mánadagur 4. juni 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62
6
Sosialurin
JÁKUP DAHL FØDDUR OG DEYÐUR 5. JUNI
Dagurin 5. juni fylgdi Jákupi Dahl, prósti. Hann varð
føddur hendan dagin í 1878. Hann var læarari,
prestur og tá A. C. Evensen doyði í 1918 tók
hann eisini við sum Føroya Próstur. Tá Jákup
Dahl doyði í 1944 var tað eisini 5. juni, á
sínum 66 ára føðingardegi.
KVINNUR SLUPPU EISINI AT ATKVØÐA
Eisini í 1915 var grundlógardagur 5. juni. Hendan
dagin samtykti Fólkatingið við 111 atkvøðum
fyri, at geva kvinnum í danska kongaríkinum
atkvøðurætt. Seinni hendan sama dagin skrivar
Kristian 10. kongur undir nýggju grundlógina.
29 ár síðani blóð
baðið á Himmal
friðartorginum
Tá lesandi í Beijing kravdu
fólkaræði og pressufrælsi
Í dag eru 29 ár síðani
studentar gjørdu upp
reistur ímóti kommun
istiska stýrinum í Kina á
Himmalfriðartorginum í
Beijing.
Harðenda
stýrið
sendi herðin at basa
uppreistrinum á Tien
an Men torginum sam
stundis við, at pansar
vognar koyrdu beinleiðis
inn í mannamúgvurnar.
Umleið
1.000
fólk
doyðu og yvir 10.000
vóru særd í hópdrápu
num, sum varð framt um
náttina.
Síðani síðst í mai
hetta árið hevði Himm
alfriðartorgið
verið
høvuðsstøð hjá millum
2.000 og 3.000 lesandi
í verkfalli, sum kravdu
fólkaræði, pressufrælsi
og enda á umfatandi
mutrinum.
At kalla allur heim
urin fordømdi hópdráp
ið.
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo
Svenn Jacobsen
deyður 92 ára gamal
Svenn arbeiddi hjá Phil og Søn, Danberg og hjá kommununi, men longst var
hann í starvi hjá Landsverk, har hann var, til hann fór frá fyri aldur
Týsmorgunin bórust deyðs
boðini av Svenn Jacobsen í
Tórfinsgøtu 29 í Havn.
Svenn var 92 ára gamal,
nú hann andaðist, mettur av
døgum.
Svenn var ættaður úr
Hvalvík, sonur Jógvan Jac
obsen og Elisabeth Iversen.
Tey vóru seks í systkin,
og var Svend nummar tvey
í røðini. Tey vóru fimm
beiggjar og ein systir: Jó
annes, Svend, Knút, Lilly og
tvíburðarnir Jógvan Elias
og Hans. Jóannes andaðist
í 2002 og Jógvan Elias í 2011.
Derhard
Jógvansson,
prestur,
greiddi
frá
í
gravtaluni í Vesturkirkjuni í
gjár um Svenn Jacobsen:
»At barnaárini í Hvalvík
vóru góð, men at tað merkti
Svend, systkinini og pápan,
tá ið mamman gjørdist álv
arsliga sjúk og andaðist bert
44 ára gomul.
Svend fór til Kirkjubøar
at tæna stutt eftir hetta og
fór síðani til Íslands at ar
beiða á tveimum ymiskum
bóndagørðum sum seytjan
ára gamal. Hetta var undir
krígnum og var hann sostatt
í Íslandi í hálvt fimta ár. Eftir
tíðina í Íslandi flutti Svend
heim aftur til Føroyar, har
hann fór á háskúla.
Seinni hitti hann Kristi
onnu, ættað av Húsum, sum
var flutt til Havnar við fam
iljuni.
Í seinnu helvt av 50’u
num fóru tey saman til Ís
lands. Svend róði út frá
Vestmannaoyggjunum
og
Kristianna arbeiddi á fiska
virki. Tey giftust í 1959,
búsettust
á
Torfinsgøtu
og fingu børnini Jógvan
og Elsbu. Seinni fingu tey
ommu-
og
abbabarnið
Rannvu.
Svend gavst við at sigla,
tá ið børnini vóru smá og fór
ístaðin at arbeiða sum ar
beiðsmaður. Hann arbeiddi
hjá Phil og Søn, Danberg og
hjá kommununi, men longst
var hann í starvi hjá Lands
verk, har hann var, til hann
fór frá fyri aldur. Svend var
ein still og rólig typa. Hann
hvíldi í sær sjálvum. Kundi
brúka nógva tíð við at lesa
bøkur. Serliga dámdi honum
at lesa um bygdir í Føroyum.
Seinnu árini var tað tó
bert tann eina bókin, hann
læs: Bíbliuna. Eisini dámdi
honum væl at tosa um slekt
og familju. Var onkur og vitj
aði heima hjá teimum, kom
mangan fyri, at Svend spurdi
eftir uppruna og eftirnavni,
fyri at finna útav, um sam
band mundi vera við teirra
familju. Hann dugdi sera
væl at siga frá sínum egna
uppruna og at ramsa sínar
forfedrar upp.
Hann var raskur og var
virkin, eisini eftir at hann
fór frá á arbeiðsmarknaði
num. Honum dámdi væl at
velta eplir og velti ikki bert
fyri seg og síni, men eisini
fyri fleiri onnur við.
Abbadóttirin
minnist,
hvussu abbin velti á Ternu
ryggi, meðan hon og vinkon
urnar spældu í bønum. Hann
var ein góður pápi og abbi og
kundi brúka tíð at spæla við
tey, tá ið tey vóru smá. Tá
ið dóttirin og abbadóttirin
búðu í Danmark, vitjaði
hann einaferð og súkklaði tá
við abbadóttrini.
Kristianna andaðist í 1999
og merkti hetta sjálvandi
Svend. Men hann dugdi væl
at halda fram við at liva. Hó
ast aldurin byrjaði at gera
um seg, var hann virkin og
raskur. Honum dámdi væl at
ganga túrar dagliga og vitjaði
týtt systir sína, sum búði
beint við á Fugloyarvegi.
Mettur av døgum, andað
ist Svend í heiminum týsdag
in 92 ára gamal.
Eftir sita Jógvan, Elsba,
Rannvá, systkinini, familja,
vinir og øll onnur avvarð
andi.
Harrin fylgi tykkum í sorg
og sakni tykkara.«
50 ár síðani Robert
Kennedy var skotin
Í dag eru 50 ár síðani Ro
bert Kennedy (20. nov
ember 1925 – 6. juni 1968)
var skotin og myrdur.
Hann var yngri bróð
ir John F. Kennedy, for
seta, sum varð myrdur
í 1963.
Robert Kennedy ætl
aði sær at gerast for
setavalevni hjá Demo
kratiska flokkinum til
forsetavalið í 1968.
4. juni í 1968 vann
hann undanvalið í Kali
fornia. Eftir sigurin helt
hann røðu fyri viðhalds
fólki á einum hotelli
í Los Angeles. Á veg
út av hotellinum varð
hann skotin fýra ferðir.
Drápsmaðurin var ein
palestinskur innflytari,
nevndur Sirhan Sirhan.
Bobby Kennedy doyði 26
tímar eftir skottilburðin.
Tá Svenn og Kristianna Jacobsen seinast í fimmtiárunum
bygdu húsini í Tórfinsgøtu 29, vóru tey ovastu húsini í gøtuni
Vónbjørt Vang fyribils býarbókavørður
Í sambandi við at Arnbjørn
Ó. Dalsgarð, býarbókavørður
á Býarbókasavninum, hevur
sagt seg úr starvi, tekur Vón
bjørt Vang nú mikudagin 6.
juni 2018 við sum virkandi
býarbókavørður/leiðari
á
Býarbókasavninum.
Vónbjørt Vang er útbúgv
in bókavørður og cand.mag í
bókmentafrøði og samtíðar
mentan frá Lærda Háskúla
num í Keypmannahavn og
hevur starvast á Býarbóka
savninum síðan á sumri 2013.
Fyrst sum bókavørður
og síðan á sumri 2014 sum 1.
bókavørður og varaleiðari á
Býarbókasavninum og eitt
tíðarskeið í 2016 eisini sum
virkandi
býarbókavørður.
Starvið sum býarbókavørður
verður lýst leyst í næstum,
verður sagt av býráðnum í
Havn.