Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað gongur upp, og tað gongur niður og so aftur hinvegin. Soleiðis er tað mangan í fótbóltinum. Tað er gongdin hjá fuglfirðingum gott dømi um. Fyri einum mánað síðani noydd­ ust fuglfirðingar av Svanga­skarði og inn aftur við 6-1 tapi. Tá varð ikki tos­ að so nógv um møguleikan at flyta aftur í bestu deildina, har ÍF í nógv ár var fast inventar. Leygardagin hittust fuglfirðingar og toftamenn aftur. Nú var tað í Fløtu­gerði í Fuglafirði. ÍF vann 1-0. Einasti málskjútti var Bogi Reinert Peter­sen, miðvallari og liðformaður hjá ÍF. Tað var í 11. minutti, at ÍF legði inn fyri við horna, og eftir eitt sindur av aftur og fram smekkaði Bogi bólt­ in í málið. Sigurin ber við sær, at fugl­firð­ ingar trokaðu toftamenn av bronsu­ plássi­num. ÍF er nú á upp­flyt­ingar­ plássi, meðan B68 nú er á fjórða plássi. Í løtuni sær tað út til, at talan bara verður um ein uppflytara. Næstbestu lið­ini hjá KÍ og NSÍ eru framvegis fremst. Úrtøkan hjá KÍ og NSÍ var mis­jøvn hesa ferð. Á norðoyastevnu hevði KÍ leygar­ kvøldið vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi, sum fóru til hús aftur við 2-1 sigri. Lítla løtu eftir steðgin um­ setti Tonni Thomsen brotsspark til mál, og ein annar av ungu vík­ing­un­ um – Tróndur á Høvdanum – økti til 2-0. Sjey minuttir undan leikloki var tað KÍ veteranurin Hjalgrím Elttør, sum minkaði um munin. Klaksvíkingar stríddust fyri at javna, men tað eydnaðist ikki. Harvið taptu teir fyri fyrstu ferð í ár. Meðan KÍ liðið ikki var so væl mann­að hesa ferð, sum tað ofta hevur verið fyrr í ár, so var NSÍ sera væl mannað á heimavølli, har Suðr­ ing­ar vitjaðu. Eftir fyrra hálvleik bendi einki á, at talan skuldi vera um stóran sigur. Inn­til tað restaði eitt stórt korter, var NSÍ frammanfyri 3-0. So skrædnaði, og í tíggju minuttir skoraði NSÍ fýra mál. At talan var um væl mannað NSÍ lið, vísir málskjúttaralistin. Karl Løkin skoraði tvey mál, og Øssur Dal­búð skoraði tvey mál. Hálið hjá Øssuri var gott hetta vikuskiftið. Hann skoraði tvey mál leygardagin og aftur tvey mál í gjár. Tølini siga, at heimavøllurin royndist væl hjá NSÍ hetta viku­ skiftið. Leygardagin vann næstbesta liðið 8-0, og í gjár vann besta liðið 6-0 ímóti AB. 14-0 í tveimum dystum er ikki so galið! Tijani Mohammed var tvífaldur málskjútti, tá ið B71 vann 4-3 á Skála. Hann er toppskjútti í deildini við ellivu málum. Í Gundadali endaði tað málleyst millum HB og Giza Hoyvík. Harvið eru bæði høvuðsstaðarliðini oman­ fyri niðurflytingarstrikuna. Undir henni eru næstbestu liðini hjá Skála og Suðringum. MEISTARARNIR OG HB Í FINALUNI FÓTBÓLTUR ÍF/Víkingur – EBS/ Skála 0-2 (0-2) 0-1: Ansy Jakobsen 15. 0-2: Randi Fagradal 45. EBS/Skála í finaluna við málmuninum 4-1 HB – KÍ 4-2 (3-1) 1-0: Heidi Sevdal 3. 2-0: Milja R. Simonsen 24. 2-1: Rannvá B. Andreasen 31. 3-1: Milja R. Simonsen 36. 4-1: Milja R. Simonsen 72. 4-2: Evy á Lakjuni 88. KÍ – Víkingur 1-2 (0-0) 0-1: Tonni Thomsen br 48. 0-2: Tróndur á Høvdanum 60. 1-2: Hjalgrím Elttør 82. ÍF – B68 1-0 (1-0) 1-0: Bogi Reinert Petersen 11. NSÍ – Suðringar 8-0 (2-0) 1-0: Steffan Løkin 7. 2-0: Øssur Dalbúð 43. 3-0: Øssur Dalbúð 52. 4-0: Sølvi Sigvardsen 72. 5-0: Sjúrður Pauli Nielsen 73. 6-0: Sølvi Sigvardsen 78. 7-0: Karl Løkin br 83. 8-0: Karl Løkin 93. Skála – B71 3-4 (1-2) 1-0: Djóni Petersen 11. 1-1: Símin Hansen 21. 1-2: Tijani Mohammed 44. 2-2: Dávid Johansen 50. 3-2: Jákup Johansen 57. 3-3: Sverri Dalsgaard 67. 3-4: Tijani Mohammed 87. HB – Giza Hoyvík 0-0 Tijani Mohammed B71 11 Símin Hansen B71 8 Steffan Løkin NSÍ 8 Máltindurin: Leygardagin 15. september verður final­an í steypakappingini hjá kvinn­um. Nú er tað greitt, at lut­ takar­ar­nir í finaluni vera meistar­ arnir í EBS/Skál og HB. HB hevði tíðliga seinnapartin leygar­dagin vitjan av KÍ, sum noydd­ ist norður aftur við 4-2 tapi. Milja R. Simonsen skoraði hat­ trikk fyri HB. Í fyrru hálvfinaluni vann HB 5-4 í Klaks­vík. Tí vann HB seg í finaluna við samantaldum 9-6 sigri. EBS/Skála vann seg í finaluna við 2-0 sigri í Fuglafirði ímóti samansetta lið­num hjá teimum í Fuglafirði og Eystur­kommunu. KVINNUR: Annað árið á rað verður finalan uttan sigursvanda KÍ FUGLAFJØRÐUR BJÓÐAR TOFTUM AV 1. deild menn støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 KÍ II 13 11 1 1 37 12 +25 34 2 NSÍ II 13 9 2 2 37 12 +25 29 3 ÍF 13 8 2 3 42 22 +20 26 4 B68 13 8 1 4 32 18 +14 25 5 B71 13 7 0 6 30 32 -2 21 6 Víkingur II 13 6 1 6 21 23 -2 19 7 HB II 13 3 2 8 19 20 -1 11 8 Giza Hoyvík 13 2 4 7 13 25 -12 10 9 Skála II 13 2 1 10 16 31 -15 7 10 TB/FCS/Royn II 13 0 4 9 13 65 -52 4 Kelda: faroesoccer.com 1.DEILD Leygardagin hevur ÍF møguleika at leggja seg framum B68 og harvið á uppflytingarpláss Betri deildin kvinnur støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 HB 9 8 0 1 32 9 +23 24 2 EBS/Skála 9 7 0 2 34 8 +26 21 3 KÍ 9 7 0 2 31 8 +23 21 4 ÍF/Víkingur 9 3 0 6 13 19 -6 9 5 B68 9 0 2 7 4 37 -33 2 6 B36 9 0 2 7 4 37 -33 2 Kelda: faroesoccer.com