mánadagur 4. juni 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI SÍÐA 8
Sjó
fuglur
in aftur í
menning
NØVN SÍÐA 6
Svenn
Jacobsen
í Havn
deyður
Fyri tey flestu er tað full
komiliga líka mikið, hvør
situr á Christiansborg
Sambandsflokkurin sigur, at Løkke
ynskir sær eina sambandsrødd á
Fólkating til næsta fólkatingsval.
Sama ynski hevur Bárður Nielsen
sum vera man eisini.
–
Sambandsflokkurin
hevur
prógvað, at nógv ítøkilig úrslit
spyrjast burturúr, tá Sambands
flokkurin er á Christiansborg, sigur
Bárður Nielsen í tíðindaskrivi.
Hann nevnir tó einki av hesum
ítøkiligu úrslitunum.
Tað er vorðið sum, kunnu vit
siga, at forsætisráðharrin danski
ynskir sær eina sambandsrødd á
Fólkating. Tað ger hann uttan iva.
Men ikki tí at hon dámar betur sam
bandsføroyingar. Orsøkin er tann
einfalda, at so fær ein borgarlig
stjórn í Danmark eitt atkøvðuneyt
úr Føroyum. Politikkur snýr seg um
vald. Fleiri atkvøður.
Ein forsætisráðharri skal altíð
kunna telja upp í 90 atkvøður. Tað
kundi Helle Thorning-Smidt ikki
eftir seinasta val, sjálvt um hon
taldi bæði Sjúrð og Høgna við. So
kom hon bara til 89. Hóast flokkur
in hjá forsætisráðfrúnni kláraði seg
væl, so gekk so mikið illa hjá SF, at
Helle Thorning-Smidt bara kundi
telja upp í 89 – og harvið kundi Lars
Løkke Rasmussen telja upp í 90, tá
hann taldi alla táverandi andstøð
una við.
Fyri danskar politikarar er tað so
einfalt. Borgarligi leiðarin, sum nú
er Løkke ynskir sær eitt sambands
umboð ella eitt fólkafloksumboð –
ella helst bæði. Tí so nýtist honum
bara at telja upp í 88 í Danmark.
Men sum støðan er í Norður
atlantsavi, so hevur Løkke einki
atkvøðuneyt í Føroyum og einki í
Grønlandi.
Borgarligi vongurin í Danmark
kláraði seg uttan norðuratlantisku
hjálpina. Men so hevur ikki altíð
verið. Seinast tað soleiðis stóð á
gomlum nøglum var fyri 20 árum
síðani. Fyri valið í 98 vóru tvey
vinstraumboð úr Grønlandi og tvey
høgraumboð úr Føroyum. Tí var
støðan status quo. Men tá Jóannes
Eidesgaard varð valdur fyri Javn
aðarflokkin í 1998, gjørdist hann
avgerandi atkvøðan, sum tryggjaði
Nyrup enn eitt skeið sum forsætis
ráðharri. Prísurin var millum ann
að, at skuld okkara til ríkiskassan
fríggjadagin – 20 ár seinni – minkaði
eina hálva milliard.
Tað er uttan iva stuttligt at sita á
Fólkatingi. Men at billa okkum inn,
at tað hevur týdning fyri Føroyar,
um tað er Bárður, Sjúrður, Magni
ella Annika, sum sita har, tað er at
taka munnin í so fullan.
LØKKE VIL HAVA ATKVØÐUNA
Hesaferð fær útvarpið
skorfleingju fyri skeiva
avgerð hjá Gunvør Balle
»Góða mamma tað var ikki
eg« fert tú at hugsa, tá tú
hoyrir
kreativar
umber
ingar frá politikarum, sum
tildømis hana frá Gunvør
Balle á Facebook í gjár, tá
hon gevur ilt av sær, tí at út
varpið hevur borið tíðindini
um, at býráðið ætlar ovastu
hædd á bókasavninum til
umsiting. Hetta vóru annars
gomul tíðindi, sum eru borin
fyri fleiri døgum síðani.
Men útvarpið fær ein
skorfleingju frá varaborgar
stjóranum, tí at útvarpið við
gjørdi samtyktina hjá fíggj
arnevndini hjá Tórshavnar
kommunu um júst at taka
ovastu hædd á Býarbóka
savninum til umsiting held
ur enn til bókasavn, so sum
býráðið hevur lovað.
– Talan var um eina mis
skiljing og eitt mistak, tá vit
í fíggjarnevndini tóku undir
við at brúka 4. hædd til fyri
siting, og tí var málið tikið av
skrá til býráðsfundin, tí tá
var greitt hvat málið veru
liga snúði seg um.
Soleiðis skrivar Gunvør
Balle. Og hon heldur fram:
– Viðhvørt eru sera nógv
mál á skrá, tingini ganga ov
skjótt, og her er dømi um eitt
mál, sum ongin í nevndini
gjørdi sær nóg gott far um.
Sera harmiligt og tað eigur
ikki at koma fyri, men tíverri
henda feilir viðhvørt.
Og so leggur oddakvinna
Tjóðveldis í býráðnum eftir
útvarpinum fyri at hava eitt
beintar søgur. »Um journal
isturin hevði tímað at ringt
til mín ella annað umboð fyri
meirilutan, hevði skjótt verið
greitt – at her er ongin søga.«
Álvaratos Gunvør Balle.
Søgan byggir á eina sam
tykt hjá Gunvør Balle, Ann
iku Olsen og Bergunn Kass
í fíggjarnevndini um, at í
staðin fyri at hýsa bóka
savninum á ovastu hædd í
bókasavnsbygninginum, so
skal hæddin brúkast til at
hýsa umsitingini hjá Heilsu-
og
Umsorganartænastuni
og til ein stjóra afturat í Ráð
húsinum. Tað stendur svart
upp á hvítt í gerðabókini,
sum okkara starvsfelagar í
útvarpinum eisini hava lisið!
Tað er ikki ein eittbeint
søga at skriva úr einin bý
ráðssamtykt.
At onkur er komin upp
á betri tankar, ja tað kann
henda. Men lat vera við at
nýta »mistak« sum skálka
skjól. Tí sjálvandi er tað ikki
eitt
»mistak«.
Politikarar
taka skilagóðar avgerðir og
vánaligar avgerðir.
Tað er lítið virðiligt, tá
politikarar fara út og skjóta
journalistin. Tað hevur Gun
vør gjørt fyrr í sambandi við
grótið á Sundi og mótmælini
úr Kaldbak.
Tað er ikki gott politiskt
handverk at skáka sær und
an óbehagiligheitum við at
lúgva og turka upp á onnur.
Tað er ein ringur óvani.
– Sjálvandi vita álitispol
itikarar, hvat teir samtykkja
í fíggjarnevndini. Og vita
teir ikki tað, so eru teir ikki
álitispolitikarar, og so skulu
teir slett ikki sita har – ella
slett ikki vera politikarar!
Á Gunvør, Gunvør...
Sjálvandi fegnast Løkke,
um hann fær stuðul úr Føroyum
Summi hava ilt við at
trúgva uttanumtosinum hjá
varaborgarstjóranum í Havn
Sunnudagin 10. juni klokk
an 14 skipar Hvirlan fyri
Stuttleikum.
Stuttleikir er familju
tiltak ætlað børnum upp
til umleið 11 ár, og tiltakið
verður á Tórsbreyt.
Børnini sleppa at royna
seg í bóltkasti, longdarlopi
og renning. Alt gongur fyri
seg í einum hugnaligum
umhvørvi, har tað fyrst og
fremst snýr seg um at at
hava tað stuttligt.
– Í fjør vóru yvir 100
børn vælnøgd børn við.
Afturmeldingarnar
vóru
sera jaligar og var millum
annað sagt, at hetta var
tað stuttligasta tey høvdu
roynt, skriva fyrireikarar
nir.
Í ár setir Elin Heðins
dóttir Joensen, forseti í ÍSF,
Stuttleikir, og hetta er tí, at
Hvirlan fyllir 10 ár.
Tilmelding letur upp
klokkan 13.30, og tað kostar
50 kr at verða við.
Stuttleikir á Tórs
breyt sunnudagin
Hvirlan, sum skipar fyri frælsa ítróttartiltakinum á
Tórsbreyt sunnudagin, fyllir 10 ár í dag
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin