fríggjadagur 12. november 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 217 - 12. november 2004
Nr. 217 - 12. november 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Millum 200 og 300
fólk vóru savnaði á
Skúlaheiminum við
Marknagilsvegin
mikudagin 10. nov-
ember í samband við
at Tekniski Skúlin í
Tórshavn fylti 70 ár.
Tað var Havnar
Handverksmeistara-
felag, sum tók stig til
at seta skúlan á stovn
tann 10. november
1934
MÓTTØKA
Myndir: Jens Kr. Vang
Mikudagin 10. november
hátíðarhelt Tekniski Skúlin
í Tórshavn 70 ára stovning-
ardagin hjá skúlanum.
Egon Øregaard, skúla-
stjóri, beyð øllum at vera
vælkomin og segði frá
skránni fyri móttøkuna.
Síðan var tónleikafram-
førðsla av Andreu Heind-
riksdóttir
og
Ragnari
Olsen.
Eitt snotuligt føðingar-
dagsrit varð lagt fram, og
blómutyssi varð handa til
Tórfinn Smith, sum hevur
staðið fyri føðingardags-
ritinum.
Tey sum fluttu fram røðu
vóru: Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður í menta-
málum, Tummas H. Søren-
sen, stýrisformaður, og
Egon Øregaard, skúlastjóri
hugleiddi um skúlan.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, og fyrrverandi
lærari á skúlanum, helt eis-
ini røðu, hann segði m.a. at
tað var ikki myndugleikun-
um fyri at takka, at skúlin
var tað, hann er í dag, men
heldur dugnaligu starvs-
fólkunum á skúlanum.
Hann gleddist um, at
endiliga var politisk semja
um at geva skúlanum tær
harðliga tiltrongdu umstøð-
ur, sum bíða hevur verið
eftir í so nógv ár. Hann
vónaði, at næstu ferð skúlin
hevði jubileum, varð tað í
nýggjum skúla.
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður í mentamálum,
segði m.a. »Tekniski Skúlin
í Tórshavn hevur, sum
øllum kunnugt, ikki nøkt-
andi hølisviðurskifti og
hevur eisini seinastu tíðina
havt ein aktivan leiklut í
fyrireikandi arbeiðnum í
sambandi við Skúladepilin
í Marknagili. Tá landsstýr-
ismaðurin fær politiska
undirtøku fyri ætlanini,
verður
beinanveg
farið
undir at seta í verk hesa
ætlan«.
Egon Øregaard, skúla-
stjóri, hevði eisini nakrar
hugleiðingar á 70 ára
degnum.
Hann nevndi nakað um
søgu skúlans, og at Tekn-
iski Skúlin í dag er ein væl-
virkandi skúli við dugna-
ligum lærarum og starvs-
fólkum.
»Skúladepilin er fyri
mær
ein
tann
størsta
nýhugsanin innan føroyska
skúlaverkið í nýggjari tíð,
og vóni eg at vit náa á mál
nú.
Eg havi fleiri ferðir loyvt
mær at brúkt vælkendu orð-
ini hjá danska heimsspek-
inginum, Søren Kierke-
gaard, og fari at enda við
hesari útsøgnini hjá hon-
um: Livet kan kun forstås
baglæns, men det må leves
forlæns«, endaði Egon Øre-
gaard.
Tekniski Skúlin í Tórshavn 70 ár:
Næstu ferð í nýggjum skúla
Jens Marius Poulsen,
kommunustjóri, handar
Egon Øregaard, skúlastjóra,
blómutyssi frá Tórshavnar
Býráð
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, og Jógvan Hammer, lærari
á skúlanum og fyrrverandi formaður í Føroya Læruráð
Pauli Hofgaard, stjóri hjá P/F Leif Mohr, Mads A. Winther, studentaskúlastjóri, Jón Danielsen,
stjóri í Articon, Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, Poul Michelsen, stjóri, Tummas H.
Sørensen, stýrisformaður í Tekniska skúlanum, Jákup í Gerðinum, fyrrverandi skrivari hjá
Føroya Handverksmeistarafelag
Egon Øregaard takkar Tórfinni Smith fyri eitt væl úr hondum greitt føðingardagsrit
Tóta Sørensen, hárfríðkanarkvinna, hyggur spent at snotuliga
føðingardagsritinum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
10. november 2004 tók
Egin Henriksen sæti á tingi
fyri Jenis av Rana, sum er í
farloyvi.
Hetta er fyrstu ferð Egin
tekur sæti á tingi. Egin
stillaði upp fyrstu ferð fyri
Miðflokkin til valið í 2002,
og til valið 2004 fekk hann
næstflestar atkvøður á list-
anum. Egin situr í hesum
umfari á tingi til 19. nov-
ember.
Egin er útbúgvin skips-
førari og programmørur og
starvaðist hjá Elektron í 25
ár. Hann er 51 ára gamal,
giftur við Maritu Arge og
saman hava tey 4 børn,
tveir synir og tvær døtur.
Hesar heimahjálpir
hava tikið útbúgving
sum heilsuhjálparar á
Heilsuskúla Føroya á
Tvøroyri
Aftast frá vinstru: Gunnjó
Joensen, Eiði, Maiken Hentze,
Trongisvágur, Sunrid Thorst-
einsson,
Vágur,
Herborg
Petersen, Fuglafjørður, Ingi-
bjørg Joensen, Sumba, Jóh-
anna Sørensen, Húsavík, Elsa
Jacobsen,
Vestmanna,
Ali
Petersen, Funningur, og Her-
borg Hansen, Glyvrar.
Fremst frá vinstru: Ingun
Joensen, Norðagøta, Hennvá
Danielsen, Tvøroyri, Malla
Lið Hansen, Miðvágur, Birna
Rasmussen, Klaksvík, Heidi
Thomsen, Sandvík, Eyðbjørg
Gudmundsson, Skopun, Bina
Eliasen,
Leirvík,
og Lisa
Jóhannusdóttir, Sandavágur.
Mikudagin 10.
november kl. 10 varð
spakin settur í á
grundøkinum hjá
samkomnuni Lívdini
í Hoyvík. Byggjast
skal ein samkomu-
bygningur, sum
verður karmur um
virksemi hjá Lívdini
ÚTGREVSTUR
Umleið 50 fólk vóru komin
saman mikudagin á grund-
økinum hjá samkomuni
Lívdini. Grundøkið er við
Vegin Langa og Djúpagils-
vegin í Hoyvík.
Tað var Leivur Guttesen,
sum tann elsti av seks verj-
um fyri samkomuna Lívd-
ina, ið fekk heiðurin at seta
at seta spakan í.
Samkoman Lívdin varð
sett á stovn í august 2001.
Fyrstu tíðina var hildið til í
Virkni á Berjabrekku og
síðan 2002 í Hoyvíkar
Skúla.
Eftir ætlan verður út-
grevstur og planerings-
arbeiðið liðugt í mai 2005,
tað er Falkon Entreprenør-
felag v. Jóhan Berg í Salt-
nesi, sum ger jørðarbeiðið.
Hesi vóru starvsfólkini á
prentsmiðjuni hjá H.N. Jac-
obsens Bókahandli tá Mart-
in Thomsen, sum hevði 60
ára starvsdag 9. november
2004, varð liðugur at læra
til prentara í 1949.
Aftara rað f.v.: Erling
Isholm, Meinard Túvulið,
Hans J. Poulsen, og Max
Olsen (dani).
Fremra rað f.v.: Oskar
Hermansen, Jógvan Ras-
mussen, Martin Thomsen
og Helga Djurhuus (Magn-
ussen).
Jógvan Rasmussen var
prentstjóri. Í 1955 tók
Erling Isholm við sum
prentstjóri, og síðan 1963
hevur Martin Thomsem
verið prenstjóri.
Hans J. Poulsen, sum í
dag er 83 ára gamal, ar-
beiddi umleið 60 ár á prent-
smiðjuni. Meinhard Túvu-
lið arbeiddi eisini á prent-
smiðjuni í næstan 50 ár.
Mynd: H.N. Jacobsens Bókahandil
Egin Henriksen tikið sæti á tingi
Heilsuskúli Føroya, Tvøroyri:
Heilsuhjálparar fingið prógv
Samkoman Lívdin, Hoyvík:
Spakin er settur í
Mikudagin 10. november setti Leivur Guttesen, sum tann elsti av verjunum fyri samkomuna
Lívdina, spakan í á grundøkinum við Vegin Langa og Djúpagilsvegin. Á myndini eru eisini Elin
Wang, Jens Wang, Knút Dalsgaard og Nina Dalsgaard
Mynd: Árni Jakobsen
H. N. Jacobsens Bókahandil:
Starvsfólkini á prentsmiðjuni í 1949
Dagurin
12. november. Torkil. Teir vita ikki um nakað halgi-
menni við hesum navni, men tað er komið við í
danskar álmanakkar frá 1725. Navnið er norrønt og
er samansett av gudsnavninum Tórur, og Ketil, sum
merkir hattur ella hjálmur.
Vanligur fyrsti liður í mongum staðarnøvnum í
Føroyum. Torkil er eitt av teimum fáu persónsnøvn-
unum, sum er funnið á rúnasteini í Føroyum (í
Sandavági).
C
M
Y
K
13
12