Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 217 - 12. november 2004 Nr. 217 - 12. november 2004 17 TÍÐINDASKRIV Fýra av teim allarbestu rokkbólkunum í Havn fara um vikuskiftið at samla pening inn til at senda ein teirra til Danmarkar í januar. 48 Pages fara at luttaka á størsta ungdómstónleika festivali í Europa, har yvir 200 bólkar spæla fyri hvørjum øðrum og einum lurtaraskara sum vanliga er eini 40-50.000 børn og ung. Tá tað jú er kostnaðar- mikið at ferðast til Dan- markar, hava teir saman við The Story Ends, Lama Sea og Onkikanndiskuterast. altkann, tikið stig til Totalt Knockout Rokkshow, konsertir í Vertshúsinum fríggjakvøldið 12. og á Margarinfabrikkini leyg- arkvøldið 13. novembur. Konsertirnar byrja kl 22.00. 48 Pages, sum hava verið sera virknir síðsta árið, lova at teir ikki ætla at standa aftan fyri, tá teir seinast vóru í Vertshúsinum og rokkaðu kjallaran saman við bólk- inum 200. M.a. hevur Eyðun verið í Klaksvík og selt súklur, og hann sigur seg vera stak væl fyri og gleðir seg óført. Frans the Galán hevur smurt sær røddbondini og hóttir við at stemma guitaran. Bartal og Bjartur ætla sær so í hvussu so er at sleppa bumbunum, so at luft kemur undir 48 Pages. Lama Sea eru eisini í toppform og teir lova eisini at teir fara at fýra ógvusliga uppundir grýturnar við teirra sermerkta up-town bullkukk rytmum. Sangarin/guitaristurin í The Story Ends, Filip, hev- ur havt fingurin ov langt frammi og er vorðin skadd- ur, so teir hava fingið kendu guitarhetjuna Frans "The Man" Galán at hjálpa teimum. Onkikanndiskuterast.altkann verða sum ikki eina ferð ein tann mest rokkandi sextettin við 3 guitarum í landinum. Sum teir siga" onki er sum tað sær út til at vera, hevur tú nakran- tíð brotið beinið ?" Vónandi verður ein dekans rúgva av fólki til konsertirnar, so vit kunnu senda 48 Pages til Danmarkar við manér í januar, har teir skulu um- boða yngra ættarliðið av føroyskum rokktónleik- arum. ART og Spren Rex: Rokkur í vildensky SVIMJIKAPPING Árliga Rekastevnan hjá Svimjifelagnum Reki í Leirvík verður nú um vikuskiftið Hetta er kapping fyri bólkarnar 1, 2 og 3 og einir 195 svimjarar úr øllum 8 svimjifeløgun- um fara at luttaka. Byrjað verður fríggja- kvøldið kl. 20 við bólki 3. Tey halda fram kl. 9 leygarmorgunin. Tá tey eru liðug, svimur fyrst bólkur 1 og síðan bólkur 2. Hetta er triðja Reka- stevnan, síðan Svimjife- lagið Reki bleiv endur- stovnað. Áhugin fyri svimjing er stórur í Leirvík, serliga tí tað hevur gingið sera væl hjá svimjarunum í bólki 1 og 2. Tí vónar Reki, at fólk fara at koma fjøl- ment at hyggja eftir kappingini. Svimjikapping í Leirvík KUNNINGAR- VIRKSEMI Bjørt Samuelsen í Havn er sett í starvið sum kunning- arrágevi á Løgmansskriv- stovuni. Hon er 39 ára gomul og útbúgvin tíðindafólk. Hon hevur í mong ár arbeitt á fjølmiðlaøkinum í Føroy- um og uttanlands. Hon búði í Noreg í nøkur ár og starvaðist tá hjá NRK. Í Føroyum var hon fyrst í Útvarpi Føroya og seinni í Sjónvarpi Føroya. Tað var nýggja samgong- an, sum í samgonguskjalin- um setti sær fyri, at fyri- sitingin skuldi gerast meira opin og einføld fyri brúk- ararnar, og tí varð starvið lýst leyst herfyri. Bjørt Samuelsen byrjar í starvinum longu hálvan desember, og er starvið tíðaravmarkað til trý ár. Fjúrtan fólk søktu starvið. Bjørt Samuelsen skal kunna frá Løgmans- skrivstovuni ÍSRAELSDAGUR Tíðindaskriv Leygardagin 13. november skipar Ísraelsmissiónin fyri evnisdegi um Ísrael og missión í KFUM & K í Klaksvík. Aðalskrivarin í norsku Ísraelsmissiónini, Rolf G. Heitmann, kemur at tala. Rolf Gunnar Heitmann kennir væl til missións- arbeiðið í Ísrael. Hann hevur í nógv ár verið í starvi innan norsku Ísraels- missiónina, harav tey síðstu sjey sum aðalskrivari. Um- framt at kenna væl til messianskar jødar, so kennir hann eisini væl til viðurskifti hjá kristnum arábarum. Rolf hevur tvær ferðir áður verið í Føroyum. Ymisk evni, ið hava við Ísrael og missión at gera, verða tikin fram á evnis- degnum. Dagurin byrjar klokkan 14 við evninum ‘Ísrael og kirkjan - tvey gudsfólk?’. Kl 15 er kaffi og kl. 15:30 er ‘Nýtt úr Ísrael’. Tað síðsta evnið á evnisdegnum er klokkan 16, og tað hevur heitið ‘Evangeliið fyri jøda fyrst (Róm 1,16)’ Á evnisdegnum verður eisini møguleiki at seta spurningar. Høvi verður eis- ini at keypa bøkur, ið hava við Ísrael og missión at gera. Møti Umframt evnisdagin í Klaksvík talar Rolf eisini á møtum um landið. Hós- kvøldið 11. november talar hann í missiónshúsinum í Kollafirði. Fríggjakvøldið talar hann á ungdómsmøti í Missións- & ungdóms- húsinum á Glyvrum. Leyg- arkvøldið talar hann í missiónshúsinum Emmaus í Klaksvík yvir evnið ‘Alt Ísrael skal verða frelst (Róm 11,25)’. Sunnudagin 14. november prædikar hann í Fuglafjarða kirkju og sunnukvøldið kl. 18 talar hann á møtinum í Meinigheitshúsinum í Havn. Ísraelsdagur í Klaksvík C M Y K 17 16 DJ-Show v/DJ Cool Martin Kjærbo DJ-Show v/DJ Cool Martin Kjærbo Tónleikabólkurin Týr undirheldur Tónleikabólkurin Týr undirheldur Møguleiki at keypa Tax-free Møguleiki at keypa Tax-free Ókeypis fi tness-venjing Ókeypis fi tness-venjing Góður matur Góður matur Møguleiki at keypa inn í Hanstholm J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo 4 koyggju kamar, innan ......600,- 4 koyggju kamar, uttan........700,- 3 koyggju kamar, innan .......800,- 3 koyggju kamar, uttan .......900,- 2 koyggju kamar, uttan ...1.000,- Prísurin fatar um ferð fram og aftur á far leið ini Tórs havn-Hanstholm. Øll kømur hava wc/bað. PRÍSIR Super Wee kend -cru ise Fyri hvønn Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað. Matur er ikki íroknaður. úr 600,- 25-29. november DJ-Show v/DJ Cool Martin Kjærbo Tónleikabólkurin Týr undirheldur Møguleiki at keypa Tax-free Ókeypis fi tness-venjing Góður matur Møguleiki at keypa inn í Hanstholm