kappingi um gullið millum 4
menn, og tá dagurin var liðin,
stóð Petur Sigurð við silvur
medaljuni um hálsin. Petur
Sigurð gjørdist javnur við
vinnarin í vunnum dystum við
danska vinnaran men gjørd
ist nr. 2 eftir stigum. Gott og
stabilt av Petur Sigurð.
Ein annar luttakari í dupu
ltkapping var Sigmundur Jo
hansen frá Skálafjarðar Judo
felag. Í báðum bólkunum møtti
hann harðari mótstøðu. Hann
vann ein sigur í fyrsta umfari
í kappingini hjá monnum, har
hann vann trygt á einum norð
manni. Hinir dystirnir vóru
harðir, og Sigmundur mátti
lúta í øllum teimum dystu
num.
Í U18 kappingini høvdu
vit tríggjar luttakarar við.
Bjarni Kyrri Ólavsson í bólk
inum undir 50 kg., og Fríði
Magnusson Carlsson í bólki
num undir 55 kg., báðir frá
Havnar Judofelag, umframt
Aleksandur Christensen frá
Sunda Judofelag. Hann stillaði
upp í bólkinum undir 81 kg.
Ung talentir
Bjarni vísti góðar taktir
og vísti, at hann hann hevur
sans fyri taktikki og rørslu.
Hann hevur evnir til fram
tíðar arbeiði. Alexandur er
óvanliga sterkur, og hann gav
sínum mótstøðumonnum ein
skarpan gang. Landsliðsvenj
arin og hann gleða seg til fram
tíðar arbeiði.
Mótstøðmenninir hjá Fríða
gjørdust bilsnir yvir hans
ara støði og evnir at leypa á
fleiri vegir (ein eginleiki fyri
ein góðan judoleikara). Sjálvt
um hann tapti báðar dystir
nar, vísti hann høgt støði, og
hann fer heilt vist at vinna
dystir í framtíðin og til næstu
Norðurlanda Meistarakapp
ingina, sum komandi ár verður
í Finnlandi.
Føroyinguri norður
lendskur meistari