mánadagur 4. juni 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, fekk sítt besta úrslit higartil á
leiðini, tá hann í gjár var við í World Cup-finalu í Beograd
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Finnur Justinussen heldur fram
við at skjóta mál í triðbestu donsku
deildini, har føroyski áleyparin
leygardagin aftur skeyt tvey mál,
tá ið Næstved hesaferð
vann
3-2
ímóti
Kolding. Finnur
skeyt málini
til
1-0
og
2-1, og nú
hevur hann
skotið heili
11 mál síðani
hann
varð
útleigaður frá
Fremad Amager
til Næstved í januar.
Næstved
hevur
longu
tryggjað
sær
uppflyting
til
næstbestu
deildina
kom
andi kappingarár,
men tað er fram
vegis ógreitt hvar
Finnur fer at spæla.
Umboðsmaður hansara,
Hans Jacob á Líknargøtu,
sigur við bold.dk, at tað er stórur
áhugi fyri føroyska áleyparanum.
Tað gongur væl hjá Kaj Leo í
Bartalsstovu og teimum í ÍBV. Í
gjár fingu teir annan sigurin á rað,
tá ið teir vunnu 2-0 á heimavølli
ímóti KR Reykjavík. ÍBV, sum er
av Vestmannaoyggjunum, gjørdi
skjótt av, tí bæði málini vórðu
skotin longu innan fyrstu 11
minuttirnar. Føroyski vongleikarin
var við í báðum málunum, og hann
átti uppleggið til tað seinna málið.
ÍBV hevur stríðst í botninum, men
teir hava nú fingið høvdið undan
og eru tvey stig omanfyri niður
flytingarstrikuna.
Hinir
føroy
ingarnir hava ikki verið í dysti
hetta vikuskiftið, men teir
skulu
harafturímóti
spæla í kvøld. Gunanr
Nielsen,
Brandur
Hendriksson og teir
úr FH spæla ímóti
Keflavík, meðan René
Shaki Joensen og teir
úr Grindavík spæla ímóti
Fylkir.
Stóra
føroyska
f ó t b ó l t s k a p p
ingin, Intersport
Summar
Cup,
sum verður í
døgunum 7. og
8. juli, fær ú enn
eitt
útlendskt
lið við. Tað er
danska
Herfølge
Boldklub,
sum
nú
hevur boðað frá luttøku
við sínum U13-dreingjum. U13-
genturnar hjá hesum felagnum
koma eisini, og so koma eisini
tvey lið hjá norska felagnum,
Sportsklubben Haugar. Frá teimum
koma tvey U15-lið hjá dreingjum.
- Vit eru sera fegin um, at fleiri
útlendsk lið hava boða fá luttøku,
sigur
ein
av
fyriskiparunum,
Andrass Thomsen. Útvið 100 lið
hava nú boðað frá luttøku. Freistin
at melda til Intersport Summar
Cup er 15. juni.
Danski
áleyparin,
Nicklas
Bendtner, kemur ikki við til HM-
endaspælið í Russlandi í summar.
Tað er greitt eftir at danski lands
liðsvenjarin, Åge Hareide, í gjár
sáldaði seinastu fýra spælararnir
úr HM-hópinum, sum nú telur 23
mans. Teir fýra, sum fingu boð
um at fara til húsa, vóru Nicklas
Bendtner, Andreas Bjelland, Peter
Ankersen og Mike Jensen. Teir
báðir fyrstnevndu hava drigist við
skaða, og tað er orsøkin til, at teir
ikki sleppa við til HM.
FR. ÍTRÓTTUR
Árliga Tórshavn Marathon varð
runnið í góðveðrinum sunnudagin.
686 rennarar høvdu tilmeldað seg,
og tilbar at renna ymiskar teinar.
142 rennarar valdu at royna seg á
marathon-teininum, og her skuldi
tað vísa seg, at eitt nýtt met í
Tórshavn
Marathon-høpi
varð
sett. Tað var nevniliga tann týski
rennarin, Raul Jankowski, sum
við tíðini 2:38:00 nú kann kalla seg
skjótasta marathon-rennara á før
oyskum vegunum. Hann endaði
góðan hálvan minutt frammanfyri
nummar tvey, sum var Wojciech
Kopec úr Póllandi. Besti føroyingur
var Cecil Weihe, sum náddi at koma
beint undir gylta tríggjar tímars
markið – hann rann nevniliga tein
in upp á 2:59:39.
Hjá kvinnunum var tað Helena
Javornik úr Slovenia, sum hevði
bestu tíðina. Hon rann marathon-
teinin við tíðini 03:09:16. Merkisvert
var tað, at hon rann í næstelsta
aldursbólkinum,
sum
var
fyri
kvinnur ímillum 50-59 ár. Rigmor
N. Arge átti bestu føroysku tíðina,
sum var 03:27:40, men annars rann
svenski Bragdið-rennarin, Sarah
Vallin, tíðina 03:17:24. Hetta rakk til
eitt 2. pláss í aldursbólkinum 18-39
ár.
Rennararnir, sum komu úr
øllum heiminum, vóru væl nøgdir
við kappingina. - Takk fyri eina
frálíka kapping. Ein vakur teinur,
tó eisini strævin. Hann hevði alt,
sum er gott við renning – vakurt
landslag, avbjóðandi lendi, góðar
vegir, ídnar fjepparar og eina góða
fyriskipan. Kann viðmælast, tað er
so púra víst, skrivar eini rennarin,
Steve Thomasson, á facebook. - Góð
kapping, óivað tann besta eg havi
verið við til, og eg vænti ikki, at
hendan verður tikin. Vøkur nattúra,
strævnir bakkar og góður stuðul,
serliga frá eldru fólkunum, ið sótu
uttanfyri og veittraðu við fløgg
unum, skrivar ein onnur, Claire
Collins, óivað sipandi til búfólkini
á Boðanesheiminum, sum hava til
siðvenju at heppa á rennararnar, tá
ið teir koma framvið Strond.
Sølvi Reinert Hansen er nýggj
ur formaður í Frælsum Ítrótti
Føroya (FÍF). Hann tekur við eftir
Hall Holm, sum eftir átta ár í
sessinum hevur valt at takka fyri
seg. Sølvi Reinert Hansen er als
ikki ókendur við formansskapin
í sersambandinum fyri frælsan
ítrótt, tí hann var nevniliga fyrsti
formaður felagsins tíðarskeiðið
frá stovnanini í 2002 fram til
2006. Eisini varð nevndin skipað
av nýggjum. Hon er nú, umframt
Sølva Reinert Hansen sum for
mann, skipað soleiðis: Niels Jákup
Jakobsen, næstformaður. Guttorm
Sørensen,
peningarøkil.
Regin
Thomsen, skrivari. Rigmor N. Arge,
Karin K. Petersen og Søren Antoft,
tiltakslimir.
RÓGVING
Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg
Nielsen, fekk sunnudagin eitt
frálíka gott úrslit, tá ið hann var
við í World Cup-finalu í serbiska
høvuðsstaðnum, Beograd. Hetta
var aðruferð, at hann hevði róð seg
í eina World Cup-finalu, og hesa
ferð kom hann heilt tætt heiðurs
merkjunum. Sverri bleiv nevniliga
samanlagt nummar fýra aftanfyri
Ondrej Synek, Roman Roeoesli
og Oliver Zeidler. Danska rógvi
sambandið skrivar, at úrslitið hjá
Sverra er tað besta á hansara leið
higartil. Sverri var, sum hann ofta
er, fremstur eftir 500 metrar, men
hesaferð misti hann ikki eins nógva
tíð til kappingarneytarnar sum
hann plagar, skrivar roning.dk.
Sverri fekk sítt besta úrslit