mánadagur 4. juni 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
num. Spælararnir hugdu eftir sær
sjálvum, og teir høvdu eina kenslu
av, at tað var farið at ganga rætta
vegin, segði Maurice Ross við
Kringvarpið.
- Dreingirnir vóru sera trúgvir
móti mær, og eg kundi ikki havt
ynskt mær meira frá nøkrum av
mínum spælarum. Frá liðskipara
num, Atla, heilt til annan málverjan,
Bárður (Lydersen, red.), segði hann
við Rás2.
Og alt bendir á, at talan er um
sínámillum virðing og góðvilja.
Spælarar í hópinum vátta, at teir
ikki ynsktu, at skotski venjarin varð
uppsagdur og tykjast vónbrotnir
av, at leiðslan tók hesa avgerðina.
Spurningar standa ósvaraðir
Søgan um Víking og Maurice Ross
hevur í løtuni fleiri spurningar enn
svar.
Skotski venjarin hevur givið
ábendingar um eitt skeiklað sam
arbeið millum seg og Brand Jacobsen,
men vil ikki greiða nærri frá hesum.
Hjá formanninum og Víkingi valdar
tøgnin, og einki verður avdúkað um
orsøkirnar til uppsøgnina.
Víkingur hevur vunnið antin
føroyameistaraheitið ella kapping
ina um Løgmanssteypið seinastu
seks árini upp í slag, og møguleikin
at vinna nakað í ár var mestsum
farin, tá Maurice Ross varð koyrdur.
Við tí í huga, sum sagt var undan
kappingini, er kortini lítið sannlíkt,
at vantandi úrslit vóru orsøk til
uppsøgnina.
Eisini kann sláast fast, at tað
ikki vóru spælararnir, ið vildu
sleppa av við skotan. Teir hava
verið glaðir fyri venjaran, og tað
arbeiðið, sum hann hevur gjørt
saman við teimum seinasta hálva
árið og góðu honum sín fulla stuðul
á spælarafundinum.
Eftir
stendur
hevdaða
og
ódefineraða ósemjan millum leiðslu
na í Víkingi og Maurice Ross. Hvat
hon snýr seg um er óvist, og so leingi
tøgnin ræður, veit eingin við vissu.
trondur@sosisalurin.fo
FÓTBÓLTUR
Tíðarlinja Víkingur
2015-2018
September 2015: Sámal
Erik Hentze avloysir Sigfríða
Clementsen sum venjari í Víkingi.
Sorin Anghel verður hjálparvenjari.
August 2016: Víkingur tapir
finaluna um Løgmanssteypið móti
KÍ, sum eisini liggur best fyri at
vinna FM-heitið.
Oktober 2016: Undan seinasta
umfarinum í landskappingini, har
Víkingur kann tryggja sær FM,
skrivar Sámal Erik Hentze undir
nýggjan eitt ára sáttmála.
Oktober 2016: Víkingur vinnur
fyrsta FM-heitið í søgu felagsins,
eftir at KÍ missir alt á gólvið í 24.
og 25. umfari.
Apríl 2017: B36 varpar Víking úr
steypakappingini. Hetta er fyrstu
ferð síðan 2011, at teir ljósabláu
ikki eru annað liðið í finaluni.
Oktober 2017: Víkingur staðfestir
annað FM-heitið á rað, hóast liðið
tapir síðsta dyst á heimavølli fyri
EB/Streymi.
Oktober 2017: Dupulti FM-
vinnarin, Sámal Erik Hentze, boðar
frá, at hann gevst sum venjari hjá
Víkingi. Sorin Anghel gerst venjari
í AB.
November 2017: Maurice Ross
verður nýggjur venjari í Sarpugerði
eftir eitt ár í Suðuroy.
Mai 2018: TB/FCS/Royn
skelkar Víking í Sarpugerði,
tá suðuroyingarnir vinna
fjórðingsfinaluna í kappingini um
Løgmanssteypið.
Mai 2018: Víkingur boðar frá, at
Maurice Ross ikki longur er venjari
hjá Víkingi. Orsøkin til uppsagnina
er ókend. Sigfríður S. Clementsen
loysir skotan av.
Miðalaldur á teimum
11, sum hava spælt
flestar minuttir í
landskappingini trý
tey seinastu árini
2018: Miðalaldur = 29.8 (10.384
minuttir á vøllinum tilsamans í 12
dystum. Svarar til 23.364 minuttir
í 27 dystir)
2017: Miðalaldur = 30.3 (22.823
minuttir tilsamans á vøllinum í 27
dystum)
2016: Miðalaldur = 29.5 (21,343
minuttir tilsamans á vøllinum í 27
dystum)
Miðalaldurin á fimm
teimum mest brúktu
innskiftarunum í
landskappingini trý
tey seinastu árini
2018: 20.4 (1421 minuttir
tilsamans á vøllinum í 12 dystum.
Svarar til 3197 minuttir í 27 dystir)
2017: 29.2 (3583 minuttir
tilsamans á vøllinum í 27 dystum)
2016: 27 (4028 minuttir tilsamans
á vøllinum í 27 dystum)
Sokallaða venjaraeffektin var
ikki at síggja, og KÍ hevur sjáld
an havt tað so lætt í Sarpugerði,
sum tá teir vitjaðu Víking í 12.
umfari.
Sigfríður
S.
Clementsen,
avloysarin hjá Maurice Ross á
beinkinum hjá Víkingi, hevði
ikki havt langa tíð saman við
spælarunum, men lina avrikið
hjá
liðnum
í
3-0
tapinum
frammanfyri egnum áskoðarum
hevur ivaleyst givið honum
nógv at hugsa um.
Venjarin, sum eisini stóð á
síðulinjuni í Norðragøtu frá
2013 til kappingarenda 2015,
broytti leikskipanina, og hevði
aftur fýra mans í verjuketuni,
men teir ljósabláu, ið eisini vóru
eitt sindur skerdir til dystin,
megnaðu lítið ímóti avgjørda
KÍ-liðnum.
Uppgávan framyvir verður
óivað
trupul
hjá
Sigfríði
Clementsen, ið skal royna at
motivera ein hóp, sum ikki
ynskti eitt venjaraskifti nú.
Hinvegin hevur hann spælarar
í Víkingi, sum eru somikið æru
kærir og trúgvir, at teir neyvan
fara at leggja vápnini, men fram
vegis fara at stríðast fyri felagið.
Málið hjá liðnum nú verð
ur at spæla seg upp aftur á
evropeisku plássini. Skal hetta
eydnast, er ikki ráð til at snáva
ofta, og við 4-1 sigrinum á úti
vølli móti TB/FCS/Royn hava
Sigfríður Clementsen og spælar
arnir tikið fyrsta fetið.
Sigfríður fingið
trupla uppgávu