mánadagur 4. juni 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tvær royndar
verkætlanir vísa,
at tað ber væl til
at spara tíð og
pening, um ein
gjøgumgongd
javnan verður
gjørd av heili
vágsnýtsluni hjá
teimum gomlu
Árni Gregersen
Um kannað verður, hvussu
nógvan heilivág eldri borg
arar fáa á ellis- og røktar
heimum, ber væl til at spara
bæði tíð og peengar og geva
teimum eldru ein betri lívs
góðsku.
Tað er greiða niðurstøðan
eftir at tvær verkætlanir eru
gjørdar á Boiðanesheiminum
í Havn og á Eysturoyar ellis-
og røktarheimi í Runavík.
Hesar verkøtlanir vóru
settar í verk eftir, at ein ar
beiðsbólkur var settur at
gera eitt uppskot um hvussu
eitt skipað tilboð um heili
vágsgjøgnumgongd
ella
persónliga ráðgeving um
heilivágsnýtslu kann setast í
verk fyri málbólkin 65 ár og
eldri, sum fáa ávíst fleiri enn
fýra sløg av læknafyriskriv
aðum heilivági.
Bólkurin mælti til at gera
tvær royndarverkætlanir á
tveimum heimum, har sum
arbeiðsgongdirnar ikki eru
heilt eins.
Á
Boðanesheiminum
fingu flestu búfólkini skamt
lutaðan heilivág frá Apoteks
verkinum.
Tað vil siga, heilivágur,
sum er pakkaður í dagligar
skamtar í rullur til 14 dagar
í senn.
Á Eysturoyar røktar- og
ellisheimi
lutaðu
røktar
starvsfólki allan heilivágin
til búfólkini. Harumframt
hevur Eysturoyar røktar- og
ellisheim ein fastan komm
unulækna til øll búfólkini
(húslækna), sum kemur regl
uliga á heimið.
Búfólk á Boðanesheimi
num varðveita kommunu
læknan, tey høvdu, áðrenn
tey fluttu á Boðanesheimið.
Tað loysir seg
Úrslitini av royndarverk
ætlanunum, sum fóru fram í
fyrru helvt av 2017, vísa klárt,
at til ber at fækka um sløgini
av heilivági til eldru borgar
arnar á røktar og ellisheim
unum.
Eftir heilivágsgjøgnum
gongdirnar á Boðanesheimi
num og á Eysturoyar ellis- og
røktarheimi vísti tað seg, at
borgararnir har fingu fimm
prosent færri sløg av heili
vági.
Hetta hevði eisini við sær,
at starvsfólkini brúktu átta
prosent færri tímar til at
umsita heilivág enn framm
anundan.
Í
eftirmetingini
verð
ur sagt, at um alt annað er
óbroytt, so lækka útreiðsl
urnar til heilivág, umframt
at røktarstarvsfólkini brúka
færri tímar til at umsita heil
ivagin.
Men sjálvt um roynd
arverkætlanin vísti greitt,
at har er nógv at vinna, so
søgdu bæði læknar og røkt
arstarvsfólkini, at hendan
gjøgnumgongdin
vanliga
ikki verður gjørd, tí torført
er at fáa fatur á kommmun
ulæknunum til tílíkar eyka
uppgávur.
Tað var eisini nevnt, at
hetta kanska eisini hongur
saman við tí samsýning, sum
kommulæknarnir fáa fyri at
gera slíkar uppgávur.
Greiðari yvirlit
Báðar verkætlanirnar vístu
eisini, at tað ikki altíð er sam
svar millum Cosmic og tað
sum tey eldru á ellis og røkt
arheiminum fáa av heilivági.
Arbeiðsbólkurin,
sum
fyrst og fremst var mann
aður við fólki úr Apoteks
verkinum, ger vart við hend
an trupulleikan og vísir á,
hvussu neyðugt tað er, at tað
bert er talan um ein lista yvir
tann heilivág, einstaki brúk
arin skal hava.
Okkurt bendir á, at Cos
mic-skipanin
ikki
virkar
heilt, sum hon skal og at
ávísar broytingar mugu ger
ast í skipanini fyri at hon
skal virka, sum hon eigur.
Liggur í kortunum
Síðani royndarvrkætlanirnar
vóru gjørdar og eftirmeting
er gjørd, er ikki hent so nógv
meira í málinum, men tað er
á ongan hátt slept, sigur Sirið
Stenberg, landsstýriskvinna
við heilsumálum.
– Tað skal eitt sindur av
pengum til at fara víðari.
Teir hava vit ikki havt enn,
men vit arbeiða framvegis
við málinum og royna at fáa
nakað av pengum til vega,
sigur landsstýriskvinnan.
Hon
sigur
eisini,
at
bíðað
hevur
verið
eftir
samráðingunum
við
Kommunulæknafelagið,
tí
sum nevnt í eftirmetingini,
so hevur samsýningin fyri
heilivágsgjøgnumgongdina
ikki givið læknunum nakað
serligt.
– Vit vita nú, hvussu av
gerandi tað er, at búfólkini
fáa rættan heilivág. Hetta
hevur alt at siga fyri teirra
lívsgóðsku, men fíggjarliga
kunnu vit eisini spara, tí
heilivágur er rættuliga dýrur,
sigur Sirið Stenberg.
Hon leggur afturat, at
møguliga fer at bera til at
seta okkurt av tilmælunum í
verk í ár, men annars verður
arbeitt framímóti at fáa til
mælini sett í verk næsta ár.
Við æðrum orðum, at ein
heilivágsg jøgnumgongd
kann gerast á øllum heimum
og at hetta verður eitt tilboð
til øll yvir 65 ár, sum fáa
meira enn fýra ymisk sløg av
heilivági, ávíst av lækna.
AVGERANDI AT KANNA
NÝTSLUNA AV HEILIVÁGI
HJÁ OKKARA ELDRU
Sirið Stenberg,
landsstyriskvinna í
heilsumálum