Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Fyri tólvtu ferð á rað fór HB í góðveðrinum í Gundadali í gjár av vøllinum við fullari úrtøku. Tíggju sigrar á rað í landskappingini bera við sær, at HB framvegis er topplið, og at tað eru fimm stig aftur til KÍ, sum er næstfremst. At klaksvíkingar vunnu á norðoyastevnu ímóti B36 ber við sær, at tað nú eru níggju stig frá B36 og fram til HB. Annan sunnudag verður granna­ uppgerð í Gundadali. Um B36 ikki fer at megna fulla úrtøku tann dagin, so verður FM møguleikin hjá árstalsfelagnum millum lítil og eingin. AB datt saman sum korthús NSÍ – AB 6-0 Mikukvøldið var AB í Gundadali, har tað í fyrru hálvfinaluni endaði 2-0 til HB. Argjamenn løgdu ógvu­ liga nógv fyri, og tað kostaði nógva orku og nógv slit. Hetta sást seinnapartin í gjár í góðveðrinum við Løkin. Tað var mál­leyst, inntil ein lítil tími var farin. AB hevði verið yvirmannað í tíggju minuttir, tá ið Pól Jóhannus Justinussen eftir horna legði NSÍ framum. So skrædnaði, tí síðsta korterið skoraði NSÍ fimm mál. Tá var púra útselt hjá AB, sum skifti Áka Dahl inn í málið, tá ið Heðin Stenberg eitt stórt korter undan leikloki varð víst­ur av vølli. -Fyrsta tíman vóru vit heilt væl við – serliga í fyrra hálvleiki, tá ið vit fingu bóltin í netið, men tíverri koll­dømdi dómarin málið fyri rang­støðu. Eftir útvísingina datt liðið hjá okkum saman sum eitt kort­hús, sigur AB liðformaðurin og málverjin Heðin Stenberg, sum sá reytt, tí dómarin metti, at hann hevði brúkt neyðbremsuna. Tríggjar minuttir eftir steðgin varð NSÍ undirmannað, tá ið mið­ verjin Jens Joensen nýtti neyð­ bremsuna. Men tað var ikki fyrr enn AB misti málverjan, at tað sást væl, at eingin luft var eftir hjá gest­ unum. Í heimaleguni fegnaðust teir um stórsigurin: -AB legði bragdligari fyri, men so settu vit okkum á spælið, uttan at tað eydnaðist at fáa mál. Tað vísti seg at vera heilt avgerandi, tá ið Pól Jóhannus setti hol á við stútara. Vit hava ment okkum nógv sum lið, og nú eru vit í góðum stima, sigur NSÍ málverjin Tórður Thomsen. Loksins eydnaðist hjá EB/Streymi Skála – EB/Streymur 0-2 Pílarnir hava leingi peikað skeiva vegin hjá EB/Streymi. Í gjár eydn­aðist tað loksins at vinna. Hvussu tað hevði myndað seg, um Ari Olsen hevði lagt Skála fram­um, tá ið hann smekkaði til úr stórari fjarstøðu, fæst ongantið at vita. Rói Zachariasen í EB/Streyma málinum bjargaði væl til horna. So setti Hans Pauli Samuel­sen eftir sending frá Jónstein Magnus­ sen hol á, og tá ið Skála misti stýrimannin í verjuni, Jákup Jakob­ sen, fyri at brúka neyð­bremsu­na, var tað avgerandi. -Vit hava umskipað liðið og styrkt um verjuna. Petur Zacharia­ sen er vongverji í høgru og Rógvi Egilstoft Nielsen í vinstru. Petur økti til 2-0 við framúr langskoti, og vit høvdu fleiri møguleikar undan steðginum at økja uppaftur meiri um leiðsluna, sigur EB/Streyma venjarin Heðin Askham. Hetta var fyrsti EB/Streyma sigurin síðani í triðja umfari, tá ið tað á útivølli endaði 3-0 ímóti 07 Vestur. Hóast skálamenn vóru undir­ mann­aðir, so vóru teir í seinna hálvleiki fleiri ferðir um reppið at minka um munin og harvið aftur at kveikja undir spenningin, men tað eydn­aðist ikki. -Tíggju ímóti ellivu í tríggjar fjórð­ingar av tíðini bar við sær, at tað var eyka tungt. Vit vístu góðan hug­burð og pressaðu teir í seinna hálv­leiki. Tað var spell, at vit ikki minkaðu um munin, tí so kundu vit av álvara lagt teir undir trýst. Vit løgdu væl fyri, og tað varð undirstriking av, at marginalirnir ikki eru við okkum, at teir skoraðu í teirra fyrsta álopi, sigur Skála venjarin Eyðun Klakstein. Tað ráddi um at renna um kapp Suðringar – Víkingur 1-4 Tað man vera rár hending, at verjuspælari skorar hattrikk. So­ leiðis var tað í gjár, tá ið Adrian Cascaval skoraði trý av fýra Víkinga mál­um við Stórá í Trongisvági. Víkingarnir stórfegnaðust, nú tað eftir trý tað á rað eydnaðist at vinna fulla úrtøku: -Suðringar hava staðið seg væl seinasta mánaðin, og tað er altíð tor­ført at spæla í Trongisvági. Ætlan­in var at halda tætt í verjuni, og tað eydnaðist. At teir fram ímóti dystar­enda skoraðu, tá ið vit høvdu fingið fýra mál, er at liva við, sigur Sølvi Vatnhamar, sum í gjár var lið­ for­maður hjá Víkingi. -Vit vistu, at teir fóru at vera moyrir eftir steypadystin miku­ kvøldið. Tað ráddi um at fáa teir at renna nógv, og tað eydnaðist. -Ímóti Víkingi vóru vit ikki nóg djarvir at hava bóltin. Vit eru so fáir, at tað kennist aftur, tá ið tað er so tætt millum dystirnar. Tað sást beinanvegin, at teir vóru betri fyri, og tí er einki at siga til, at teir vunnu, staðfestir Stefan Radosavljevic hjá Suðringum. HB heldur stílin HB – 07 Vestur 3-1 HB legði seg framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið toppskjúttin Adrian Justinussen setti hol á. Favorittarnir vóru leikliga omaná, men so leingi, sum munur­ in bara var eitt mál, lúrdi spenn­ ingurin. Serliga fyrstu løtuna eftir steðgin vóru gestirnir í støðum, sum kundu borið mál við sær. Málini í seinna hálvleiki vórðu skorað eftir innlegg úr høgru, og bæði Magnus Egilsson og Símun Samuelsen fluktaðu bóltin í málið. Tá ið Kyrylo Silich pyntaði um, var tað við rimmar skoti úr 27 metr­ um. -Eg eri nøgdur við úrslitið, men FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB: Var ikki í Runavík í dag. Snøgt sagt smurdir av. Frens alíkavæl. RÓGVI DAM EB/STREYMUR: Tað var sera sera heitt á Skála heili 14 stig. Hans Pauli í essinum og ein perla frá Petur. Sodan - drívið á. Saman standa vit sterk. KRISTIAN JOENSEN KÍ: Gott veður, góður fótbóltsdystur, tað var nærri 5-0 enn at B36 skuldi minka um munin. Vit eru av álvara komnir í gongd aftur, nú cruisa vit eftir FM. Koyr á KÍ JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ: Sum ein segði, hatta er munurin á lorti og pannukøku! Víking á Eystanstevnu, triðja árið upp í slag. Tað skal nokk blíva gott! #morgunballhjájens Góðir, góðir, góðir! BJØRG OLSEN SKÁLA: Reyða kortið drap dystin fyri okkara menn. Stríddust tó allan dystin, og hildu hinum frá teimum stóru møguleikunum. Mugu finna tað góða spælið fram aftur, og finna málið. Go Skála AB og Suðringar rindaðu í gjár høgan prís í landskappingini fyri, at tey framvegis eru við í kappingini um løgmanssteypið STEYPA­ PRÍSURIN VAR ÓGVULIGA HØGUR