fríggjadagur 12. november 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 217 - 12. november 2004
Nr. 217 - 12. november 2004
11
Eftir vanlukkuliga valúrslitið í USA hava mong hóvlig í
USA og í umheiminum biðið til, at Bush fór at fylgja eini
hóvligari linju í sínum politikki, innlendis og á altjóða
pallinum, nú politikkurin seinastu árini hevur sett kílar
millum amerikanarar og millum USA og umheim. Tey, ið
fyri fýra árum síðani trúðu tá nývalda Bush, sum tá segði,
at hann fór at søkja móti miðjuni og virka fyri allar
amerikanarar, tóku so dyggiliga feil. Hann gjørdi beint tað
øvugta, og henda gongd tykist nú at halda fram. Enn eitt
stig á víðgongdu høgraleið síni er útnevningin av nýggj-
um løgmálaráðharra. Bush hevur nevniliga útnevnt løg-
frøðiliga ráðgeva sín í Hvítu Húsunum og fyrrverandi
ráðgevi sín í Texas, tá hann ráddi fyri borgum har, Alberto
Gonzales, at taka við. Hetta boðar sanniliga ikki frá
góðum.
Tað gagnar hvørki USA ella umheiminum, at ein víð-
gongdur og snævurskygdur høgravendur persónur verður
settur í tann so týðandi løgmálaráðharrasessin. Okkum
tørvar fólk at leiða frælsa heimin, sum hava breitt innlit og
forstáilsi og virðing fyri øðrum. Nýútnevndi Gonzales
hevur verið oddaráðgevin í Guantanamopolitikkinum hjá
forsetanum. Og leita vit aftur til tíðina, tá Bush var
guvernørur í Texas, var sami Gonzales hansara næsti
løgfrøðiligi ráðgevi. Allir deyðadómar, har søkt varð um
grið ella útseting, vórðu avgreiddir av Gonzales. Tað vóru
hansara ráð Bush helt seg til, tá hann vendi fingurinum
niðureftir í øllum sakunum ella lat vera við at kunna Bush
um tær mest týðandi greinarnar í sakunum. Eingin fekk
grið, eingin deyðadómur varð útsettur. Bush fylgdi uttan
at blunka øllum ráðunum frá ráðgeva sínum. Tí er Bush
eisini tann, sum í amerikanskari søgu hevur met í at
fullføra deyðadómar. Kalt og kyniskt syrgdu Gonzales og
Bush fyri, at ivi ella nýggj prógv skuldu ongantíð koma
teim deyðadømdu til góða. Einaferð deyðadømdur, altíð
deyðadømdur. Sami Bush fær í dag rós fyri sítt støðufesti.
Ja, sama støðufesti átti hann eisini, tá tað ráddi um deyða-
dómarnar í Texas.
Tað eru tey, sum verja og hámeta Bush, tí hann skal eitast
at vera tann einasti og rætti kristni forsetin. Sum um øll
onnur eru ókristin. Tað eru so eisini tey, ið halda, at mót-
støða móti Bush er tað sama sum at vanvirða og hata hann.
Dømi um tað finna vit í grein í blaðnum í dag. Nei, vit
hata ikki fyri tað, um vit eru krittisk og ósamd. Vit virða
demokratiið, og einki í demokratiinum er meira
virðismikið enn møguleikin at kunna vera á varðhaldi,
seta spurningar, ávara og finnast at, har tað er neyðugt.
Okkara metan er, at Bush og hansara víðgongdu fólk eru
ein vandi fyri bæði USA og heimin. Tað ber væl til at
standa fyri góðum kristnum virðum uttan at skula taka
undir við Bush og hansara fólkum. Vit hava øll okkara rætt
til at lesa og tulka Bíbliuna, sum vit halda vera rætt.
Eingin hevur patent uppá tí einastu røttu útleggingina.
Heldur ikki Bush. At tað eru so mong fólk í USA og eisini
her heima, sum hava valt at hava Gamla Testamentið við
sínum "eygað fyri eygað hugburði" í sínum skjøldri, er
óhugaligt og eisini rættiliga sjálvmótsigandi, tá somu fólk
eisini brúka Jesus, sum sín frelsara. Ein Jesus, sum
savnaði heldur enn at skapa fíggindar, ein Jesus, sum stóð
fyri fyrigeving og tolsemi. Tey, sum halda, at Bush er
vandamikil fyri heimin, hava fullgóðan rætt til at finnast
at honum, uttan at fáa sett eitt haturs spjaldramerki á seg.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ódámlig tekin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Teir føroysku demens-
samskipararnir
Ein heilsan til politikkarar,
ið vilja teimum eldru bata.
Vit lesa við áhuga tykk-
ara viðmerkingar í fjøl-
miðlunum um eldraøkið.
Eldraøkið er tað økið, sum
eins
og
barnaansingin
verður lagt út til kommun-
urnar. Tí verður alneyðugt í
framtíðini við einum góð-
um og væl skipaðum eldra-
politikki í kommununum.
Tá vit nevna eldrapolitikk,
mugu vit eisini nevna
demenspolitikk.
Tað
verður
granskað
nógv innan demensøkið í
dag og framsagnir siga, at
talið av sjúklingum fer at
økjast nógv næstu árini.
Um vit í Føroyum saman-
bera við hagtøl frá londun-
um uttan um okkum, eru
tað uml. 450 fólk, 65 ár og
eldri, sum eru demens sjúk
í dag, og um 20 ár fara út
við 600 fólk at hava hesa
sjúku.
Hetta fer at stilla stór
krøv til kommunurnar, tí er
neyðugt, at økið verður væl
skipað frá byrjan.
Í vár fingu 18 starvsfólk
innan eldraøkið serútbúgv-
ing sum demenssamskip-
arar, soleiðis, at tað í Før-
oyum nú eru 21 við hesi
útbúgving. Vit starvast
ymsastaðni í landinum, og
umboðan er í øllum 6
økjunum (heimarøktin er
býtt upp í 6 øki). So
síggjast kann førleikin at
ráðgeva er til staðar.
Fólk, sum verða rakt av
sjúkuni demens, skulu eins
og onnur eldri fólk verða í
egnum heimi so leingi sum
til ber. Hetta skal stuðlast
við at hava eitt gott trygdar-
net rundan um tann de-
mensrakta.
Tað ræður um, at sjúkan
verður staðfest tíðliga, so
viðgerð kann gevast so
tíðliga í sjúkugongdini sum
møguligt. Sosiala trygdar-
netið skal vera gott, og
stuðul, vegleiðing og und-
irvísing um sjúkuna eigur
at veitast avvarðandi og
teimum, sum eru um tann
sjúka. Avvarðandi eiga at
verða avlastað.
K o m m u n u l æ k n a r ,
heimarøkt, demenssam-
skiparar,
sjúkrahús,
røktarheim, demensheim
dagstovnar,
Alzheimer-
felagið, avvarðandi o.o.
eiga at standa í tøttum sam-
starvi.
Verður hetta samskipað
skilagott, og peningurin
nýttur á rættan hátt, er
nógv at spara. Hin sjúku-
rakti fær eina betri lívs-
góðsku, soleiðis, at hann
kann verða longri heima,
og tí flytur seinri á røktar-
heim.
Við teimum røttu hug-
sjónunum og rættari hand-
faring, kunnu vit lætta um
tilveruna bæði hjá teimum,
sum verða rakt av sjúkuni
demens og teirra avvarð-
andi, sum ofta kenna seg
maktasleys.
Vit vilja tí heita á teir
politikkarar, sum verða
valdir at stýra, at hesar
hugsjónir gerast veruleiki.
Vit síggja, at hetta ber
væl til í londunum rundan
um okkum.
Hans Birgir Hansen
Limur í H.A.F. í Havnini
Tað kann sleppast undan
hópuppsagnum við at stytta
arbeiðsvikuna, niður í 35
tíma arbeiðsviku og hækka
arbeiðsviku, teim niðanfyri
upp til 35 tíma arbeiðsviku.
Tað vil kunna skapa
javnvág í vikutímatali teim
mánaðar og tímaløntu, og
skapa betri fíggjarstøði og
sosiala trygdarneti undir
familjuna og teim einstøku
í dag.
Tað vil geva kvinnum og
monnum atstøður at skift-
ast um at vera heima, fyrra-
og seinnapart, og taka sær
av tí dagliga húsarhaldi og
børn og spara barnaansing-
ina.
Tað hevur ein áður um-
røtt í lesarabrøvum og fak-
feløgini hava ikkki vilja
tikið upp, slík sjónarmið í
vil sleppa øllum undan
hópuppsagnum, við niður-
setta arbeiðstíð.
Tað sama er við skipan
av náttúrligari frágongd av
eldri starvsfólki og náttúr-
ligari tilgongd av yngri
fólki, ið kunna røkja upp-
gávur, í miðfyrisitingunum
í Havnini.
Tað er hesin parturin ið
eigur at vera kunna Lands-
stýri og aðalráðini, so vit
fáa praktisera 35 tíma
arbeiðsvikuna, skorið yvir
ein kamb, innan almennar
og landsstovnar.
Tað sama eigur at gera
seg galdandi innan komm-
unur, privata og ríkisstovn-
ar, í Havnini/Suðurstreym-
oy, fakfelagsfólki, hví gera
tit ikki vart við slík sjónar-
mið.
Eg vil koma øllum óskip-
aðu og skipaðu, at fak-
feløgum til lívs, í ikki eru
solidarisk ímóti starvs-,
arbeiðs- fakfelagsfólk/limir
í øllum fakfeløgunum teim
hópuppsøgdu.
Tað sama er við øllum
teim óskipaðu og skipaðu í
eru farin tvørtur um øll
fakmørk, við álitisstørvum
og hjáarbeiðum, ið avdúkar
ósolidaritetin, hjá áður-
nevndu. Hetta vil koma at
avmarka fylgjur teim hóp-
uppsøgdu og geva øllum
betri atstøður at raðfesta
/prioritera heima- og úti-
arebiði og áhugamál og
privatlív í Havnini ídag.
Eg havi áður umrøtt slík-
an fakfelagsruðuleika og
politiska tilknýti, fakfelags
forkvinnur og menn og
nevndarlimir, ið røkja egin
áhugamál,
ístaðin
fyri
fakfelagslimir.
Eg vildi fingið slíkt
skipað, ikki bert í Havnini,
eisini úti í øllum landsins
kommunum, á útoyggjum
og
útjaðaraoyggjar
og
meginoyggjar, hvat í ein vil
gera vart við.
Eg havi nógv mikið at
tríva í at skriva um fak-
felagsruðuleika, við atliti
arbeiðsmarknaðir arbeiðs-
pláss.
Eldraøkið við atliti til demens
Sleppa undan hópuppsagnum?
Skatturin
skal ikki
forða
Fíggjarmálaráð-
harrar í Norður-
londum arbeiða
nú við at beina
burtur skattligar
forðingar hjá
teimum, sum flyta
seg millum ein-
støku londini
SKATTALÓGGÁVA
Jákup Mørk
Bárður Nielsen, lands-
stýrismaður við fíggj-
armálum, hevur júst
verið í Stockholm, har
hann hevur verið á
fundi saman við norð-
urlendsku fíggjarmála-
ráharrunum.
Semja er millum
fíggjarmálaráðharrarn
ar um, at arbeiðast skal
við at beina burtur
skattligar forðingar hjá
teimum, sum flyta seg
millum Norðurlondini.
Bæði
persónar
og
virki.
- Føroyska arbeiðs-
megin
er
vanliga
mobil, og nógvir føroy-
ingar arbeiða í hin-um
Norðurlondunum. Tí
kunnu vit í Før-oy-um
fáa greiðar fyrimunir
av, at skattligar forð-
ingar verða beindar av
vegnum", sigur Bárður
Nielsen, landsstýris-
maður við fíggjar-mál-
um í tíðindaskrivi, sum
í gjár varð sent fjøl-
miðlunum.
Umframt
ítøkilig
skattaviðurskifti, um-
røddu
ráðharrarnir
ymisk fíggjar- og bú-
skaparviðurskifti.
Ráðharrarnir eru á
einum máli um, at tað
hevur stóran týdning at
leggja pening til síðis í
góðum tíðum, so bú-
skaparlig orka er at
standa ímóti sveiggj-
um í búskapinum.
- Àhugavert var at
frætta, at fleiri av
norðurlendsku grann-
unum - eins og vit í
Føroyum
-,
hava
skattalættar á skránni.
Serligur dentur verður
lagdur á at lækka
marginalskattastigan,
soleiðis at fólk ikki
verða so hart skattað
av seinast vunnu krón-
unum", sigur Bárður
Nielsen, ið staðfestir,
at samgongan arbeiðir
við júst somu broyt-
ingum fyri fíggjarárið
2005.
Olga Hentze, heilsu-
kostráðgevi, hevur
stovnað ein grunn,
sum skal verða eitt
slag av sjúkrakassa
hjá teimum, ið gerast
sjúk og ynskja at nýta
náttúruheilivág
ALTERNATIV
VIÐGERÐ
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Tey, sum hava áhuga í
náttúruheilivági og alterna-
tivari viðgerð, kunnu koma
á fund í Bládýpinum í Havn
leygardagin klokkan 14.
Tá fer Olga Hentze,
heilsukostrágevi, at greiða
frá grunninum, sum hon
hevur stovnað, sum hevur
til endamáls, at økja um
kunnleika hjá fólki til at
fyribyrgja
og
viðgera
heilsutrupulleikar. Grunn-
urin skal eisini kunna veita
einstaklingum fíggjarliga
hjálp fyri alternativa við-
gerð.
Ein reglugerð er gjørd
fyri grunnin, sum sigur, at
øll kunnu gerast limir.
Mánaðarligu
fundirnir
hjá grunninum skulu ikki
bara vera formligir fundir,
men eisini ein hugnadagur
hjá limunum, við sangi,
dansi og samveru. Eisini
verður heilsucafè við leski-
ligum
og
heilsugóðum
mati.
Olga Hentze er fødd í
Ukraine. Síðani hon var
blaðung hevur hon havt
áhuga í náttúruviðgerðar-
hættum. Hon hevur tikið
fleiri skeið, bæði í Ukraine
og Onglandi, eitt nú al-
ternativum heilivági.
Eina tíð búði hon í Vestur
Afrika, har hon hevði egna
læknastovu, men í 2001
flutti hon til Føroya við
familju sínari.
Í løtuni býr hon á Toftum,
har hon hevur egna fyritøku
sum heilsu- og kostráðgevi.
Kostráðgeving ella terapi er
rættiliga nýtt, og sertakliga
í Føroyum, verður ikki
hildið so nógv um slíkar
viðgerðarhættir. Men sum
við næstan øllum, so nýtist
eisini hesum tíð at vaksa og
mennast, sigur hon.
Sjúkrakassi til náttúruheilivág
Grunnurin, sum Olga
Hentze hevur stovnað, skal
umframt at veita
fíggjarstuðul til alternativa
sjúkuviðgerð, eisini skipa fyri
hugnafundum fyri limunum.
Á fundinum í Bládypinum,
leygardagin klokkan 14.00,
fer hon at greiða frá
endamálinum við
grunninum. Tá hevur tú
eisini høvið at royna
serstakliga leskiligan
heilsukost, sum er eins lættur
at gera til, sum maturin vit
vanliga eta
Johan Dahl,
løgtingsmaður
Tórshavn 11.11.04
Tann sjónleikur, sum verð-
ur spældur av fyri okkum
vanligu sambandsmonnum
og -kvinnum kring Føroya
land, nú í størsta kommuna
í landinum, Tórshavnar
kommuna skal skipa sam-
gongu, er alt annað enn
sømiligur og ikki sørt skað-
andi fyri SAMBANDS-
FLOKKIN.
Somu fólk, sum nú enn
einaferð eru um at fara til
hendurs orsakað av makt-
girnd, vóru saman við sam-
bandsmonnum úr Havnini
og Eysturoynni og partvís
Klaksvíkini við til at koyra
meg úr landsstýrissessinum
– ivaleyst einamest tí teim-
um ikki dámdu meg sum
persón – og tey kláraðu
hetta »bragd« saman við
einum
løgmanni,
sum
boygnaði í kongunum.
Hvat hendi síðan við
øllum
ákærum
og
ó-
humsku, sum regnaði niður
yvir mín kropp av alskyns
slag – ONKI – fjølmiðlar-
nir bráðtagnaðu, og onki
hoyrdist meir, tí alt var
luftkasstellir og traman-
skapur frá hesum fólkum
og teirra viðspælarum, men
málið var nátt.
Skommin er teirra – ikki
mín.
Og nú gera so somu fólk
enn eina fadesu av grovasta
slag og vit, sum sita á
síðulinjuni og tó ófrívilligt
verða ein partur av sakini
sum sambandsmenn og
kvinnur, mugu bara rista
við høvdinum og spyrja,
hvat tað er, sum fyrigongur
í hasum heksaketlinum í
Havnini.
Tað má so absolutt verða
nakað heilt galið við fólk-
unum.
Kanska er størsti trupul-
leikin hjá Føroya Væl, at
teir ikki fáa mannað listan
við nóg attraktivum valevn-
um? Og tí verða hesi vald
upp á mangul av betri??
Heðin hevur gjørt ein
bukk, men ein maður, sum
er hildin niðri og burturi frá
maktini sum borgarstjóri í
Havnini av sínum egna
valøkið øll árini sum lokal-
politikkari og kanska eisini
sum landspolitikkari, er
kanska farin heilt í svart av
hesi mótstøðu, nú hann sær
í eyguni, at hetta er seinasta
útkall, um hann skal blíva
borgarstjóri í Havnini.
Tað rættvísger sjálvandi
ikki, at gjørdar verða tvær
avtalur.
Hví skal so hetta komm-
unuvalið, sum tað jú er,
blíva til ein landspolitiskan
trupulleika?
Hetta hóast tað at lands-
politikkarin als onki kann
gera við støðuna, als onga
ávirkan hevur á málið.
Hví skal Heðin Morten-
sen avhøvdast av Føroya
Væl, tá liminir í Sam-
bandsflokkinum í Tórs-
havnar Býráð ikki eingang
fingu eina nøs fyri at reka
meg úr landsstýrissessinum
og harvið blanda seg upp í
landspolitikkin, har teir als
onki høvdu at gera??
Hesi tingini hanga ikki
saman.
Hvat nú um sami trupul-
leiki stingur seg upp t. d. í
Klaksvík, Vági ella Tvør-
oyri??
Skal so formaður flok-
sins og valfelag aftur út at
ekskludera limir, tí teir ikki
akkurát floyta í sama tóna?
Einasta valfelag, sum
veruliga er gingið nógv
aftur fyri Sambandsflokkin,
er tað í Havnini.
So eigur ein sjálvandi at
verða kritiskur og spyrja
hví??
Sambandsflokkurin misti
knappar 1000 atkvøður til
býrðsvalið í Havnini.
Heðin Mortensen fekk
yvir 600 atkvøður - ella
hálvaaðru ferð so nógv sum
Beata og Høgni tilsamans -
tað sigur ikki so lítið.
At fara at siga mannin úr
flokkinum, tí hann ikki
hevur uppført seg eksem-
plariskt, er púra burturvið.
Setið tykkum heldur nið-
ur – tit havnarmenn – og
tosið saman sum vaksin
fólk, heldur enn at gera
sambandsfólki og Sam-
bandsflokkinum
fyri
skommum enn einaferð við
tykkara ósømiliga atburði.
Ongantíð í søgu floksins
er nakar sagdur úr flokk-
inum, og eigur ein skeiv
undirskrivt hjá Heðini ikki
kosta honum at verða blak-
aður úr flokkinum.
Gera tit tað, so hava TIT
veruliga ein trupuleika
vildi eg mett.
Sambandsflokkurin hevur ongantíð eksluderað
nakran lim í 100 ára søgu floksins
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
11
10