Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Allir hundaeigarar í Sjóvar kommunu fylgja ikki lógini um leysgangandi hundar. Tí minnir kommunan sínar borgarar á, at lógin skal haldast Sjófuglurin er aftur í menning - Talið av lomvigar­ eggum og pisum er vaksið munandi sein­ astu 3-4 árini, sigur Sjúrður P. Joensen, fuglakennari Vilmund Jacobsen Sjúrður P. Joensen - Sjúrður í Koltri, róptur - hevur lagt út á sína Facebook-síðu eina eygleiðing, eftir at teir hava verið niðri í Lonini í Sandoynni og kannað, hvussu lomvigin hevur tað.  - Lonin er eitt av teimum stóru bjørgunum vestan fyri á Sandoynni, har eitt stórt tal av fuglameingi heldur til, eitt nú lomvigi, álka, lundi og havhestur. Hann vísir á, at fólk, sum fylgja gongdini við sjófuglinum og hava áhuga fyri gomlu veiðimentanini, fegnast um, at talið av lomvigar­ egg­um og pisum er vaksið munandi sein­astu 3-4 árini. Sjúrður í Koltri sigur seg onga løtu ivast í, at tað eru broyttu náttúru­viðurskifitini, sum eru orsøk­in til betraðu gongdina við sjó­fugl­inum, og neyvan nýtist fugl­ in­um so langt til havs eftir føði. Hugaligt at síggja - Vit vóna, at sjófuglurin fer at mennast so nógv, at tað aftur fer at bera til at ræna lomvigaregg, sum vit ikki hava rænt síðan 2010, sigur fuglakennarin. Hann heldur tað vera hugaligt aftur at síggja eitt nú nebbasild, brisl­ing og hvítingsbróður á rókum og í eygum í berginum - føði, sum fugl­urin missur úr nevinum. - Tað er stuttligt at síggja lom­ vigan aftur við hesum góða mati í nev­inum, sigur Sjúrður P. Joensen. Hugni í kirkjuni í Gøtu Vilmund Jacobsen Mikudagin komandi bjóðar eldrasamstarvið Nánd saman við Gøtu kirkju øllum teimum eldru í Leirvík, Gøtu og Fugla­ firði til eldragudstænastu og hugna í Gøtu kirkju. Tiltakið byrjar klokkan 15, og her eru øll tey eldru í Eysturkommunu og Fugla­ fjarð­ar kommunu hjartaliga væl­komin. Tað verður Ovi Brim, prest­ ur, sum fer at halda eina stutta præd­iku, og lættir sálmar verða sungnir. Monika Stauss Joensen fer eisini at spæla nøkur løg á viol­ in. Eftir tiltakið í kirkjuni, verða øll boðin til ein góð­an drekka­munn í kirkju­kjall­ar­an­ um í Gøtu kirkju. KAPPSIGLING: Á eystanstevnu sunnudagin 17. juni fer Bátafelagið á Bakka at skipa fyri kappsigling millum 4 og 5 mannafør við seglum. 70 bátar og 40 vognar Í fagrasta veðri skipaði Sundalags Bátafelag leygardagin fyri bátahugna í Hvalvík Vilmund Jacobsen Fyritreytirnar til ein góðan bátahugna í Hvalvík í leygardagin vóru av teimum allar bestu. Veðurgudarnir vóru blíðir, og bæði báta-og kampingfólk møttu væl upp til tiltakið. Tá siglt varð av Selatrað og heim til Hvalvíkar, vóru einir 60-70 bátar við í siglingini, og á havnalagnum í Hvalvík stóðu einir 40 kampingvognar. Fyrireikararnir høvdu eins og undanfarin ár smurt gott breyð við føroyskum viðskera til báta-og kampingfólk, og okkurt leskandi fekst eisini, bæði í tjaldgrindini og inni í tjaldinum. Seinni var eisini høvi hjá fólk at keypa sær ein góðan bita av grillini, eins og bátafólk, kampingfólk og fólk á bátahugnanum annars gingu millum bátar, kampingvognar og tjaldið á bryggjuni. Hýrurin var góður, og tey eru mong, sum dáma væl bátahugnatiltakið hjá Sundalags Bátafelag, sum er eitt avmarkað tiltak í vavi, tó so sera hugnaligt. Sjúrður P. Joensen hevur enn einaferð verið niðri í Lonini í Sandoynni og kannað, hvussu lomvigin hevur tað Onkur hevur nevnt, at tað ikki er so vanligt at síggja álku og lomviga reiðrast saman Rás2 sendi beinleiðis frá bátahugnanum í Hvalvík, og her er lagið gott