mánadagur 4. juni 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62
Í morgun vórðu
84,5 tons av fiski seld
á uppboðssøluni hjá
Fiskamarknaði Føroya
fyri ein miðalprís á
18,32 krónur fyri kilo.
Trý línuskip eru á
veg til Grønlands
Streymurin er góður, og
veðrið verður eisini gott.
Vilmund Jacobsen
Tvey ísfiskalínuskip eru ný
liga byrjaði túr í íslendskum
sjógvi, og ivasamt er, um hesi
skipini koma heim at landa
longu aftur í hesi vikuni.
Trý línuskip eru eisini
ávegis til Grønlands at fiska,
men tað er óhugsandi, at hesi
skipini koma heim at landa
aftur fyrr enn í fyrsta lagi í
aðru viku.
Tað tekur eini 3-4 samdøg
ur hjá skipunum at sigla til
Grønlands.
Undir Føroyum er lítil
línuveiða í løtuni, men her
eru kortini tvey frystilínu
skip til fiskiskap.
Streymurin er góður, og
veðrið verður eisini gott.
- Tí er væntandi, at
nakað av útróðri verður í
hesi vikuni, vita tey á Fiska
marknaði Føroya at siga.
Íløgur á
slakar 8
miljónir
í børnini
Vilmund Jacobsen
Nes kommuna hevur
samtykt at bjóða út
arbeiðið at um- og út
byggja frítíðarskúlan á
Brekkukletti á Toftum
og at byggja nýggj høl
ir til barnagarðin.
- Í 2006 keyptu vit eini
sethús á Brekkukletti til
frítíðarskúla. Frítíðar
skúlin hevur roynst væl,
og starvsfólk og børn
hava trivist sera væl.
Her er tó ov trongligt, og
tá barnatalið í komm
ununi veksur, hevur
trivnaðarnevndin
saman við leiðsluni í
frítíðarskúlanum seinasta
árið arbeitt við útbygg
ingarmøguleikum.
Í Nes kommunu siga
tey, at avgerð nú er tikin
um at taka tilbygningin,
sum er bilhús, niður og
byggja upp aftur tvær
hæddir, so frítíðarskúlin
verður víðkaður við
stívliga 150 fermetrum.
- Harumframt verða
umvælingar og dag
føringar gjørdar á
verandi bygning, og
mettur kostnaður er
3,2 miljónir krónur.
Lagt verður aftrat, at
eisini í barnagarðinum
er við at gerast ov
trongligt, og fyri at
nøkta framtíðartørvin
er samtykt at byggja
nýggjan bygning í
tveimum hæddum suður
frá og saman við frítíð
arskúlanum, sum skal
hýsa elstu børnunum
í barnagarðinum.
- Hvør hæddin verður
150 fermetrar, og í fyrsta
umfari verður bara
ovara hæddin innrættað.
Mettur kostnaður er
4,7 miljónir krónur.
Í Nes kommunu siga tey,
at í mettu kostnaðar
metingini á tilsamans 7,9
miljónir krónur, er roknað
við innbúgvi, projektering,
eftirliti og mvg.
Tað er Fuglark sum
hevur ráðgivið og gjørt
kostnaðarmetingar
fyri kommununa.
- Nú verður farið undir at
detailprojektera og at gera
útbjóðingartilfar. Eftir
ætlan verður arbeiðið
boðið út í summar,
verður lagt aftrat.
KVÍVÍK: Svimjihylurin
í Kvívík er nú
stongdur fyrr enn
ætlað, og stongt
verður til eftir
summarfrítíðina.
Tað eru trupulleikar
við hitaskipanini
í brúsunum sum
gera, at neyðugt
var at steingja.
Tvøroyri hevur samtykt
sínar egnu visjónir
- Endamálið við virðis- og visjónstilgongdini
er at menna Tvøroyrar kommunu fram
á leið, soleiðis at kommunan í sínum
virksemi er burðardygg á øllum økjum
Vilmund Jacobsen
Tvøroyrar býráð hevur á
fundi hin 7. mai samtykt
eina visjón og eitt tilveru- og
virðisgrundarlag fyri Tvør
oyrar kommunu.
- Síðan á heysti 2016 hava
øll starvsfólk og býráðspolit
ikkarar í kommununi verið
í einari virðis- og visjóns
tilgongd, sum hevur verið
skipað við starvsfólka- og
evnisfundum og 10 verk
stovum.
Á verkstovunum hevur
verið arbeitt við at seta orð
á tær kjarnuuppgávur, sum
starvsfólk skulu loysa fyri
Tvøroyrar kommunu og tey
virðir, ið løgd verða fyri dag
in í arbeiðinum.
- Í hesum sambandi hava
starvsfólk eisini sett orð á
tær góðu søgurnar í teirra
gerandisdegi, og síðan hev
ur ein arbeiðsbólkur sam
anskrivað tilfarið frá verk
stovunum.
Burðardygg kommuna
Í Tvøroyrar kommunu siga
tey, at endamálið við virðis-
og visjónstilgongdini er at
menna Tvøroyrar kommunu
fram á leið, soleiðis at komm
unan í sínum virksemi er
burðardygg á øllum økjum
vísandi til eina yvirskipaða
visjón og eitt tilveru- og
virðisgrundarlag.
Um
heimasíðuna
hjá
Tvøroyrar kommunu - tvor
oyri.fo - kann lesast um, hvat
komið er burtur úr hesum
arbeiði.
Síðan á heysti 2016 hava øll starvsfólk og býráðspolitikkarar í
Tvøroyrar kommunu verið í einari virðis- og visjónstilgongd