fríggjadagur 12. november 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 12. november 2004
15
GRÍMUR OG GRANAR
Ummælt hevur Oddfríður
Marni Rasmussen
Nú áttaoghálvfjersinstjúg-
undi leikurin hjá Grímu er
spældur, og gríman er vask-
að av, bíða vit í spenningi
eftir hvussu leikur fer, nú
Tjóðpallur Føroya skal
takast í nýtslu 1. Januar
2005. Hyggja vit inn undir
grímuna, so hevur hon
verið málað við øllum and-
litsbrøgdum, sum hugsast
kunnu. Hon hevur fingið
granarnar á Tingsins røð-
arapalli at vamlast, aðrar at
gníggja
saman
hendur,
meðan onnur hava staðið
við síðuna av og eygleitt
baksláttrarnar, sum eru
komnir av nærum hvørjum
leiki, sum higartil hava
verið framførdir av leikar-
unum í Grímu. Ein sann-
roynd er, at leikirnir, sum
Gríma hevur framført, hava
tváa nógv andlit so væl, at
veruligu grómurnar eru
komnar undan.
Seinasti leikurin
Seinasti
leikurin,
sum
Gríma spælir eitur Elling og
Kjell Bjarni, og skrivað til
leik hevur Axel Hellestenius
í samstarv við Petter Næss.
Leikurin er bygdur á skald-
søguna hjá Ingvar Am-
bjørnsen. Súmbolskt er, at
hann skal eita "Elling."
Kanska er hetta ein mis-
háttur dunnuungi, sum við
Tjóðpalli Føroya verður til
ein svana ella … ja, tað er
upp til somu politikarar,
sum Gríma hevur fingið at
víst okkum sítt veruliga
andlit.
Elling og Kjell Bjarni eru
minnimentir, simplir, dólg-
ar, tápugæs, tjórneyt …, ja
vit hava nógv orð fyri hetta
slagið av menniskjum, sum
í nógv ár við skomm, hava
útflutt til Danmarkar.
Nú er støðan hjá teimum,
sum hava sinnisligar trup-
ulleikar at dragast við tann,
tey ikki hava møguleikan at
seta føtur undir egið borð.
Elling og Kjell Bjarni eru
kominr í ta hepnu støðu, at
teir hava fingið boðið at
seta føtur undir egið borð.
Treytir fylgja við, sjálv-
andi. Fyrst skulu teir skikka
sær væl, og gera sum Gunn,
pleygarin sigur, at teir
skulu gera. Teir báðir Elling
og Kjell Bjarni fáa íbúðina,
men undir uppsýni av Janu
frá Almannastovuni. Eina-
ferð um mánaðin kemur
hon inn á gólvið at hyggja,
hvussu teir hava tað, og at
geva teimum ráð um,
hvussu teir skulu geberda
sær úti í samfelagnum.
Í íbúðini beint oman fyri
teir, býr Randi Nordahl.
Hon er upp á vegin. Kjell
Bjarni, sum ongantíð hevur
fingið eitt lítið, verður
beinanvegin
forliptur
í
henni, tá ið teir eitt kvøldi
finna hana avdotnað á
trappuni. Sum tíðin gongur,
venja teir seg smátt um
smátt við mótgangin og alt
tað nýggja í samfelagnum
og ókenda veruleikan, ið
fylgir við tí. Eg fari ikki at
siga, hvussu alt endar. Tit
kunnu hyggja sjálvi.
Tað er normalt at vera
sinnissjúkur
Leikurin Elling og Kjell
Bjarni dregur fram nógv
evni, sum vit til dagliga
ikki vilja draga fram í ljós-
ið. Hetta er annar leikurin,
Gríma spælir, sum fæst við
tey menniskjuni, sum ikki
eru sum onnur - hvat tað so
vil siga. Hin var "Eitur nak-
að land Week-end." Sjálvur
haldi eg, at tann leikurin
passaði betri til Føroyar og
føroyingar, tí hann er skriv-
aður av føroyingi til før-
oysk viðurskifti, men Ell-
ing og Kjell Bjarni stríðast
við sovorðnar alheimskend-
ar kvalir, at hann so sanni-
liga eisini nemur føroysk
viðurskifti.
Hvør er normalur? Og,
hvør er ikki normalur?
Hesir spurningar verða
reistir við jøvnum millum-
bilum. Øll hava sína mein-
ing um tey sokallaðu ónor-
malu, og tað havi eg eisini.
Eg meini, at ein sinnissjúk-
ur persónur hevur avmark-
aðar møguleikar at dumma
seg. Har aftur ímóti, hevur
ein persónur, sum ikki er
sinnissjúkur størri møgu-
leikar at gera okkurt ónor-
malt, tí hann er ikki undir
eftirliti alla tíðina. Tað
kemur eisini fram í leikin-
um, hvør dummar seg mest,
hvør hevur menniskjaligari
feilir, tann sokallaði nor-
mali ella tann ónormali.
Øll hava sínar trupulleik-
ar at dragast við. Maðurin
hjá Janu frá Almannastov-
uni er farin til Grikkalands
og er lógliga leingi burtur-
staddur. Randi Nordahl, er
upp á vegin og manglar
kærleika frá onkrum, og
hon finnur okkurt slag av
kærleika hjá Kjell Bjarna.
Báðir hava teir havt eitt
heldur løgið samband við
mammu sína. Kjell Bjarni
var vanur at taka sær av sín-
ari avdotnu mammu og fáa
hana spýggjureina og til
songar.
Mamma
Elling
stýrdi við harðari hond.
Elling slapp bert at taka sær
av tí ideologiska, meðan
mamman tók sær av øllum tí
verkliga. Helst hevur hetta
ikki verið nóg mikið til, at
Elling er endaður á einari
lukkaðari deild. Okkurt
annað, sum vit bert kunnu
hugsa okkum til, býr undir
hansara sinnisliga veikleika.
Leikararnir
Leikararnir spæla framúr-
skarandi væl. Serliga legði
eg merki til góðu teiming-
ina millum Bárð og Hans.
Bárður var so sannførandi í
sínum leikluti sum Kjell
Bjarni, at viðhvørt rann
mær kalt niður eftir bakin-
um. Hans er altíð sannfør-
andi í sínum leiklutum. Í
leiklutinum sum Elling,
legði eg mest til kropsmál
hansara. Hans hevur eitt
kropsmál sum fáur. Katar-
ina, sum Jana frá Almanna-
stovuni,
Kristina
sum
Randi Nordahl og Ria Tór-
garð sum Gunn, pleygarin
og servitrissa spældu allar
væl upp móti báðum høv-
uðsleikurunum. So ikki
kann sigast annað enn, at
"The grand old man" innan
føroyska leikstjórn, Eyðun
Johannesen, hevur aftur
sett upp ein megnarleik.
Pallurin
Pallurin er sera sniðfundig-
ur. Hann horvir undan beint
móti áskoðarunum. Hetta
er við til, at áskoðarin sær
alt sum ein mótburð, og eis-
ini er pallurin eitt súmbol
uppá tann skeivleika, sum
teir báðir Elling og Kjell
Bjarni
føla
við
teirra
nýggja heimi. Tað tykist
strevi hjá teimum at koma
fram til allar dyrnar í rúm-
inum uttan úthurðina. Út-
hurðin er einasta hurðin,
sum Elling hevur ilt við at
lata upp. Hann skilir ikki, at
tú skal fara út, tá ið tú júst
er komin inn. Leikurin er
pakkaður við slíkum um-
beringum, sum vit dagliga
ikki hugsa um.
Týðingin
Týðingin hjá Hans Tórgarð
er ræðulig. Hon er full av
danismum, sum fyri lang-
ara tíð síðani eru horvnar úr
føroyskum. Men, um vit
hugsa um øll tey sinnis-
sjúku, sum vórðu flutt av
landinum sum ung, og sum
eru komin heim aftur í dag,
so snakka tey soleiðis. Eitt
sinnissjúkt mál. Og øll tey,
sum hava verið í Danmark
og nomið sær útbúgving.
Kanska er málið eins heim-
leyst sum teir báðir Elling
og Kjell Bjarni. Tey hava
ikki havt eitt føroyskt fak-
mál sum so. Hetta er ein-
asta niðurstøðan, eg kann
koma fram til, tí eg veit, at
Hans dugir nógvar ferðir
betri enna hatta, og at týð-
ingin er tilvitað.
Tjóðpallur Føroya
Eg vóni so sanniliga, at før-
oyskir politikarar við virð-
ing fyri føroyskari mentan,
eru fúsir at bera so í bandi,
at eitt gott leikhús kann
knýtast at Tjóðpalli Føroya.
Tí hvat er ein pallur uttan
okkurt at heingja tjaldið á.
Hví fara út, tá ið tú júst er komin inn
15
14
Nr. 217 - 12. november 2004
Tað var Yasser Arafat,
sum setti tað
palestinska málið á
heimskortið. Tað var
hann, sum leiddi
palestinarnar at
gáttini til teirra egna
ríki, men sum sveik í
seinastu løtu
ARAFAT DEYÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Gjáramorgunin kunngjørdi
hernaðarsjúkrahúsið
í
París, at palestinski leiðar-
in, Yasser Arafat, var deyð-
ur.
Hann var 75 ára gamal,
og við deyða hansara er eitt
tíðarskeið av. Hann kom
upp á heimspolitiska pallin
í 1969, tá hann gjørdist
formaður í PLO. Hetta var,
meðan Lyndon Johnson var
forseti í USA og Vietnam-
kríggið stóð ovast á dags-
skránni.
Arafat var frælsisstríðs-
maðurin
og
yvirgangs-
maðurin, hvørs politiska
leið broytti hann til stats-
mann og fekk hann á listan
yvir tey, sum hava fingið
friðarheiðursløn
Nobels.
Hann megnaði at seta tað
palestinska málið á dags-
skránna hjá heimssamfe-
lagnum, og við djørvum og
nýhugsandi
politiskum
avgerðum mundi tað eydn-
ast honum at útvega pale-
stinum egið ríki. Men tá á
stóð, kundi hann ikki góð-
taka ta neyðugu neyðloysn-
ina.
Nú hevur hann latið eitt
útarmað og hersett fólk
eftir seg. Eitt fólk, sum ikki
hevur nakran leiðara, einki
land, og sum er á eggini til
eitt borgarakríggj.
Fatah
Yasser Arafat var føddur í
Kairo í august í 1929. Tað
sigst, at ættarfólk hansara
stava frá sjálvum Muham-
med profeti. Foreldrini
góvu honum navnið Mu-
hammed Abdul Rauf Arafat
al-Qudwa, men longu sum
barn bleiv hann kallaður
Yasser, sum merkir ein, ið
ikki nýtist at stúra. Mamma
hansara doyði, tá hann var
trý ára gamal, og hann vaks
tí upp hjá skyldfólki í
Jerusalem og í Gaza.
Sum ungur fór Arafat til
Kairo at nema sær útbúgv-
ing. Hetta var um tað
mundið, tá palestinar vórðu
riknir frá húsi og heimi, tí
jødarnir skuldu hava egið
ríki. Í 1948 bardist Arafat
saman
við
Muslimska
Bróðurskapinum í Gaza, og
nakað seinni gjørdist hann
formaður
í
palestinska
studentafelagsskapinum. Í
1995 var hann liðugur at
útbúgva seg til verkfrøðing
og flutti til Kuwait. Har
stovnaði hann saman við
øðrum felagsskapin Fatah í
1959.
Í dag er Fatah tann størsti
felagsskapurin í palestinska
økinum og mergurin í pale-
stinska frælsisfelagsskapi-
num PLO, sum bleiv stovn-
aður í 1964. Arafat eggjaði
feløgum sínum til at gera
álop á ísraelsk mál, og í
januar í 1965 gjørdi Fatah
fyri fyrstu ferð álop á mál
inni í sjálvum Ísrael.
Tá Ísrael hersetti Vestara
Áarbakka og Gaza-geiran
undir Serksdagakrígnum í
1967, kunngjørdi Arafat, at
kolvelting var tað einasta,
sum kundi geva palestinska
fólkinum sigurin. Um hetta
mundið gingu palestinar í
fleiri bólkum, men í 1969
eydnaðist tað Arafat at mið-
savna mótstøðuna ímóti
Ísrael. Samstundis bleiv
palestinskt
sjálvsstýrið
stavnamálið.
Tveittur á dyr
Í
sjeytiárunum
skipaði
Fatah fyri fleiri yvirgangs-
atsóknum. Eitt nú var tað
felagsskapurin hjá Arafat,
sum beindi fyri jordanska
forsætisráðharranum Wasfi
al-Tall, og tað var eisini
Fathah, sum skipaði fyri at-
sóknini at ísraelsku itrótt-
arfólkunum á olympisku
leikunum í Múnchen.
Men Arafat hevði sam-
stundis valt at halda eina
diplomatiska kós fyri at
lyfta tað palestinska málið
upp á altjóða pallin. PLO
fekk eygleiðarastøðu í ST,
og í 1974 helt Arafat røðu á
ST-aðalfundinum. Við hes-
um hevði hann gjørt tað
palestinska málið til eitt
altjóða mál.
Men Arafat var illa lýdd-
ur í tí arabiska heiminum,
og hann hevði sitið í fongsli
í fleiri londum. Myndug-
leikarnir í Sýrialandi vildu
ikki tosa við hann, og
Jordan gjørdi av at tveita
hann og PLO á dyr. Egyptar
vildu heldur ikki vita av
honum, og tá Ísrael gjørdi
innrás í Libanon í 1982,
noyddist Arafat at flýggja.
Hann fór nú til Tunis. Har
royndi ísraelska fregnar-
tænastan Mossad fleiri
ferðir at beina fyri honum,
men hvørja ferð miseydn-
aðist tað.
Dugdi ikki
Mong hildu, at Arafat nú
var settur til viks, men
undir tí fyrsta palestinska
uppreistrinum í áttatiárun-
um valdi Arafat at ganga
ein nýggja leið, eina sam-
ráðingarlið
fram
ímóti
einari varandi friðarloysn.
Hetta endaði við teimum
loyniligu samráðingunum í
Oslo, og í 1993 kundi
heimurin eygleiða Arafat
og ísraelska forsætisráð-
harran Yitzak Rabin rætta
hvør øðrum hondina á
grasvøllinum uttan fyri
Hvítu Húsini. Árið eftir
fingu teir báðir og Shimon
Perez friðarheiðursløn No-
bels.
Men vónirnar um frið
brustu, tá samráðingarnar í
Camp David miseydnaðust,
og palestinar fóru undir enn
ein uppreistur við sjálv-
morðsbumbuálopum
og
ísraelskum hevndarálopum.
Í 1994 kom Arafat til
Gaza-geiran og valdi at fáa
sær høvuðsstøð í Ramallah
á Vestara Áarbakka stutt
norðan fyri Jerusalem. Men
hann skilti ikki, at tað
krevur annað handalag at
byggja land enn at halda
skil á einari mótstøðu-
rørslu. Hann dugdi ikki at
lata øðrum vald og ábyrgd,
men valdi sær embætis-
menn, sum gjørdu, sum
hann segði.
Ferð eftir ferð setti hann
seg upp ímóti altjóða krøv-
um um nýskipanir í pale-
stinsku økjunum, og harð-
skapurin
og
upgerðir
ímillum vápnaðar bólkar í
Gaza og pørtum av Vestara
Áarbakka eru tekin um eitt
samfelag, sum onga leiðslu
hevði, júst tí Arafat tvíhelt
um, at hann einsamallur
skuldi hava leiðsluna.
(Kelda: Berlingske Tidende)
UTTAN ÚR HEIMI
Arafat – yvirgangsmaðurin
sum gjørdist statsmaður
Arafat vísir sigurstekin, men hann rakk ongantíð tí endaliga sigrinum - einum sjálvsstøðugum palestinskum ríki
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
14