Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-31, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JUNI 2018 SOSIALURIN 61 32 Aldurdómurin kann ikki appellerast Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 N økur, nøkur heilt fá, gleða seg til at blíva gom­ul. Hini, tey flestu, gleða seg als ikki. Tey fáu gleða seg, tí tá tvey blíva gomul, 67, gevast tey at arbeiða. Hjá summ­um er arbeiðið bara ein krevj­andi og keðilig og ósexut skylda, sum pensjónsaldurin steðg­ ar og beinir fyri. Vit ungu, sum eru blivin eitt sind­ur eldri, sum tey fáu plaga at siga. Men nei, tað er gott og stimbr­ andi hjá fólki at arbeiða so leingi tey kunnu. Bara heilsan skal stegða tí. Ikki tí, at royndirnar hjá teimum gomlu telja nakað á ar­beiðsmarknaðinum. Tað gera tær ikki longur, heldur ikki har. Tær eru bara grenj. Tess yngri fólk eru, betur vita tey um alt og øll. Nei, tað er gott fyri hvønn einstakan at arbeiða sum longst. Nøkur siga, at tey ongantíð hava havt so nógv at gera, sum tey hava at gera, eftir at tey góv­ust at arbeiða. Gott hjá teimum. Men tey eru fá. Heilt fá. Eg veit nøkunlunda, hvat eg tosi um, tí eg havi rundað hornið og eri farin inn á síðstu breytina beina leið móti æviga frið­in­ um, peace, perfect peace. Hann nærkast hvønn dag, hvørt sekund. Men eg visti tó ikki, at tað var so­leið­is at gerast eldri, sum tey siga í stað­ in fyri at siga sum er, og tað er at blíva gamal. Eg sigi ikki, at tað hendi sjálvan føðingardagin, men í teirri vikuni bleiv eg við eitt fimm ár, ikki eitt, men fimm ár eldri. Soleiðis kennist tað í øllum kroppinum, ilt alla staðni og hálvgum rørslutarnaður. Tí andliga bilar einki, enn. Eri líka býttur sum eg altíð havi verið. Og royndirnar telja sum sagt ikki. Eldist eg aftur fimm ár í viku átta næsta ár, verða seinastu árini strævin, eingin ivi um tað. So tit, sum gleða tykkum til at gerast gomul ella eldri, hugsið tykkum um og njótið hvørt ár fyri tað 67. Einasta hjálp er, sum skilst, heili­ vágur við øllum sínum hjáárinum. Sum eg helst vil sleppa undan. Onn­ur hjálp er annars ikki at fáa. Tað er bara at ásanna, at aldurin hevur fingið teg aftur ella hevur møtt tær og so líðandi ger av við teg. Tú kanst ikki renna undan, tú kanst ikki krógva teg. Tú kanst bara fylla teg við heilivági ella finna góð ráð í donskum vikubløðum. Sama, hvat klók fólk siga og skriva. Tað er alt annað enn huga­ ligt og stuttligt at gerast gamal, eg sigi gamal, ikki eldri. Tað er nakað tvætl og uttanumtos at siga vit ungu, sum eru vorðin nakað eldri. Hatta møsnið um gráa gullið man onkur skallutur hava ført út í orð. Gull er gylt og einki annað enn tað. Hvørki grátt ella reytt ella okk­ urt triðja. Tað er so eingin vegur aftur. Árini telja bara ein veg, tann skeiva? Eg veit ikki. Eingin eldist uttan tann, sum sjálv ella sjálvur vil. Plaga tey at siga. Tey siga so mangt. Men sama, hvat eg vil, so eldist eg. Fimm ár um árið. Kroppurin og sinnið fylgjast ikki. Kanska er tað vanligt, havi ikki spurt. Tú hevur beina kós tann eina veg. Hevði ikki væntað, at hon, kósin, varð sett so bráðliga, hóast hon í veru­leikanum er sett fyri teg tann fyrsta dagin, føðingardagin. Hon er sett, tú fært ikki broytt hana, ikki snarað í annað borðið ella hitt og als ikki bakkað. Har er grivið har frammi. Klárt at tveita í aftur. Kanska klári eg kortini tey fýra nullini, 88. Aldurin klemmar. Sum ein skógv­ur, sum er ov lítil. Allir skógv­ ar eru alt ov smáir, tá tú skalt í teir. Tær nýtist amboð. At gerast gamal er ein dóm­ur. Aldurdómurin kann ikki app­ell­ er­ast. Hann er endaligur. Tú tapti. Høgni Djurhuus Kári Svensson hevur framsýning í Østrøm Í samband vid Mentanarnáttina í Havn, fer Kári Svensson at hava eina listaframsýning i Østrøm og hósdagin 31. mai frá klokkan 16 til 18 - verður fernisering. Framsýningin verður eisini opin á sjálvari mentanarnáttini fríggja­ dagin 1. juni frá klokkan 14 til 23. Kári Svensson, sum er føddur í 1954, er ein av kendu føroysku listamálarunum, og hann er eisini ein sera virkin listamaður. Longu sum tannáringur hevði hann sína fyrstu framsýning, og síð­an hevur hann ferðast víða við sínari list. Listamaðurin hevur eitt nú sýnt fram í Norðurlondum, Balt­ isku londunum, Hálandi og í so fjarskotnum støðum sum í Singa­ pore og New York.