Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62 Hetta er nakað eg skal læra av Eg taki tað í størsta álvara, at tað verður ógyldað, sum eg havi tikið avgerð um, sigur Johnny í Grótinum. Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fríggjadagin kom avgerðin, sum fyrrverandi leiðandi ljósmóðurin á Landssjúkrahúsinum hevur bíðað leingi eftir. Avgerðin, sum sendi hana til hús 31. august í fjør, varð ólóglig, sambært Heilsu og Innlendismálaráðnum. Sostatt hev­ur hon eftir góðar 9 mánaðir fingið staðfest, at hon varð órættað av stjóranum. Stjórin tá var Johnny í Grót­ inum. 31. august var hans­ara sein­ asti dagur á Lands­sjúkra­hús­in­um. 1. september – also dagin eftir - byrj­aði hann sum stjóri í Kring­ varp­inum. Og síðani hendan dagin hava tvey aðalráð – Heilsu og Inn­lendis­ málaráðið og Menta­málaráðið – ógyldað tríggjar uppsøgnir, sum Johnny í Grótinum hevur framt. Tá man fer so langt sum at upp­siga, so eru tað jú nakrar um­støður, sum eru rundan um uppsagnirnar og nøkur við­ur­ skifti, sum liggja til grund fyri av­gerðina. Og eg kann so siga, at tær tríggjar uppsøgnirnar, sum eru ógyldaðar, eru sera ymiskar, sig­ur Johnny í Grótinum. Avgerðin fall fríggjadagin, og greitt er, at vantandi proportiónir í avgerðunum hjá Johnny í Grót­ inum ganga aftur. Objektivt sæð kann eg tó siga, at tá uppsøgnirnar av Liljan Weihe og Sigrid Christensen verða ógyldaðar millum annað grundað á manglandi proportión, so má eg taka í egnan barm og eftir­hyggja hvørji stig skulu tak­ ast áðrenn. Hetta er absolutt nakað eg skal læra av, sigur Johnny í Grótinum. Víðari greiðir hann frá, at í før­unum um Sigrid Christensen og Liljan Weihe eigur hann av­ gerð­irnar fult og heilt. Og hóast fyrr­verandi sjúkrahússtjórin sig­ur seg eiga evstu ábyrgd, tá ið umræður uppsøgnina av deild­ ar­sjúkrasystrini á B3 á Lands­ sjúkrahúsinum, Tórhild Eyð­ steins­dóttir Mohr, sum eisini varð ógyldað, so sigur hann kortini, at varastjórin á Lands­ sjúkrahúsinum tá, Naina Túgvu­ stein, eigur tað avgerðina fult og heilt. Í førunum við Liljan Weihe og Sigrid Christensen havi eg sjálvandi søkt løgfrøðiliga ráð­ gev­ing og ráðgeving frá øðrum viðkomandi pørtum, áðrenn eg havi tikið avgerðina. Tí tað er ikki ein løtt avgerð at taka, at siga fólk úr starvi. Og hetta skal ikki síggjast sum, at eg taki uppsagnir lætt, tí tað geri eg avgjørt ikki, sigur Johnny í Grótinum. Tá ið hendan samrøðan var gjørd við Johnny í Grótinum hevði hann ikki havt høvi at seta seg inn í niðurstøðuna frá Heilsu og Innlendismálaráðnum. Sosial­ ur­in tosar við Johnny í Grótinum aft­ur seinni í vikuni. VUR R IR enn avgerðina fríggjadagin við­ víkj­andi Sigrid Christensen, so varð ein onnur líknandi avgerð tik­in í Heilsumálaráðnum. Tí deild­ ar­sjúkrasysturin á B3 á Lands­ sjúkra­húsinum, Tórhild Eysteins­ dótt­ir Mohr, varð eisini uppsøgd av Johnny í Grótinum - og síðani varð hennara uppsøgn ógildað av Heilsu­málaráðnum.    Sama skil í Kringvarpinum Tann mest almenna uppsøgnin, sum Johnny í Grótinum hevur framt og síðani fingið aftur í høvdið, er tann av tíðindaleiðaranum í Kring­varpinum, Liljan Weihe. Dimma­lætting kundi fyri nøkrum vik­um síðani avdúka, at uppsøgnin av tíð­indaleiðaranum, sum also varð ógildað og stríð framvegis er um, hevur kostað landskassanum yvir 300.000 krónur higartil. Og tá hevur stríðið í Kring­varp­ in­um bara vart í nakrar mánaðir sam­an­borið við tær ólógligu upp­ sagn­ir á Landssjúkrahúsinum, sum also fríggjadagin vuksu í talið. Dimma­lætting visti eisini at siga, at ólógliga uppsøgnin av Tórhild Eyð­ steins­dóttir Mohr hevur kostað lands­kassanum yvir eina millión.  So er spurningurin, hvat ólógliga uppsøgnin av Sigrid Christensen hevur kostað, tá avtornar. Um vit siga, at uppsøgnin av Sigrid Christ­ensen hevur kostað tað sama, sum uppsøgnin av Tórhild Eyð­steinsdóttir Mohr, so hevur Johnny í Grótinum í øllum førum kostað landskassanum 2.5 milliónir krón­ur í ólóligum uppsagnum tað sein­asta árið. Johnny í Grótinum