mánadagur 4. juni 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
FYRRI HÁLVLEIKUR SPILTI
SPÆLIÐ – SKUTU ALS IKKI
NÓG NÓGV MÁL Í SVØRIKI
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti spældi sín seinasta undankappingardyst
á hesum sinni, tá ið liðið skuldi royna seg móti HM-bronsuvinnarunum úr
Svøriki. Svøriki var stórfavorittur, og øll vón um eitt gott úrslit hvarv alt fyri
eitt, tá ið føroyingarnir ikki fingu mál fyrstu 18 minuttirnar av dystinum. Tíbetur
eydnaðist málskjótingin nakað betri í seinna hálvleiki, so at dystarúrslitið
gjørdist 32-13 til Sviar, ið stillaðu upp við fleiri heimsstjørnum á liðnum
Sjúrður Hildarson Hoydal
Hóast truplu dystargongdina og
stóra munin, so vóru nakrar støður,
ið føroyingar kundu fegnast um, tá
ið avtornaði. Stríðsviljanum bilaði
lítið, og eftir vánaligu fyrstu 20
minuttirnar, stríddust føroysku
genturnar
fyri
heiðrinum,
og
komu í fleiri góðar støður í seinna
hálvleiki.
Munurin millum yrkisspælarar
nar úr Svøriki, og áhugaleikarunum
úr Føroyum var tó alt ov stórur, og
32-13 úrslitið var púra rættvíst, tá ið
saman um kom.
Hjá Føroyum skaraði ein leikari
fram um hinar í álopinum. Tað var
Marianna
Geirsdóttir
Eystberg
úr Kyndli, ið fekk seks av teimum
13 føroysku málunum. Hjá henni
eydnaðist tað í fleiri førum sleppa
til møguleikar, og hon avgreiddi teir
oftast so skilagott, at teir endaðu í
málinum. Hetta var við føroysku
eygunum, hitt hugaligasta við
dystinum.
Landsliðsvenjarin: Tað
var tungt at spæla
Tað er eitt vónbrótandi úrslit, sigur
Dia Midjord, landsliðsvenjari. Hann
vísir á, at at verjan og málverjarnir
hjá Føroyum stóðu væl eftir
umstøðunum, men álopið var ov
vánaligt.
Svensku
málverjarnir
stóðu sera væl, og høvdu tað
kanska ov lætt móti føroysku skot
unum, ið vantaðu góðsku.
Yvirhøvur er 13 mál ov lítið at
fáa í einum dysti, sigur Dia Midjord,
og greiðir frá, at um málini høvdu
verið eini fimm fleiri, so hevði úrs
litið sæð væl penari út.
Men
fyrri
hálvleikur
spilti
allar møguleikar fyri einum rími
ligum úrsliti. Kanska komu før
oysku leikararnir inn við nakað
stórari virðing fyri svensku heims
stjørnunum,
heldur
landsliðs
venjarin. Men tá ið tú hittir eitt so
sterkt lið, ið eisini tykist ógvuliga
tendrað frá fyrsta bríksli, so kann
sovorðið henda, sigur Dia Midjord
og leggur afturat , at tað gerst sera
tungt at spæla, tá ið møguleikarnir
at skjóta mál miseydnast so nógv.
Hetta er munurin millum
yrkis- og áhugaleikarar
Men tað er stuttligt at vera við aftur
í altjóða hondbólti, og kappingar
leisturin er soleiðis, at vit mugu
spæla móti sterkastu tjóðunum
viðhvørt. Tá ið vit hitta mótstøðu
sum Svøriki ella Serbia, tá er tað ov
nógv at krevja úrslit, staðfestir Dia
Midjord.
Men vit kunnu nýta slíkar
dystir at máta støðið hjá føroysku
leikarunum móti heimsins bestu
leikarum. Tá sæst nágreiniliga,
hvør munurin er á amatørum og
yrkisleikarum, og hvat krevst, um
Føroyar skulu koma upp millum
hesar tjóðir. Landsliðsvenjarin er
ikki í iva um hvat krevst. Tað er
fyrst og fremst kropsliga venjingin.
Sviarnir eru skjótari, sterkari,
kvikari og betri fyri tekniskt.
Soleiðis er munurin bara á okkara
leikarum, ið venja tríggjar ferðir
um vikuna, og so sviar og serbar, ið
venja hvønn dag – bæði við bólti og
í styrkisrúminum.
Kropsliga venjingin skal betrast
fram móti næstu kapping, um tað
skal eydnast betur, heldur venjarin.
Leikararnir skulu vísa at tær eru
til reiðar at offra tað, ið krevst.
Og tað ið fyrst og fremst krevst,
er nógv meira venjing- serliga
styrkisvenjing. Tað er kravið fyri
at vit skulu kunna standa okkum
í altjóða hondbólti, staðfestir Dia
Midjord at enda.
sjurdur@sosialurin.
Svøriki – Føroyar
32-13 (17-4)
Føroyskir málskjúttar: Marianna
Geirsdóttir Eystberg 6, Durita
Cristophersen Jojic 2, Heidi Maria
Akselsen 1, Bjarta Osberg Johansen
1, Agnas Olsen 1, Turið Arge
Samuelsen 1, Maria Halsdóttir
Weyhe 1
Svenskir málskjúttar: Olivia
Mellegård 4, Cassandra Tollbring
4, Johanna Westberg 4, Hanna
Blomstrand 3, Nathalie Hagman
3, Jamina Roberts 3, Jenny Alm 2,
Daniela Gustin 2, Sofia Hvenfelt
2, Carin Strömberg 2, Mathilda
Lundström 1
Endaliga støðan í bólkinum:
Serbia 10 stig
Svøriki 10 stig
Makedonia 4 stig
Føroyar 0 stig
Úrslitini hjá Føroyum:
Serbia – Føroyar 36-20
Føroyar – Svøriki 15-33
Føroyar – Makedonia 15-22
Makedonia – Føroyar 28-24
Føroyar - Serbia – 17-33
Svøriki – Føroyar 32-13