Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hann visti av ongum, tá hann kom aftur úr Noregi, eftir at hava vitja døtur sínar í nakrar dagar. Annan hvítusunnudag tapti eitt tamt víkingalið fyri B36 í Gundadali, og eftir dystin setti høvuðsvenjarin, 37 ára gamli Maurice Alexander Ross, seg í eitt flogfar við kós í ein eystan. Í somu viku gjørdi nevndin í føroya­ meistara­felagnum av, at skotin ikki longur skuldi standa á odda fyri flagg­skipinum hjá Víkingi, og hetta fekk hann at vita hóskvøldið 24. mai. Bert 11 umfør í landskappingini vóru farin afturum, og venjarin, sum eitt hálvt ár frammanundan hevði skrivað undir tvey ára sáttmála, var fortíð í stórfelagnum úr Eysturkommunu. - Eg vil ikki ljóða yvirlegin, segði Maurice Ross við Rás2 dagin eftir. - Men eg hoyri til í fótbólti, og hetta er bert eitt lítið bakslag, tí ivist eg ikki í. Fótbóltsvenjari verður mín yrkisleið, og mín eldhugi, arbeiðsmoralur og mátin eg fari við fólki fara at tryggja, at eg fái møguleikan aftur. Møguleikin at standa við stýris­ vølin á víkingaskútuni, sum hevur verið fullfermd við gulli seinastu nógvu árini, er bæði komin og farin, og spurningurin er, um skotin aftur fær líknandi møguleika í einum føroyskum fótbóltsfelagi. Hví fekk Ross sekkin? Stóri spurningurin snýr seg kort­ini um, hví Maurice Ross longu eftir 11 umførum varð koyrdur úr sessi­ num, sum hann varð settur í bert sjey mánaðar frammanundan av leiðsluni í Víkingi við Brandi Jacob­ sen, formanni, á odda. Skotin hevur ikki sagt nakað ítøki­ligt um orsøkirnar til upp­søgn­ ina. Í samrøðum við bæði Rás2 og Kring­varpið dagin eftir nevndi hann kortini, at hann síðan annað umfar í landskappingini hevði havt ill­gruna um, at hann og Brandur Jacob­sen ikki drógu somu línu. - Eg havi havt eina kenslu av hesum síðan annan dystin í kappingini móti HB úti. Eg hevði eina kenslu av, at formaðurin og eg ikki sampakkaðu onkursvegna, tíverri fyri meg... Eg hevði mína mein­ing, og hann hevði sína, sum jú er fótbóltur. Eri eg samdur? Nei, men hann er stjórin, segði Maurice Ross við Kringvarpið. Venjarin vildi ikki gera við­ merk­ingar til hesa greinina, men ynskti kortini nýggja venjaranum, Sig­fríða S. Clementsen, og liðnum bestu eydnu í framtíðini. Kunngerðin um uppsøgnina á heima­síðuni hjá Víkingi hin 24. mai var ógvuliga stutt, og segði einki um, hví samstarvið við skotska venjar­an var enda. Brandur Jacob­ sen hevur síðani ikki úttalað seg al­ment og var eisini ógvuliga fá­ orð­aður í stuttari telefonsamrøðu leygar­dagin. - Viðhvørt kemur mann til ta niður­støðuna, at mann metir, at onkrar broytingar skulu til, og tað mettu vit, og so gjørdu vit eina broyting, segði formaðurin. Hann varð eisini spurdur um ósemjuna, sum Maurice Ross vil vera við var íkomin eftir annað um­far hin 17. apríl og um, hvørt tað bert vóru ítróttarligar orsøkir til, at Víkingur hevur koyrt venjaran. Hesar spurningarnar vildi Brandur Jacobsen ikki gera viðmerkingar til. Ov vánalig úrslit? Tá Maurice Ross varð settur í starv í november í fjør, gjørdi hann beinan­ vegin greitt, at ávísar broyt­ingar vóru á veg. Við nýggjari leikskipan skuldi Víkingur spæla álopsspæl við denti á at hava bóltin á liðnum, og ungir spælarar skuldi spælast inn á liðið. Samstundis vóru fleiri útskiftingar í hópinum gjøgnum veturin, og fleiri av royndastu og týdningarmestu spælarunum royndu aðrar leiðir, meðan tveir út­lendskir verjuspælarar komu í Sarpu­gerð. Tilsamans gjørdi hetta, at krøvini til liðið, tá um úrslit ræð­ur, ikki vóru líka høg, sum tey høvdu verið undanfarnu árini. - Tað hevur gingið væl síðstu ár­ini, og vit vóna, at tað fer at ganga væl aftur í ár, men vit vita, at tað fara at koma nøkur útføll, tí her eru nógvir ungir mans við, segði liðskiparin, Atli Gregersen, við Kringvarpið stutt undan kapp­ ingar­byrjan. Tað gekk eisini upp og niður hjá føroya­meistarunum. Eftir sigur á heima­vølli ímóti Skála, tapti Víking­ur tveir á rað fyri HB og NSÍ, áðrenn heimasigurin móti B36. Næstu fýra dystirnar vunnu teir ljósa­bláu á AB og 07 Vesturi, men spældu javnleik móti EB/Streymi og TB/FCS/Royn. Síðan kom fyrsti sigur á KÍ í landskappingini síðan 2014, áðrenn tey bæði tapini fyri HB á heimavølli og B36 í Gundadali. Hetta gav samanlagt fimm sigrar, tveir javnleikir og fýra tap, og tá Maurice Ross varð uppsagdur eftir 11. umfar, lá Víkingur á fimta plássi, trý stig aftanfyri NSÍ á fjórða plássi og 11 stig aftanfyri oddaliðið HB. - Tað kennist løgið at kunna siga, at eftir 11 dystir er tað bara B36, sum hevur vunnið uppiborið á okkum, segði Maurice Ross við Kringvarpið. Tað eru óivað ymsar meiningar um eina slíka útsøgn, og onkur hevði iva­leyst lagt 2-1 ósigurin fyri HB í øðrum umfari afturat. Eftir stendur kortini, at hóast Vík­ingur neyvan røkkur fyrsta plássi­num í ár, var fjórða plássið og harvið pláss í europeiskum fótbólti næsta ár langt frá rokið, tá leiðslan tók avgerð um at siga venjaran úr starvi. Spælararnar bakkaðu Ross upp Hóast bæði spælið og úrslitini hjá Víkingi hava verið eitt sindur mis­jøvn í vár, er einki, ið bendir á, at samstarvið millum skotska venjaran og spælararnar í hópi­ num hevur haltað. Heldur hin­veg­ in. Hetta kom eisini fram á spælara­ fundi, sum varð hildin týskvøldið 22. mai eftir ynski frá Maurice Ross, meðan hann var í Noregi. - Hans Jørgen (Djurhuus, hjálpar­venjari, red.) ringdi týs­ kvøld­ið og segði, at har var hundrað prosent stuðul frá lið­ FÓTBÓLTUR Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, hevur onga viðmekring til uppsøgnina av Maurice Ross. Nú er fyrrverandi venjarin, Sigfríður S. Clementsen, settur aftur. Heldur ikki hann hevur við merkingar til, at hann er settur aftur. Sjáldan hevur ein uppsøgn í føroyskum fótbólti elvt til størri undran Uppsøgnin av Maurice Ross: LEMJANDI TØGN Í SARPUGERÐI