Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-31, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018 SOSIALURIN 61 31 LÍV SØKIR EFTIR tryggingarnæmingi Lærutíðin byrjar 1. september, og setanin er lønt sambært galdandi sáttmála við YTF.   Sum tryggingarnæmingur verður tú partur av kundadeild okkara. Útbúgvingin tekur tvey ár og gevur tær breiðan førleika innan tryggingar- og pensjónsøkið. Eftir lokna útbúgving sum tryggingar- næmingur eru góðir møguleikar fyri fram haldandi starvi og víðari útbúgving.   Um tú ynskir at gerast næmingur hjá okkum, er tað ein fortreyt, at tú hevur miðnámsprógv. Umsóknir við avritum av prógvum, CV og øðrum skjølum skulu sendast til: LÍV Kopargøta 1 Postsmoga 206 110 Tórshavn   ella liv@liv.fo Meira kunning um læruplássið á liv.fo Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinasta lagi 22. juni 2018. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.   Hevur tú okkurt at spyrja um í sam- bandi við starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan Jakobsen, janj@liv.fo ella 231110. LÍV er størsti veitari av lívs- og eftirlønartryggingum á føroyska eftirlønarmarknaðinum. Tað eru kundarnir, sum eiga LÍV, og allur ágóðin kemur kundunum til góðar. LÍV bjóðar tænastur á tryggingar- og eftirlønarøkinum til fakfeløg, virkir og einstaklingar. Kopargøta 1, Tórshavn | www.liv.fo TROTABÚGV Í trotabúnum Sp/f Myndir (hjánøvn: Fotoshop, Photocare), Mykinesgøta 7, 100 Tórshavn, skrás. nr. 1630, sks. nr. 3-31/2018, verður einhvør, ið hevur krøv biðin um, skrivliga at venda sær til bústjóra, advokat Óla Jákup Kristoffersen, Advokatskrivstovan, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, j. nr. 20170705, innan 4 vikur eftir at hetta er kunngjørt, og boða frá hesum krøvum, uppgjørd við møguligum rentum á trotadegnum tann 4. mai 2018. Skjalprógvan fyri krøvunum og makaskjal av fráboðanini skulu sendast við. Tað verður innkallað til skiftifund fríggjadagin tann 24. august 2018, kl. 9.30, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, at royna fráboðaði krøv og møgulig onnur krøv. Ein listi við krøvunum og við tilmælum bústjórans og fráboðanum liggja til eftirskoðan í skiftirættinum 2 vikur innan skiftifundin. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 29. mai 2018. PROKLAMA Búgvið eftir Katrin Løkjá, fødd 290977 – deyð 5. mars 2018, ið búði Svaldbardsvegur 10, 100 Tórshavn og eftirlivandi hjúnafelaga Árant Løkjá, er sambært § 75 í skiftilógini latið arvingunum til privat skifti. Í hesum sambandi verða møguligir kravánarar bidnir um, innan 3 mánaðir frá tí at henda lýsing hevur verið í blaðnum, at senda undirritaða fráboðan um krav teirra viðlagt skjølum, ið prógva rættleikan av krøvum teirra, ávísandi j.nr. 8800518. Tikið er við skuld. Tórshavn, tann 28. mai 2018 Petur Even Djurhuus, advokatur Yviri við Strond 4 Postsmoga 359 FO-100 Tórshavn TROTABÚGV Við avgerð tann 7. mai 2018 er Elmar Debes Petersen, Hvalvíksvegur 61, 430 Hvalvík, komið undir trotabúarviðgerð við Føroya Skiftirætti eftir áheitan, ið er móttikin í skiftirættinum tann 6. apríl 2018. Sum fyribils bústjóri er settur advokatur Ingi Højgaard, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, mánadagin tann 28. maj 2018, kl. 9.15. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 8. mai 2018 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Leif Due Sørensen, oman Hoydalar 26, 188 Hoyvík, føddur tann 26.10.1951, deyður tann 26.09.2017, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríða Patursson, Frúutrøð 4, postboks 6, 110 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 338/2017, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 29. mai 2018. DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á Sosialurin 341800 0,00 í leysasølu skulu læra at undrast og granska Vísindavøka s4 IR: ÁHUGA RNUM 1,6 bensin 120 hk Active Eyðun hevur Parkin SJÚK 29 mai varð drigið í samband við lutaseðlasølu felagsins. Vinnandi seðilin var nummar 27! Felagið vil samstundis takka fyri stuðulin. Vinarliga Haldórsvíkar Ítróttarfelag