mánadagur 4. juni 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62
400 starvsfólk
mangla í ferðavinnuni
- Talan er tó ikki um størv til akademikarar, men kokkar, tænarar,
móttøkufólk og reingerðarfólk, sigur Guðrið Højgaard.
Danjal av Rana
Komandi tvey árini fara vit at hava
upp í eini 400 nýggj starvsfólk í
ferðavinnuni, men í stóran mun er
talan um fólk á gólvinum, søgdu
bæði Guðrið Højgaard, stjóri í Visit
Faroe Islands, og Rúni Vang Poul
sen, stjóri á Smyril Line.
Tey høvdu framløgur á ársfund
inum hjá Arbeiðsloysisskipanini,
har tey greiddu frá, hvørjar avbjóð
ingar tær báðar fyritøkurnar hava
komandi tíðina.
- Størsta avbjóðingin hjá okkum
komandi tíðina verður at fáa fatur
á arbeiðskraft. Seingjarplássini
hevur verið ein fløskuhálsur, sum
verður loystur komandi tíðina,
men nú verður avbjóðingin at
finna nokk av starvsfólkum, sigur
Guðrið Højgaard, sum væntar, at
næstu tvey árini fer tørvur at vera
á 200 til 400 nýggjum ársverkum í
ferðavinnuni í Føroyum.
Ikki fyri akademikarar
Tað verður kortini ein avbjóðing at
finna hesi fólkini, tí talan er ikki um
hálønt akademikarastørv, men um
láglønar størv og ofta við skeivum
arbeiðstíðum.
- Vit hava tørv á fólki til at
arbeiða á gólvinum, so at siga. Kokk-
ar, tænarar, móttøkufólk, reingerð
isfólk, sigur hon.
- Eg fái hópin av umbønum frá
væl útbúnum føroyingum, sum
kundu hugsað sær eitt starv í ferða
vinnuni, men í løtuni hava vit als
ikki brúk fyri slíkum, greiðir Guðrið
Højgaard frá.
Hóast hesi størvini kanska ikki
eru so høgt í metum, so eru tey
avgerðandi fyri ferðavinnuna, vísir
stjórin í Visit Faroe Islands á.
- Um hesi fólkini ikki eru í starvi,
hevði føroyska ferðavinnan einans
verið ein triðing av tí, sum hon er í
dag, sigur Guðrið Højgaard.
Hon sigur, at í stóran mun eru
tað lesandi og onnur ung, sum
røkta hesi størvini, men hetta ger
eisini, at arbeiðskraftin er sera
óstøðug.
- Tíðin hjá teimum er avmarkað,
tí tey ganga í skúla. Nøkur teirra
arbeiða bara í feriunum. Á hvørjum
ári gevast nógv, tí tey fara uttan
lands at lesa. Vit hava tí ein stóran
tørv á støðugari arbeiðskraft í hes
um størvunum, sigur hon.
Skoyta ikki um størvini
Hetta kann Rúni Vang Poulsen,
stjóri í Smyril Line, vátta.
- Um vit hyggja at Hotel Skála
vík, so hava vit nærum alla tíðina
leys størv á hesum økjunum, men
vit fáa ongar umsóknir. Vit hava tí
valt at bjóða teimum, sum sigla við
Norrønu, møguleikan at taka nakr
ar vaktir á Hotel Skálavík og Hotel
Hafnia, tá tey annars hava fríviku,
sigur hann.
Hann sigur, at partur av avbjóð
ingini er sjálvandi, at hesi størvini
eru sera tengt at árstíðunum.
- Tað er torført at bjóða starvs
fólkunum eitt fulltíðarstarv alt
árið, tá ferðavinnusesongin er
so stutt sum hon er. Tí mugu vit,
saman við øðrum pørtum í ferða
vinnuni, arbeiða við at leingja um
sesongina, sigur hann.
Hann eftirlýsir eisini, at fleiri
útbúgvingarmøguleikar
innan
ferðavinnuna verða settir á stovn
í Føroyum. Í Vestmanna hava vit
nú ferðaleiðaraútbúgvingina, men
Rúni Vang Poulsen sigur, at vit
mugu fáa fleiri útbúgvingar og
betri umstøður og treytir fyri lærl
ingar.
Tørvur á útlendskari
arbeiðsmegi
Bæði Rúni Vang Poulsen og Guðrið
Højgaard vænta, at tað í størri mun
verða útlendingar, sum fara at fylla
hesi mongu størvini. Longu nú er
neyðugt at dúva upp á útlendska
arbeiðsmegi.
- Í hesum tíðum, við einum há
konjunkturi og lágum arbeiðsloysi,
mugu vit dúva upp á útlendska
arbeiðsmegi. Tað vísir seg at vera
sera torført at fáa føroyingar at
taka hesi størvini, sigur Guðrið
Højgaard.
Ein partur av loysnini er tí at
lata útlendingar taka hesi størvini,
men tá eru trupulleikar við at fáa
øll loyvini í lagi. Ófaklærd arbeiðs
megi hevur ikki bestu korini at
fáa uppihalds- og arbeiðsloyvi í
Føroyum, men tað verður alneyð
ugt, um vit skulu megna at nøkta
tørvin, halda bæði Guðrið Højgaard
og Rúni Vang Poulsen.
Guðrið Højgaard nevndi á árs
fundinum eitt fekst dømi um eina
útlendska kvinnu, sum seinastu
tíðina hevur starvast á eini mat
stovu í Havn.
- Hon hevði neyðugu førleik
arnar, hevði ongar trupulleikar
við at arbeiða skeivu tímarnar og
hevði høgan arbeiðsmoral. Men
nú verður arbeiðsloyvið ikki end
urnýggjað. Slíkar støður skapa
ótryggleika og gera avbjóðingina
at finna hóskandi starvsfólk enn
størri, sigur hon.
- Tað er tó týdningarmikið at
varðveita samleikan sum ein før
oysk vinna, eisini í hesum størv
unum. Tí mugu vit ansa eftir, at
tað ikki gerast lutfalsliga ov nógvir
útlendingar í føroysku ferðavinn
uni. Júst tað føroyska er eitt av
okkara sterkastu sølupunktum,
sigur Guðrið Højgaard.
FERÐAVINNA