Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Triðja uppsøgnin ógildað JOHNNY HEV KOSTAÐ YVIR 2.5 MILLIÓNI Eg veit ikki enn, hvussu nógv ólógliga uppsøgnin av Sigrid Christensen hevur kostað. Men í øllum førum eru tað fleiri hundrað túsund krónur bara higartil. Aftrat tí kemur tann avtalan, sum vit nú skulu gera við Landssjúkrahúsið, sigur Birita Sandberg Samuelsen, advokatur hjá Sigrid Christensen. Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fríggjadagin fall ein avgerð í Heilsu- og Innlendismálaráðnum. Upp­søgnin av Sigrid Christensen, fyrr­verandi leiðandi ljósmóður á Landssjúkrahúsinum, var ikki í lagi. Sostatt er talið av ólógligum upp­ sagn­um hjá núverandi kring­varps­ stjóranum, fyrrverandi sjúkra­hús­ stjóranum tríggjar í tali.  Herfyri kom fram í Dimmalætting, at kostn­aðurin av teimum báðum fyrstu uppsagnunum hjá Johnny í Grót­inum, sum vórðu ógildaðar – Tór­hild Eyðsteindóttir Mohr og Lilj­an Weihe – hava kostað umleið 1.5 milliónir krónur higartil – tó at út­reiðslurnar av at siga Liljan Weihe úr starvi ikki eru steðgaðar at vaksa enn. Aftrat hesum kostnaðinum koma so útreiðslurnar av ólóg­ligu uppsøgnini av Sigrid Christ­en­sen. Advokatur hennara, Birita Sand­ berg Samuelsen sigur við Sosial­in í dag, at enn er ikki enda­liga upp­ talt, hvat uppsøgnin hev­ur kostað. Men um vit siga 7 mán­að­ar­lønir á 50.000 við eftirløn og arbeiðs­ markn­aðargjøldum við meira, so eru útreiðslurnar hig­ar­til av henni 350.000. Aftrat tí koma útreiðslur í samband við máls­gongdina sjálva og so tann avtal­an, sum Sigrid Christ­ensen og Landssjúkrahúsið nú skulu gera. Antin fer hon aftur í starvið sum leiðandi ljósmóður ella fær hon eina fráfaringaravtalu, sum so aftur kostar landskassanum eyka útreiðslur. Eg kann ikki seta endaligt tal á enn, men uppsøgnin av Sigrid hev­ur í øllum førum kostað fleiri hundrað túsund krónur, sigur Birita Sandberg Samuelsen. Hóast uppsøgnin av Sigrid Christ­ ensen, Tórhild Eyð­steins­dóttir Mohr og Liljan Weihe er ymisk­ar, so hava tær eitt til felags. Johnny í Grótinum átti evstu ábyrgd av at siga tær úr starvi. Kringvarpið  Vit hyggja nærri at tí mest almennu. Tí orrustan í Kringvarpinum, sum leiddi til uppsøgnina av Lilj­an Weihe, byrjaði í Vikuskiftis Sosial­ inum 24. november í fjør. Tá skriv­ aði blaðið um nakrar klagur, sum vórðu sendar til Stýrið fyri Kring­ varpið um nýggja stjóran Johnny í Grótinum. Eina viku eftir fekk Lilj­an Weihe ætlanarskriv um upp­ søgn handað frá stjóranum. Hendan uppsøgnin av Liljan Weihe varð tó ógildað, sum flestum kunn­ugt. Men stríðið er ikki av í Kringvarpinum enn, hóast tað er meira enn seks mánaðir síðani Liljan Weihe varð uppsøgd. Johnny í Grótinum sigur við Sosialin í dag, at stóð tað til hansara, so var málið um Liljuna Weihe loyst fyri fleiri vikum síðani, men enn hevur tað ikki eydnast orsaka av ósemjum um framtíðarsamstarv millum partarnar.   Stríðið á føðideildini Tann kvinnan, hvørs uppsøgn fríggja­dagin varð ógildað av Heilsu­ mála­ráðnum, er Sigrid Christensen. Hon var leiðandi ljósmóður á Lands­ sjúkrahúsinum. Hon varð uppsøgd av Johnny í Grótinum, tá ið stríðið á føðideildini stóð uppá tað hægsta, meðan Johnny í Grótinum varð stjóri á Lands­sjúkra­húsinum. Hon hevur ikki fingið løn síðani nov­ emb­er mánað. Men tað skal hon hava nú. Og hetta er ikki fyrsta upp­ søgn­in á Landssjúkrahúsinum, sum er ógildað. Tí fyri stuttum skriv­aði Dimmalætting eina greina­røð um hesar ólógligu upp­ sagn­ir, sum Johnny í Grótinum hev­ur staðið á odda fyri. Og áðr­